Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 23. mai 2006  – Og í gjárkvøldið (miku­ kvøldið í farnu viku, blðm.) var eg heima á Sandi og hugdi eftir fótbóltsdystinum mill­ um Barcelona og Arsenal. Har vóru eini hundrað onnur fólk og hugdu eftir dystinum á stórskíggja. – Aftaná dystin fór eg aft­ ur higar í einsemið. Í dag havi eg nevniliga nógv meiri brúk fyri at vera einsamallur við mær sjálvum, tá eg geri undirvísingartilfar ella fyri­ reiki meg til fyrilestrar. – Tað er bara ótrúliga gev­ andi at kunna fáa gagn av øllum friðinum, sum valdar her á staðnum. Her eru so nógv virðir, sum ein kanska ikki hugsar so nógv um dag­ liga í Havnini. – Tey eru ikki so nær har, sum tey altso eru her!, sigur Poul Jákup sum eisini fegnast um møguleikan at kunna fara til húsini, tey eiga í Havn. Hevur hann onkrar upp­ gávur í Havn, so svevur hann har. Og til aðrar tíðir kem­ur familjan suður til Skarva­ nesar. Virðini eru her At ein slíkur maður úr høv­ uðsstaðnum búsetir seg sum tann einasti íbúgvin í eini at kalla avtoftaðari bygd, hevur hann sjálvandi fingið onkrar viðmerkingar um. – Ja, hvat hildu fólk í roynd og veru um ætlan tína at flyta til Skarvanes? Tann fyrsta viðmerkingin hann fekk frá fólki, var helst tann at tey undraðu seg yvir hesa avgerðina. Tey søgdu: – Til Skarvanesar??!! Álvaratos, – meinar tú tað??!! – Eg sá tað bæði á krops­ máli teirra og hoyrdi tað væl á ræddarleguni, at tey hildu sera lítið um hetta. Tey vóru høflig og søgdu tí ikki meiri enn tað. – Men tey sum hava verið her, og tey sum hava gingið túrar her og hava upplivað náttúruna og djóralívið, tey hava eisini sæð tað sama. – Tey skilja tað ikki, fyrrenn tey sjálvi hava verið her og sæð virðini, sum finnast her, sigur Poul Jákup, sum hevur verið skarvanesmaður hetta seinasta hálvtannað árið. Poul í Geil Húsini sum familjan Thom­ sen hava keypt eru fyrstu hús­ ini, ein kemur til á Skarva­ nesi – húsini við Geilaránna. Tað fyrsta ein leggur merki til er tann svarti skutarin hjá honum, sum stendur uttan fyri húsini. Hetta er í øllum førum eitt greitt tekin um at lív er komið aftur í bygdina, sum kanska mong mettu sum út­deyða. Men Poul Jákup og familjan vildu tað øðrvísi. Inni í húsinum er alt tað, sum hoyrir til eini vanlig hús í dag, m.a. eisini ein peis. Aftrat øllum er eitt ótrú­ligt útsýni suðureftir og vestur­ eftir. – Eg veit ikki, tú. Men nú kalla tey meg bara fyri “Poul í Geil” – eins og tann gamli havnarmaðurin, sum fyrr seldi tapet og lím har niðri á Kongabrúnni. – Ja, mangt broytist á man­ sins ævi, sigur Poul Ják­up, sum eisini hevur fing­ið nógv eykanøvn manna millum – so sum Poul Skarv ella Poul á Nesinum. Sama ger. Navnið spillir ongan – hóast ein nú eis­ini ber navnið Poul á Skarva­ nesi! Sjálvt á Skarvanesi hevur døgnið 24 tímar. Og hesar tímarnar brúkar Poul Jákup væl og á ymiskan hátt. Hetta er ikki eitt stað fyri svøvnsskarvar. Í bygdini eru hønur og dunnur at passa, og heima við hús liggur ein violin og bíðar eftir honum. Honum dámar sera væl at ganga túrar inn eftir vegnum, teir 2–3 km. inn móti dalinum. Hevur hann hinvegin hug at fara ein túr við skutaranum, er ikki so langt at koyra inn í handilin Eldhús á Sandi. Har fær hann altíð eitt gott prát. – Teir plaga at seta mær spurningar: – Nú, góðin. Hvat hendir á Skarvanesi? – So plagi eg at fortelja teimum um øll tey mongu fólkini, sum koma higar hvønn einasta dag og hvat tey gera. Hetta fáa teir seg illa at trúgva, og tá teir so byrja at siga “So, so, góðin”, tá gevist eg!, sigur Poul Jákup við einum brosi. Annars er Skarvanes at kalla ein blindtarmur í før­oyska veganetinum. Vanliga koma ikki nógv fólk hagar, sum ikki ætla sær tað. Men tað kemur kortini fyri at út­lendingar koma higar. Tey síggja bara á kortinum at koyrandi er higar. Tey vita ikki reiðiliga, hvat tey koma til, men fylgja bert vegnum til bygdina. – Tað eru fá fólk sum hava verið her, men tá und­ ir­sjóvartunnilin kemur, tá fara nógv fólk at koma hig­ar. Tað verður helst eitt út­ferðarmál eins og Múli og Gása­dalur. – Men tá tunnilin kemur, tá seta vit ein bumm fyri, sigur hann við einum skálka­smíli. givið skarvin yvir – So so, góðin! – Eg skal bert lata upp eitt vindeyga her í køkinum, so er náttúran beint uttanfyri – fuglaljóðið, brimið, seyðurin – snøgt sagt alt!, sigur Poul Jákup – ella Poul í Geil, sum teir nevna hann har suðuri Poul Jákup er ein frálíkur undirvísari og undirhaldari. Hann fær altíð fólk at flenna, sjálvt tá álvarsmál eru á skránni. Sum ein part av skeiðnum henda dagin bjóðaðu hann og Ingi Mohr luttakarunum ein túr oman í bygdina Familjudeildin hjá viðgerðarheim Heilbrigdið heldur til á Skarvanesi. tey avvarðandi hjá misnýtarunum hava eisini brúk fyri stuðli og undirvísing, og hetta tekur Poul Jákup sær av. Nógv verður gjørt við tað sosiala í hesum sambandi, bæði við hugna og nógvum sangi “Hvat er eitt gott lív?”, spyr Poul Jákup. Ein og hvør persónur má fáa ymiskar tørvir nøktaðar. Tann týdningarmesti er tann likamligi, men aðrir tørvir mugu eisini nøktast, soleiðis at viðkomandi kann geva nakað frá sær. Um ikki – kann tað enda við frustrasjónum, vreiði og øðrum í sama bólki. Her á Skarva­ nesi fært tú veruliga tíð at hugsa um teg sjálvan, merkja teg sjálvan og kenna henda vælsignaða friðin rundan um teg ”