mánadagur 1. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 83 - 1. mai 2006
Í dýrdarveðri og
við túsundtals
áskoðararum
varð snórurin til
Norðoyatunnilin
kliptur leygardagin.
Ein tann størsta
broytingin í føroysku
samferðsluni
nakrantíð var
veruleiki, og neyvan
var tað ov nógv sagt,
at Norðoyatunnilin
er krúnan á tí mikla
samskiftisverki, sum
farið varð undir fyri
skjótt hálvari øld
síðani, sum løgmaður
tók til í røðu síni
Tunnilshald
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Hæddarpunktið
stóra
tunnilshátíðarhaldinum í
Klaksvík um vikuskiftið
var sum vera man løtan
leygardagin, tá snórurin
varð kliptur. Fyri røðararnar
Johannes
Eidesgaard,
løgmann, Bjarna Djurholm,
landsstýrismann, Steinbjørn
O. Jacobsen, borgarstjóra
og Bergur í Garði, formann
í p/f Norðoyatunlinum var
lítil ivi um, at júst røðan í
dag var við til ein boða frá
eini broyting, sum kanska er
at meta sum tann størsta í
nýggjari tíð – ikki bara fyri
norðoyingar men fyri alt
føroya fólk.
Meir samanhald,
minni sundurlyndi
Johannes Eidesgaard minti
á, at hesin merkisdagurin
umboðar enn eitt lið í tí
menning, sum tók seg upp
fyrst í sekstiárunum, tá
Føroya fyrsta berghol varð
upplatið.
– Fyri mong var tað til
stóra undran, tá farast kundi
gjøgnum eitt heilt fjall við
bili. Men upp aftur størri var
undranin, tá heil bilafylgi
hvurvu niður í sundið
øðrumegin fyri løtu seinni
at koma turrskødd upp aftur
hinumegin. Aftur mugu vit
ásanna, at mangt broytist á
mansins ævi.
Norðoyatunnilin, sum
í dag verður upplatin, er
ikki bara tann longsti av
sínum slag higartil í landi
okkara, men eisini ein miðil,
ið knýtir okkara ríkasta
vinnuøki at miðøkinum.
Tað er tí ikki ov nógv sagt, at
Norðoyatunnilin er krúnan
á tí mikla samskiftisverki,
sum farið varð undir fyri
skjótt hálvari øld síðani,
segði løgmaður.
Kundi betraða sambandið
millum oyggjarnar eisini
ført til minni sundurlyndi
og meira samanhald millum
okkum føroyingar, so var
nógv vunnið.
– Nú verður Klaksvíkin
av álvara næststørsti býur
í Føroyum við øllum
teimum møguleikum og
avbjóðingum, sum tað
hevur við sær. Onkur hevur
sagt, at í lívinum hjá einum
menniskja eigur at vera ein
dagur, tá tað - og bara tað -
er miðdepil. Tað sama kann
verða sagt um eina oyggj ella
ein landspart. Norðoyingar
– hetta er fyrst og fremst
tykkara stóri dagur! Og
vit øll fegnast saman við
tykkum, segði løgmaður.
Steðga ikki her
Í røðu síni mintist Bjarni
Djurholm millum annað aftur
á, tá hann 10. desember 2002
helt røðu í sambandi við, at
fyrsti undirsjóvartunnilin
í Føroyum varð tikin í í
nýtslu.
– Hóast fyrireikingarnar
tá vóru byrjaðar uppá henda
undirsjóvartunnil, vardi tað
meg ikki, at vit longu minni
enn trý og eitt hálvt ár seinni
skuldi standa her í sambandi
við, at fasta sambandið
millum Norðoyggjar og
Eysturoynna skuldi takast
í nýtslu.
– Sum vinnumálaráðharri
má eg bara staðfesta, at
vinnuligi týdningurin av
einum góðum infrastrukturi
ikki kann yvirmetast, og
eg eri sera spentur uppá at
síggja, hvussu Norðoyggjar,
og kanska serliga Klaksvík,
fer at mennast komandi
árini.
– Vit eiga tó ikki at
steðga her. Vit eiga alsamt
at stremba eftir at fremja
verkætlanir, sum gera okkum
ríkari sum samfelag og betri
fyri í altjóða kappingini. Vit
skulu ikki vera bangin fyri
at gera stórar íløgur, tá tær
eru skilagóðar, so vit við
teimum kunnu avlevera
Føroyar sum eitt land við
størri møguleikum til okkara
eftirkomarar.
Ferjumanningar
ikki gloymdar
– Vit standa í dag á einum
vegamóti,
helt
Bjarni
Djurholm fram, har vit siga
farvæl við gomlu sjóvegis
farleiðina um fjørðin, og
bjóða nýggju farleiðini
vælkomnari. Nú verður
tað hvørki ferðaætlan ella
veðurvánir, sum longur fara
at gera av nær vit ferðast.
Dyrnar eru í dag víðopnar til
umheimin, til avbjóðingarnar
og møguleikarnar.
Í øllum hátíðarrúsinum
kundi verið skjótt at gloymt
tað arbeiðið, ið hóast alt hevur
verið lagt í at fáa fólk og bilar
trygt yvir um Lervíksfjørð
øll hesi árini. Men eisini
manningarnar á ferjunum
fingu eina heilsan og tøkk
frá landsstýrismanninum.
– Eg rokni við, at allir
norðoyingar taka undir við
mær, tá eg fari at senda eina
serstaka tøkk til manningina
umborð á teimum skipum,
sum hava røkt farleiðina
um Leirvíksfjørð. Sum
landsstýrismaður havi eg
bara hoyrt gott um tykkara
innsats, bæði árla og síðla, og
um tær hugnaligu løturnar,
sum fólk hava haft umborð.
Tit kunnu vera vísir í, at
orsøkin til, at man er farin
undir hesa verkætlan ikki er
ónøgd við tykkara arbeiði,
tvørturímóti, segði Bjarni
Djurholm.
Steinbjørn O. Jacobsen,
minti á, at stóra broytingin,
Norðoyatunnilin fer at hava
við sær, ikki fer at henda so
við og við
– Nei, hon hendir her og
nú, í dag – ein kollvelting,
sum veruliga flytir mørk
og broytir umstøður og
fyritreytir. Ikki minst ger
hetta seg galdandi okkara
megin Leirvíksfjørð, men
eisini Eysturoyarmegin
fjørðin fer tann nýggja
farleiðin undir fjørðin at
flyta mørk og skapa nýggj
atferðarmynstur og við
teimum eisini nýggjar
møguleikar.
– At vera størsti býur í
norðurøkinum er í sjálvum
sær ein stór styrki og
grundarlag fyri menning
– eisini nú fast vegasamband
verður til og úr Klaksvík.
Tað er tí heilt nátúrligt,
at Klaksvík hevur sín lut í
lands-almennum stovnum,
eisini nú eftir at fasta vega-
sambandið er veruleiki. Eg
vil nýta hetta høvið at heita
á okkara landspolitikarar um
at hava hetta í huga og virða
Klaksvík, tá arbeitt verður
við almennum stovnum.
– Vón og mið okkara í
Klaksvíkar Býráð er, at
hesin framburður eisini
skal falla býi og øki okkara
í lut, samstundis sum at vit í
Norðoyggjum skulu duga at
síggja teir møguleikar sum
Norðoyatunnilin:
Krúnan á samskiftisverkinum
Steinbjørn O. Jacobsen,
Kristian Davidsen