mánadagur 1. mai 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 98 - 23. mai 2006
Havnarmaðurin
Poul Jákup Thomsen
hevur brotið upp úr
nýggjum og hevur
sett seg niður í lítlu
bygdini Skarvanesi.
– Hetta er eitt ótrúligt
stað. Her kann eg
merkja friðin og her
kann eg merkja meg
sjálvan, sigur Poul
Jákup, sum nú ber
tilnavnið “Poul í Geil”
Bygdarlív
Orð/myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skarvanes: Sigur ein Poul
Jákup Thomsen, sigur ein
samstundis “ein rættur havn
armaður”. Hann er vaksin
upp í høvuðsstaðnum, og tí
hevur Havnin sjálvandi nógv
at siga í lívi hansara.
Men sum Poul Jákup tek
ur til: – Soleiðis sum lívið
fer fram, fær ein eisini onn
ur virðir, sum gerast týdn
ingarmikil.
– Eg byrjaði at arbeiða og
undirvísa hjá Heilbrigdið her
á Skarvanesi. Og tá so eini
hús vórðu til sølu, avgjørdi
eg at flyta suður. Tað havi eg
ikki angrað, sigur hann.
Hann kann eisini fegnast
um, at restin av familjuni
somuleiðis er fegin um
hetta stigið, sum hevur givið
honum nøkur nýggj virðir í
lívinum.
– Hvørji hesi virðini eru?
Jú, friðurin – henda róin, at
kunna vera púra einsamallur
í bygdini, tí eingin annar býr
her.
– Sært tú, tað er henda
róin at vera tvingaður at vera
saman við sær sjálvum og
venja seg til tað, – tað ber
illa til at greiða frá tí. Tað
má bara upplivast, sigur Poul
Jákup.
At merkja seg sjálvan
Fyri nýggja íbúgvan í Skarva
nesi er eingin ivi um teir fyri
munir og tær serstøku upp
livingar, sum bygdarlívið
her geva honum.
Honum nýtist bara at
fara út um eina løtu ella
gloppa stovuvindeygað, so
er náttúran honum so nær, so
nær. Í fjøruni bróta aldurnar
og fram við húsunum tutlar
áin.
– Ja, hugsa tær hetta – at
kunna hoyra og eygleiða fugl
in í haganum. Síggja kópin
og fuglin á sjónum, hoyra
seyðin, gæsnar, dunnurnar
og hønurnar í túnum.
– Tá eg síggi ein skarv
fara flúgvandi í fjøruni, so
er tað ein sera vøkur sjón,
her hann fer framvið við
sínum langa hálsi. Hann er
ein sera vakur fuglur – tja, eg
veit ikki, hann fær meg altíð
at hugsa um eitt Concorde-
flogfar!
Eitt tað besta Poul Jákup
veit er at ganga langar túrar,
niðan í hagan ella inn eftir
vegnum.
– Her fært tú veruliga tíð
at hugsa um teg sjálvan,
merkja teg sjálvan og kenna
henda vælsignaða friðin
rundan um teg.
– Soleiðis er Skarvanes
bara, sigur Poul Jákup, sum
býr í teimum fyrstu húsunum
í bygdini.
Tilvitaður um lívið
Ein skuldi trúð, at tað tók
drúgva tíð hjá einum inn
føddum havnarmanni at
umhugsa avgerðina at flyta
til eitt so fjarlagið stað sum
Skarvanes.
At hetta yvirhøvur gjørdist
veruleiki hevur sjálvandi
sína orsøk og sína søgu.
Sigast kann, at hetta hevur
ikki skarvað eitt einasta petti
av lívsvirðum hansara:
Alt byrjaði við at Poul
Jákup fór at undirvísa í
hølunum, sum Heilbrigdið
hevur her í bygdini. Eitt var
at undirvísa øðrum í sálar
frøði og samskifti og øðrum
viðurskiftum, sum snúgva
seg um avvarðandi hjá rús
misnýtarum.
Men hjá Poul Jákupi sjálv
um byrjaði sálarfrøðin eisini
at gera sína ávirkan. Hann
gjørdist rætt og slætt bitin
av bygdarlívinum.
Sum hann sjálvur tekur
til: – Eg byrjaði snøgt sagt
at merkja sálarfriðin sum er
á einum slíkum lítlum plássi
sum hesum – henda serstaka
friðin, í mun til alt stressið
í Havn.
– Annaðhvørt fær ein eyg
uni upp fyri honum – ella fær
ein tað ikki! Eg eri annars
kendur fyri at renna runt og
ikki hava so nógv samband
við meg sjálvan og kenslur
mínar.
– Men her suðuri varð eg
tvingaður til at gerast meiri
tilvitaður um tað at liva,
– tað at kunna merkja seg
sjálvan og vera í samband
við seg sjálvan. Skal eg siga
sum er, so hevur tað faktiskt
verið ein gleðilig uppliving,
sigur Poul Jákup.
Felagsskapur
í einseminum
At búgva í Havn og á
Skarvanesi er sum tveir
heilt ymiskir heimar. Men
kortini hava hesir heimarnir
eitt til felags:
– Hygg bara sum í dag. Í
gjár var eg einsamallur her,
og í dag er húsið fult av fólki
sum koma á skeið. Soleiðis
fært tú eisini nøktað tín sosi
ala tørv her á staðnum.
Poul Jákup hevur ikki
– Her í Skarvanesi havi eg funnið tað, sum eg ikki havi sæð so nógva aðrastaðni – friðin, sum ein má tvinga seg sjálvan inn í, sigur nýggi íbúgvin á Skarvanesi, Poul Jákup Thomsen