Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 23. mai 2006 11 Tað hevur viðrað stak illa hjá smærru útróðrarbátunum í Klaksvík higartil í ár Útróður Orð/mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Stengurnar, Klaksvík: Miku­dagin lógu flest allir út­róðrarbátarnir bundnir við bryggju. Umborð á einum teirra – Skýliskletti – var út­róð­rar­ maðurin, Jógvan Páll Stein­ berg í ferð við okk­urt smá­ vegis arbeiði í maskin­uni. Eins og hinir útróðrar­menn­ inir í hesum fiskivinnubýi okkara bíðar hann somuleiðis eftir líkindum, bæði veðri og streymi. – Høvdu vit bara fingið fleiri túrar, so hevði verið betri, sigur Jógvan Páll. Prísinum á hýsuni hevur einki bilað. Hann hevur ligið upp móti 14 kr. fyri kilo, men var herfyri heilt uppi á 20 kr. – Men vit sleppa ikki út fyri veður, sigur hann harm­ ur á málinum. Báturin sjálvur er góður í sjónum. Men við so vána­ ligum veðri sum tað hevur verið í seinastuni, er ikki nógv annað at gera enn at liggja við bryggju og bíða. Smáligt í ár Tað er altíð ójavnt, hvussu nógvar stampar ið bátarnir hava við sær, tá farið verður til útróðrar. Tað eru mong viðurskifti, sum avgera hetta. Tá teir báðir Harry og Jógvan Páll fara til útróðrar, hava teir vanliga 24 stampar við sær. – Vit eru tveir mans við hvørja ferð, sigur Jógvan Páll. Fiskiskapurin hjá út­róð­ rarmonnum er eisini ójavnur ár undan ári og til tær ym­iskur árstíðirnar. Men tá tosað verður við útróðrarmenn um fiskiskapin higartil í ár, er svarið helst tað sama: Tað hevur verið sera smáligt! Viðrað illa At fiskiskapurin hjá Skýlis­ kletti ikki hevur verið nakað undantak í so máta, kann Jógv­an Páll skriva undir uppá: – Skal eg siga sum tað er, so hevur fiskiskapurin í ár verið rættiliga vánaligur. – Tað viðraði stak illa fyrr í vár, og nú í mai mánaði hevur verið heilt galið, sigur Jógvan Páll. Orsakað av vánaligu veð­ ur­ líkindunum hevði Skýlis­ klettur ikki verið til útróður í eina viku, framm­an­undan samrøðuni við henda út­róð­ rarmannin á Stong­unum. Tá samrøðan varð gjørd mikudagin í farnu viku var ætlanin kortini at fara til fiskiskap fyrst í hesi vik­ uni. – Tá er streymurin eisini munandi betri, sigur hann. Fleiri túrar Eitt er so veðurlíkindini. Hvussu hevur verið við sjálv­um fiskiskapinum í ár, sam­anborið við í fjør? Skal ein samanbera fiski­ skapin hjá Skýliskletti, so ber tað ikki heilt væl til, tí í fjør lógu teir stilt í nakrar vikur, orsakað av einum breki í maskinuni. – Men eg haldi, at í ár hev­ ur tað verið av tí allar lakasta, slær Jógvan Páll fast. Um ein tosar við út­róð­ rar­menn í Klaksvík er helst semja um hetta sama. Februar mánaður var hampi­liga góður, men hinar mán­að­ir­nar hevur verið stak lítil fiski­skapur. – Tað var nakað at fáa í vár. Men trupulleikin er bert hann, at tað hevur viðrað so ómetaliga illa. – Tað hevði hjálpt gott um vit fingu heldur fleiri túrar, sigur hann. Skýlisklettur, sum eisini hevur verið heimahoyrandi í Íslandi, er ein Aqua Star 33 bátur úr glastrevjum. Henda bátin hava teir havt í tvey ár. Frammanundan høvdu teir ein 29 fót bát av sama slagi. Sjálvur hevur Jógvan Páll verið útróðrarmaður síðani 1992, og var til skips áðrenn tað. Jógvan Páll og bróðir hansara hava verið við útróðrar­ bátinum, men tá bróðurin fekk annað arbeiði fór hann av. Í dag eru tað feðgarnir báðir – Harry og Jógvan Páll Steinberg– sum reka henda útróðrarbátin. Útróður er lítið at tosa um Størri bát Tá veðrið er ólagaligt er ikki annað at gera enn at liggja við bryggju og bíða eftir líkindum – Tað hevur viðrað illa hjá okkum í vár, sigur útróðrarmaðurin og klaksvíkingurin, Jógvan Páll Steinberg Norðoyar