Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 98 - 23. mai 2006 Hvørki regn ella vindur kundi leygardagin forðað børnunum og teimum vaksnu í at fara í føðingardag hjá sparikassa- maskottinum Bassa Føðingardagur Orð/mynd: Snorri Brend Tórsvøllur: Tað var vetrar­ veður á Tórsvølli seinna­ partin leygardagin, tá Føroya Sparikassi hevði boðið til hátíðarhald í samband við føðingardagin hjá Bassa. Hundraðtals børn og vaks­ in høvdu leitað sær higar, hóast bæði vind og kava­­æl. At tey gjørdu tað, mundi fyrst og fremst vera tí at allir aktørarnir í sambandi við Trøllapætur og Omm­ una vóru til staðar og sang­ bólkurin Popkorn. Her fingu tey so enn eina­ ferð at síggja politistar, mafiuna, handilsmannin og Ommuna og ommusonin á palli samstundis, áðrenn Popkorn rundaði tiltakið av við einum nýggjum sangi til føðingardagsbarnið og aðrar av teirra kendu sangum. Tiltakið byrjaði kl. 15 og vardi í góðan hálvan annan tíma. Møguleiki var eisini at bowla og fiska saman við Bassa. Tað hevur leingi verið greitt at 200 ára gamli kirkju­garðurin í Havn trongdi bæði til ábøtur og endur­nýggjan. Nú verður farið undir hetta arbeiðið Ábøtur Snorri Brend Havn: Tey sum ferðast fram við kirkjugarðinum á Svínaryggi gerast skjótt greið yvir, at neyðugt er við ábøtum. Millum kravdu ábøturnar er neyðugt at leiða burtur vatnið í niðasta parti av kirkjugarðinum, og at um­væla bæði gøturnar, rima­verkið og portrini. Ein partur av trupulleikanum er helst hann, at kloakkrørini, sum liggja í garðinum, eru brotin. Hetta hevur umsitingin í Tórshavnar kommunu ar­beitt við í eina tíð, og nú er líkt til at okkurt fer at henda á hesum økinum. Eitt yvirlit yvir hesar ábøtur vísir at hetta fer at kosta um 400.000 kr. Hesa upphæddina játtaði býráðið á seinasta fundi sínum. Nevndur varð møguleikin at leggja asfalt ella oljugrús á gøturnar í garðinum, men hetta verður kortini ikki gjørt. Mett verður nevni­liga, at hetta ikki mundi hóskað seg í hesum 200 ára gamla og friðaða kirkjugarðinum. Tað er ikki bert bíði­ listi eftir grundøkjum í Havn. Eisini smá­ bátaeigarar í hópatali ynskja sær pláss við bátabrúgvarnar í Havn. Hetta verður í framtíðini gjørligt í nýggjari smábátahavn í Álakeri Bátar Snorri Brend Álaker, Havn: Trupulleikin er bert tann, at kommunan ikki hevur havt pláss til allar bátarnar í kommununi. Í dag liggur kommunan inni við eini 200 umsóknum um slík loyvi, harav tær elstu eru frá 1993. Sagt verður, at fleiri um­ søkjarar helst hava aftrað seg at søkt um bátapláss, tí útlitini fyri at fáa eitt slíkt hava verið so vánalig. Nú skal hinvegin broyt­ing koma í. Ætlanin er nevni­ liga at geva pláss fyri minst 120 smábátum í Álakeri, nær­hendis neystinum hjá Havnar Kappróðrarfelagi. Áðrenn hetta kann gerast veruleiki er neyðugt at gera eitt grótkast, tí annars er vandi fyri rættiligum brimi í hesi víkini. Fyrst verður tó ein modellroynd gjørd um avleiðingarnar av einum slíkum grótkasti. Á fundi hóskvøldið sam­ tykti býráðið at játta 1 mió kr. til hesar modellroyndir. Eftir tað verður arbeitt víð­ ari við hesi ætlanini, sum mangir bátaeigarar hava bíð­að leingi eftir. Føroyar hava í løtuni formansskapin í norðurlendska skóta­ samstarvinum, og í hesi vikuni verður ein stór norðurlendsk skótaráðstevna í Føroyum. Ráðstevnan skal m.a. umrøða spurningin, hvussu skótarørslan kann halda fram sum ein virkin sam­felags­ ávirkari næstu hundrað árini Skótalív Snorri Brend Norðurlendska skótaráð­ stevn­an byrjar hósdagin 25. mai – Kristi himmals­ ferðardag og heldur fram vikuna út. Fleiri enn 100 skótar vera á ráðstevnuni, sum verður hildin á Hotel Føroyum og í Norður­landa­ húsinum. Skótarnir eru úr Grøn­ landi, Íslandi, Danmørk, Noregi, Svøríki, Finn­landi og Føroyum. Har­um­framt eru umboð fyri evropa­ nevndirnar og evropa­skriv­ stovurnar hjá skótun­um við á ráðstevnuni. Føroyar hava síðani 1992 verið fullgyldugir lim­ir í norðurlendska skóta­ samstarvinum. Á ráðstevnuni verða fleiri verkstovur. Viðgjørt verður m.a., hvussu limatalið kann vaksa og hvussu limirnir kunnu verða røktir, hvussu rúm kann vera fyri øllum í skótaarbeiðinum, og hvussu skótarørslan kann halda fram sum ein virkin sam­felagsávirkari næstu hundrað árini. Endamálið við norður­ lendska skótasamstarvinum er at geva møguleikar fyri samstarvi, og at skótaliðini í ymsu londunum kunnu læra av royndunum hvør hjá øðrum og at skilja norðurlendsku mentanina. Føroyingar eiga oddasessin í norðurlendska skóta­ sam­starvinum. Nú skal tosast saman um, hvussu skótaarbeiðið kann mennast í framtíðini (savnsmynd) Betri pláss til bátaeigarar Norðurlendsk skótaráðstevna um framtíðina Kirkjugarðurin fær ábøtur Børn og vaksin í hópatali lurtaðu eftir Trøllomm uni, sum eisini dugir at spæla violin Føðingardagur í vetrarveðri Suður­ streymoy Myndin er tikin í januar í ár man best vísa, hvussu stórur tørvurin er á ábøtum á gamla kirkjugarðin í Havn