mánadagur 1. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 98 - 23. mai 2006
Teir knappliga 70
bátarnir sum vóru
komnir til Vestmanna
á Bátastevna, løgdu
nógv fyri, fyri at koma
fram. Teir fingu tó ein
sera góða stevnu, men
sluppu ikki avstað
aftur fyri veður
BÁTASTEVNA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Veðrið leikaði í í Vestmanna
leygarkvøldið. Kortini vóru
ikki minni enn sjeyti bátar,
sum luttóku á bátastevnuni,
sum VÍF skipaði fyri. – Tá
so nógvir bátar leita til Vest
manna í so ringum veðrið, so
kunnu vit ikki vera annað enn
sera væl nøgd, sigur Jónfinn
Egilsnes, høvuðsfyrireikari
av bátastevnuni.
Í samband við stevnuna,
høvdu fyrireikararnir lagt
bátabrúgvar út frá keiini í
hylinum, har trolarararnir
plaga at liggja. – Allar brúgv
arnar, uttan ein, sum vit hava
lænt frá Kvívíks Kommunu,
hava ligið á Sørvágsfirði,
og tær hava vit so riggað til,
soleiðis at vit kundu brúka
tær til bátastevnuna, greiðir
Jónfinn Egilsnes frá.
Grillkvøld undir
fiskakassum
Komin á land bjóðaði VÍF
luttakarunum suppu, og
eisini var ein øl við eini ser
ligari bátastevnu etikett at
fáa. Men tað var ikki bert
suppa at fáa í Vestmanna
hetta leygarkvøldið, tí á
havnalagnum varð skipað
fyri grillkvøldi í øllum
ódnarveðrinum. Tað vóru
dreingir 14 ár hjá VÍF, sum
skipaðu fyri hesum, og teir
høvdu riggað seg til við
fiskakassum, soleiðis at
lívd fekst fyri vindinum og
regninum. Og saman við
góðum harmonikutónum
syrgdu teir fyri, at ongin
nýttist at vera svangur til
bátastevnuna.
Uppi í høllini var eisini
ymisk tiltøk á skránni. Har
var tað gentur 14 ár sum
skipaðu fyri. Aftrat øllum
teim vanligu stevnuaktivi
tetunum, skipaðu tær fyri
eini kastikapping. Tær
høvdu fingið hendir á einum
tóli, sum máldi hvussu hart
ein megnaði at kasta, og var
hetta eitt sera vælumtókt
tiltak.
Sluppu ikki
avstað aftur
Tá tað leið út á kvøldið og
náttin kom, varð skipað fyri
dansi í høllini, og har var
dansa bæði væl og longi.
Men tá stevnuluttakararnir
sunnudagin ætlaðu sær heim
aftur, varð tað av ongum.
Veðrið var tá vorðið so
mikið ringt, at tað var ikki
hugsingur um, at fara avstað
aftur við báti. Heldur ikki
teir 20 húsvognarnir, sum
vóru við á stevnuni, hættaðu
sær avstað aftur.
– Hetta er fyrsta ferðin,
at bátarnir ikki eru slopnir
av aftur bátastevnuni, so í
so máta var henda stevnan
søgulig, heldur Jónfinn
Egilsnes skemtandi fyri at
enda.
Bátastevna í ódnarveðri
Ein arbeiðsbólkur er
settur til at arbeiða
við ætlanini um at
útbyggja leguhúsið.
Næsta byggistigið
verður ikki eftir
upprunaligu ætlanini
HEIMAMISSIÓNIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Leguhúsið í Nesvík skal
útbyggjast. Ein arbeiðsbólkur
er settur til ítøkiliga at
arbeiða við útbyggingini.
Vagn Foldbo, aðalskrivari
hjá Heimamissiónini, sigur,
at tað ikki verður bygt eftir
upprunaligu ætlanini. – Í
tí ætlanini er svimjihøll og
fimleikahøll. Tað, sum vit
hava brúk fyri, er ein for
samlinghøll, nøkur eyka
seingjapláss og høli til
umsiting, sigur hann.
Leguhúsið í Nesvík er
upptikið mestsum hvørt
vikuskifti. Tað eru barnaleg
ur, seturskúlar, bygdalegur,
brúdleyp og annað. Um
summarið er mest virksemi, tí
at tá eru legurnar. Leguhúsið
í Nesvík hoyrir til tí føroysku
Heimamissiónina, og verður
tað nýtt av øllum greinunum
í Heimamissiónini. Tað eru
21 fólk í starvi hjá Heima
missiónini.
Jákup Kass var formaður
í bygginevndini, sum á
sinni stóð fyri arbeiðinum
at fáa leguhúsið bygt. Hann
heldur, at leguhúsið hevur
havt sera stóran týdning
fyri Heimamissiónina, síð
ani tað varð vígt í 1993.
Spurdur, hví teir valdu at
byggja húsið í Nesvík, svarar
Jákup, at teir høvdu tørv á
einum staði, sum lá mitt í
landinum. Heimamissiónin
er landsfevnandi, og virk
semið í leguhúsinum er pri
mert landsfevnandi, so fólk
úr øllum landinum máttu
hava lætt at ferðast til legu
húsið.
Vagn foldbo sigur, at økið
við streymin liggur sum ein
miðdepil í Føroyum, og tí
varð húsið bygt í Nesvík.
Onnur øki vórðu eisini um
rødd, millum onnur Saks
urnardalur, men Nesvík varð
valt. – Hetta er eitt sentralt
pláss, samstundis sum tað er
eitt sindur avsíðis, so tað er
sera vælegnað til legur og
annað, sigur Vagn Foldbo.
Leguhúsið í Nesvík
útbyggjast
Leguhúsið í Nesvík skal útbyggjast. Til tær stóru legurnar um summarið er húsið í so lítið
Landsstevna hjá sjómans
kvinnuringunum
Í vikuskiftinum høvdu sjómanskvinnuringarnir lands
stevnu í Nesvík. Lansstevnan verðir hildin einaferð
um árið. Um 2oo fólk luttøku. Lansnevndin fyri
sjómanskvinnuringunum skipaði fyri. Torleif Johannesen,
sjómanstrúboðari, sigur, at tey eru sera vælnøgd við
tiltakið. Ringa veðrið forðaði teimum í at fara út til
tey uttandura tiltøkini, sum vóru á skránni, men fólk
hugnaðu sær kortini inni. Leygardagin varð tosað um
arbeiðið, har tey lokalu høvdu møguleika at greiða frá
sínum arbeiði.
HK
Hvørki bátar ella húsvognar sluppu avstað aftur av Bátastevnuni í vikuskiftinum
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Hesar eldru damurnar hugnaðu sær óført á
landsstevnuni hjá sjómanskvinnuringunum
Norður
streymoy