mánadagur 1. mai 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 98 - 23. mai 2006 ]
Tað gekk einki ser
ligt hjá føroyska
kvinnulandslands
liðnum í flogbólti,
sum var við í EM-
undankapping í
Íslandi um vikuskift
ið. Føroyar spældu
tríggjar dystir og
taptu allar. Men tað
var tó ein lítil sigur at
fegnast um
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fýra lond vóru við í undan
kappingini í Íslandi, sum
kundi geva pláss í C-EM
endaspælinum í kvinnuflog
bólti.
Umframt Føroyar, vóru
eisini Ísland, Kypros og
Skotland við í kappingini.
Undan fráferðini vóru vónir
um at vinna onkran dyst, og
um føroyska liðið veruliga
rakti formin, kundi tað blíva
til meira enn ein sigur.
Men tað gekk ikki rætti
liga eftir vild hjá føroyska
liðnum, sum tapti allar tríggj
ar dystirnar.
Fyrsti dysturin var ímóti
Kypros fríggjadagin, og
hann endaði við 3-1 sigri
til Kypros. Bert í tí eina sett
inum koma føroyska liðið
rættiliga í nánd og á hædd
við tað kyprotiska liðið. Tað
var í triðja setti, tá ið Føroyar
vunnu 25-19, men so kom
Kypros fyri seg aftur og vann
fjórða settið heili 25-11.
Ísland hevði munin
Leygadagin spældu Føroyar
ímóti Íslandi, og her endaði
eisini við 3-1 tapi hjá før
oyska liðnum.
Á Íslendska landsliðnum
eru millum annað tveir
russiskir leikarar, sum hava
stóran týding fyri liðið, og
er hetta sæmbært serreglur
sum eru í sambandi við hesar
C-EM undankappingar.
Føroyska liðið hevur bert
føroyskar leikara við.
Hóast góðar vónir um at
vinna dystin móti íslendsku
vertunum og harvið fáa
annaðplássið í bólkinum,
so eydnaðist hetta ikki før
oysku kvinnunum, tá tær í
dag taptu 3-1.
Í fyrsta og triðja setti var
veruligt skrædl: 11-25 og
10-25. Annað sett vunnu
Føroyar 26-24, og tað fjórða
endaði 25-20 til Ísland. Einir
120 áskoðarar vóru til dystin,
sum vardi í 92 minuttir.
Taptu triðja pláss
Hóast Føroyar høvdu tapt teir
báðar undanfarnu dystinar
fyri Kypros og Skotlandi, so
ætlaðu føroysku kvinnurnar
so avgjørt at vinna dystin um
3. plássið móti Skotlandi.
Ikki minst vóru vónirnar
góðar, tí Føroyar høvdu vunn
ið sett móti bæði Kypros og
Íslandi, meðan Skotland
hevði tapt báðar sínar dystir
3-0.
Men tað gekk ikki. Føroyar
taptu dystin 3-0, hóast sera
lítil munur var á liðunum.
Skotland vann bæði tey
fyrstu settini 26-24. Í triðja
setti fingu føroyar eina sera
ringa byrjan og vóru aftanfyri
við eini 10 stigum men bardu
seg tó innaftur í dystin móti
endanum á settinum. Skaðin
var tó vorðin so stórur, og
settið stóð ikki til at bjarga,
og tær skotsku vunnu settið
25-20.
Í dystinum um 1. plássið
vann Ísland 3-2 á Kypros,
eftir at Kypros hevði vunnið
tey bæði fyrstu settini.
Okkurt at fegnast um
Um ikki úrslitini vóru tey
bestu í Íslandi, so fekk før
oyska liðið tó ein lítlan sigur
á ferðini. Hetta var, tá bestu
leikararnir á ymsu plássunum
skuldi kjósast. Á samkomu
í íslendska høvuðsstaðnum
Reykjavík, gjørdist tað Karin
Mikkelsen úr SÍ, sum var
kosin besti móttøkuleikari í
kappingini.
Og hetta er ikki fyrsti
sigurin hjá Karini í ár, tí
á gallveitslu herfyri var
hon eisini kosin sum besti
áleypari og ársins leikari í
kappingini í vetur.
Næsta stóra málið hjá
kvinnulandsliðnum verða
nú Oyggjaleikirnir á Rhodos
summarið 2007.
Nr. 98 • týsdagur • 23. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyar taptu allar dystirnar
Tað gekst ikki eftir vild hjá føroysku flogbóltskvinnunum, sum taptu allar dystirnar í EM-undankappingini