mánadagur 1. mai 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 1. mai 2006
7
Ein rúgva av fólki
vóru savnaði saman
at siga dúgvuni
farvæl. - Dúgvan
hevur verið sosiala
samlingsstaðið hjá
norðoyingum, segði
Jacob Vestergaard
millum annað í røðu
sínari
Heini S. Kristiansen
Heinik@sosialurin.fo
Dúgvan legði at klokkan
13.30 ein hálvan tíma seink
að. Nógv fólk vóru komin
saman á ferjuleguni. Klaks
víkar Hornorkestur spældi á
landi og umborð vóru eisini
hornleikarar, sum undirhildu
ferðafólkunum.
Tá ið lúkan opnaðist,
komu ferðafólkini gangandi
út við løgmanni á odda.
Veðrið var sera gott, og øll
sóu út til at vera í góðum
lag. Kristian Davidsen,
stjóri á strandferðsluni,
byrjaði við at hada røðu.
Hann hugleiddi um, hvussu
ferðslan um leirvíksfjørðin
hevur ment seg gjøgnum
árini. Nú hava vit so rokkið
eitt klimaks, nú tunnilin
er latin upp. Hann takkaði
manningini á Dúgvuni fyri
trúgva tænastu og legði dent
á, at tað er ikki vegna ónøgd
við teirra tænastu, at tunnilin
er gjørdur.
Jacob Vestergaard kom
inn á, hvønn týdning hugnin
umborð hevur havt fyri tey
ferðandi.
Dúgvan hevur verið sosi
ala samlingsstaðið hjá norð
oyingum.
- Fólk hava fingið tíð til
at seta seg niður og hugsa.
Tað hevur verið ymiskt, hvat
fólk hava nýtt tíðina til, men
tað hevur uttan iva verið gott
fyri tey ferðandi at fáa ein
steðg í skundmikla degnum,
segði Jacob Vestergaard.
Eftir tí nostalgisku løtuna
við ferjuleguna, var farið
í skrúðgongu niðan til
tunnilsmunan. Ellisakførini
leiddu skrúðgonguna, og ein
rúgva av fólki gekk aftaná.
Hornorkestrið sat uppií
einum lastbili og spældi
march-tónleik.
Føroya Bjór fagnaði tunnilinum
Ein konvoy av bilum hjá Føroya Bjór
koyrdu floytandi gjøgnum býin. Tað er
eingin ivi um, at tunnilin fer at gera
tað nógv lættari hjá Føroya Bjór at
flyta vøru frá bryggjarínum í Klaksvík
til handlar hinumegin fjørðin.
HK
Nógv fólk søgdu Dúgvuni farvæl