mánadagur 1. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 1. mai 2006
9
– At skera snórin av er ikki nakað stórt átak, men lítið er tað, sum ger stóran mun, helt Bjarni
Djurholm fyri, tá hann skar snórin til Norðoyatunnilin av við einum grindaknívi
liggja í breiðari samstørvum,
til frama fyri landið alt,
uttan at vit tó sum lokaløki
missa okkum sjálvi burtur
men framhaldandi verða
ein sterkur samansjóðaður
landspartur,
sum
framhaldandi fer at skapa
virðir til frama fyri land og
fólk okkara, segði Steinbjørn
O. Jacobsen.
200.000 til RFF
Heldur ikki Bergur í
Garði, formaður í P/F
Norðoyatunlinum ivaðist í,
at løtan var ein av teimum
stóru hendingum í føroyskari
samferðslusøgu.
– Tey
yngru,
hava
ofta lyndi til at taka ta
menning, ið er farin fram á
samferðsluøkinum seinastu
30–40 árini, meir ella
minni sum eina sjálvfylgju.
Hava, um eg má siga tað
soleiðis, fingið hana inn
við móðurmjólkini. Vit lata
okkum ikki imponerera, helt
Bergur fyri og heler fram
– Fyri góðum 2 árum
síðan varð fyrsta skotið
Borðoyamegin latið av. Tað
var millum aðrar Eliesar
Sørensen, sáli, sum tann
dagin var við at trýsta á
knøttin. Hetta gjørdi hann,
sum umboð fyri eitt ættarlið
undan okkum, føddur beint
eftir næstseinasta aldarskifti,
har fjøll, firðir og sund
avmarkaðu samskifti og
samferðsluna
millum
oyggjar og millum bygdir.
– Eg haldi, at eg loyvi
mær at minna okkum
yngri á, at tað vóru hesi
sum løgdu grundalagið
undir tí vælferðarsamfelag
vit hava í dag. Tær stóru
útbyggingar, ið eru framdar
á samferðsluøkinum er
sjálvandi partur av hesum
vælferðarsamfelagi. Tøkk
havi tit fyri tað.
– Fyri okkum, ið hava
havt ábyrgdina av hesi stóru
verkætlan, hevur trygdin hjá
teimum sum hava havt sítt
dagliga arbeiði í tunlinum
havt hægstu raðfesting. Nú
Norðoyatunnilin verður
latin upp fyri ferðslu, er
tað okkara vón og okkara
áheitan, at vit sum fara at
nýta tunnilin, eisini koma
at seta trygdina í hásæti.
– Partafelagið Norðoya-
tunnilin ynskir, nú tunnilin
verður tikin í nýtslu, at heiðra
tí arbeiði, ið gjørt verður, at
bøta um ferðslutrygdina og
ferðslumentanina - serliga
hjá okkara ungdómi, segði
Bergur og boðaði samstundis
frá,
at
Nevndin
fyri
Norðoyartunnilin tí hevði
avgjørt, at veita Ráðnum
fyri Ferðslutrygd eina
peningagávu stóra 200.000
kr. til hetta arbeiðið.
Bergur í Garði ivaðist ikki í,
at løtan var ein av teimum
stóru hendingum í føroyskari
samferðslusøgu.
David Reinert Hansen