Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 23. mai 2006 13 Hesi seinnu árini hevur verið vanligt, at tey sum hava áhuga fyri støðuni á útoyggjunum og annars bygda­menning, hava hitst eina ferð um árið til eina serstaka útoyggjastevnu Stevna Snorri Brend Útoyggj: Hesar stevnur hava eydnast sera væl, og rættiliga nógv fólk hevur leitað sær til hesar stevnur, hóast – ella kanska júst tí at! – tær hava verið á útoyggj. Aftur í ár er ætlanin at hava eina slíka stevnu. Hon verður hildin í Skúgvi leygardagin 15. juli. Í hesum sambandi ætla fyrireikararnir at geva út ein bókling í A5-stødd, har ein í fyrsta lagi fer at prenta skránna fyri stevn­ una. Hin­vegin er ætlanin somu­­leiðis at hava annað til­far um vertsoynna við í bók­linginum. Ætlanin er at bóklingurin skal prent­ast í eini 500 eintøkum. Týsdagin fáa skopun­ ingar og sandoyingar eitt nýtt høvið at fara til handils í nýggju handilshøllini í Skopun. – Nýggi matvøru­ handilin kemur at eita “Sparni”, tí her hava fólk møguleika at spara pening, sigur Sámal Hanni Lognberg, eigari Handil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skopun: Á fyrsta sinni fáa nú skopuningar høvið at fara til handils í eini lokalari handilshøll. Hetta hendir, tá nýggja høllin norðarlaga í bygdini letur dyrnar upp. – Vit hava arbeitt í døgn­ drift hesa seinastu tíðina, sigur Sámal Hanni, tá vit hittu hann hósdagin. – Men týsdagin verður alt klárt! Umframt ein stóran mat­ vøruhandil fáa kundarnir eis­ ini høvi til at keypa telefonir, eins og tey kunnu gera sær hárið undir sama taki. Í dag er støðan hon, at nógv konufólk úr allari oynni arbeiða fisk í Skopun. Tí verður væntað, at fleiri teirra fara at gera innkeyp síni í nýggja handlinum, áðrenn tær fara aftur til húsa. Íalt er nýggja handilshøllin 450 fermetrar stór. Uttanfyri eru góðar umstøður at seta bilin frá sær. Fyri alla oynna Nú handilin umsíðir letur upp hevur Sámal Hanni góðar vónir fyri framtíðina. – Ja, høvdu vit ikki hesar vónir, fóru vit als ikki undir hesa ætlanina, slær hann fast fyri Sosialinum. Tað serstaka er, at kundin her kann fara til handils sum vanligt, men hevur sam­stundis møguleika at vitja inn í eina telebúð hjá Før­oya Tele og fáa avgreitt síni ørindi har. Hevur onkur hug at fara til frisør, so letur eisini upp ein salong í handilshøllini. Henda salongin ber heitið Salong 1700. Tað er tó kortini matvøru­ handilin sum eigur mesta pláss­ið í høllini. Her fáa kund­arnir allar vanligar mat­vørur, umframt gávulutir og apoteks­vørur. Eisini er hugna­ligur kaffikrókur á stað­­num. – Okkara handil skal vera fyri alla oynna. Vit ætla at leggja dent á at hava eitt stórt úrval av vørum, men fyri ein lágan prís. – Vit skulu jú liva upp til navnið á okkara handli, sigur Sámal Hanni brosandi. Nú handilin letur upp á fyrsta sinni, er ætlanin at veita kundunum nøkur góð tilboð. Børnini í Dali fáa nú lut í somu tænastu, sum onnur børn kring landið Bóltspæl Orð/mynd: Snorri Brend Dalur: Alt er gjørt klárt til tann nýggja, graslagda vøllin niðri við sandin í Dali. Økið er merkt av og gjørt tilbúgvið. Eftir er so bert at fáa grasvøllin lagdan á, soleiðis at tey bólthugaðu børnini í bygdini kunnu tala síni fyrstu skot. Aftanfyri vøllin liggur bygd­arhúsið “Eiriksgarður”, her mong ymisk tiltøk hava verið gjøgnum árini. Í løtuni verður bygdarhúsið útbygt rættiliga nógv, soleiðis at møguleiki verður at hýsa enn fleiri og størri tiltøkum í framtíðini. Sparki­vøllur til børnini Gjørt er klárt til nýggjan sparkivøll í Dali Skúvoyingar bjóða til stevnu Matur, klipp og telefonir á sama staði – Vit hava stórt úrval fyri lágan prís, sigur Sámal Hanni Lognberg Mynd: Snorri Brend Sandoy