mánadagur 1. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 1. mai 2006
5
Saman við so
mongum øðrum,
var sjey ára gamli
Ólavur Paulasson
Johannesen umborð
á Dúgvuni, tá hon
fór seinasta tœrin
um Leirvíksfjørð
SíÐSTI TÚRUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Men Ólavur át ikki pylsur
eins og hini børnini, ella
spældi úti á dekkinum.
Nei, hann var við pápa
sínum til arbeiðis henda
søguliga dagin, tá Dúgvan
sigldi sín seinasta túr.
Meðan pápin, Pauli
Magnusson, var uppi á
brúnni, var tað Ólavur,
sum saman við øðrum,
skipaði bilarnar inn í
ferjuna. Seinni, tá ið fólk
og bilar vóru innanborða,
hjálpti hann pápi sínum
uppi á brúnni.
Ólavur gongur í fyrsta
flokki, og júst sum øll hini
børnini gleddi hann seg til
at hátíðarhalda tunnilin.
Uttan at vita við vissu,
hvussu hetta skuldi gerast,
segði hann, at hann fór
mest møguligt at halda seg
uttandura í góðveðrinum,
sum var leygardagin.
Seinasti túrurin hjá Ternuni
Hugnaligur og sorgblíður. Soleiðis kendist tað, at vera millum seinastu
ferðafólkini við Ternuni um Leirvíksfjørð. Men mest av øllum var
tað veitsludámur, tá Ternan kom at landið, og allir lastbilarnir á
landi floytaðu, meðan Ternan heilsaði við horninum. Umborð fingu
ferðafólkini ókeypis kaffi, karamellir og sunkist, og ein serligur
ferðaseðil varð prentaður í sambandi við seinasta túrin.
Karmal Olsen førdi skipið seinasta túrin, og hann segði tað vera
eina hátíðarløtu, sum kortini var sorgblíð.
Leygardagin klokkan
13 fór Dúgvan
sín seinasta túr
úr Leirvík. Pauli
Magnusson førdi
skipið tann síðsta
túrin
SEINASTI TÚRUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Nógvir
norðoyingar
fegnaðust um, at tunnilin
lat upp leygardagin, men
tað var eisini ein syrgilig
løta hjá nógvum. Mest
sum allan fyrrapartin stóðu
fólk við ferjuleguna og
fagnaðu Dúgvuni. Tað var
eitt sorgblítt farvæl til ein
trúgvan tænara.
Tá ið Dúgvan silgdi inn
í Klaksvíkina, heilsaðu
lastbilar dúgvuni. Floyturnar
á stóru bilunum rungaðu um
allan býin. Dúgvan heilsaði
aftur við floytuni, meðan
hon silgdi runt nakrar ferðir,
áðrenn hon legði at.
Skipari á seinasta túrinum
hjá Dúgvuni var Pauli
Magnusson.
– Tað er við einum ávísum
sorgblídni, at eg sigli tann
síðsta túrin, tí at Dúgvan
er eitt deiligt arbeiðspláss,
sigur Pauli. Hann sigur seg
hava havt nøkur góð ár, tey
fimm árini hann hevur silgt
við.
– Onkuntíð hevur onkur
fýst eitt sindur, tá ið vit hava
verið seinkaðir, ella vit hava
avlýst onkran túr vegna
veður, men sum heild eru
ferðafólkini sera fryntlig,
sigur fyrikomandi skiparin.
–Hóast
undirsjóvar-
tunlarnir eru orsøk til, at
skip verða løgd, og harvið
arbeiðspláss niðurløgd, so
haldi eg, at tað er deiligt
við undirsjóvartunlunum.
Tað ger samferðsluna so
nógv lættari, sigur Pauli
Magnusson.
Til spurningin um, hvat nú
skal henda við manningini
umborð á Dúgvuni, sigur
Pauli Magnusson, at tey
flestu verða flutt á aðrar
farleiðir. Onkrar uppsøgnir
verða, og onkur fer frá vegna
aldur. Sjálvur skal Pauli sigla
um Skopunarfjørðin.
Vit á Sosialinum ynskja
Paula
og
fyrrverandi
manningini alt tað besta
framyvir.
Skipari á síðsta túrinum
hjá Dúgvuni var Pauli
Magnusson. Við hansara lið
situr sonurin Ólavur, sum
hjálpir til.
Strandferðslustjórin, Kristian
Davidsen, heilsar Jákupi
Joensen, sum sigldi um
Leirvíksfjørð í mong ár. Hann
seldi eitt nú ferðaseðlar og
var kendur fyri sínar stuttligu
viðmerkingar til ferðafólkini.
Dúgvan fyri seinastu ferð
Skiparin lítli