mánadagur 1. mai 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 83 - 1. mai 2006 ]
GÍ spældi við 10
monnum seinastu
løtuna, men tað
eydnaðist tó ikki NSÍ
at gera sær dælt av
yvirtalsstøðuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Intensitetur plagar oftani
at vera høgur, tá NSÍ
og GÍ takast í tí, sum
av nógvum verður rópt
eysturoyaruppgerðin.
Soleiðis var eisini hesaferð,
og við nógvum nærdystum,
spentum støðum og einum
reyðum korti livdi dysturin
í Gøtu eisini upp til vónirnar
í so máta.
Dramatikkinum syrgdi
Hans Jørgen Djurhuus fyri,
tá hann sá gula kortið fyri
aðru ferð í dystinum, og so
gjørdist talan um rættiligt
NSÍ-trýst seinastu løtuna.
Trýstir seinastu løtuna
Undan hesum hevði talan
tó fyri tað mesta verið um
eitt rættiliga javnan dyst í
Sarpugerði.
Gøtumenn vóru kanska teir
stinnaru undan steðginum,
men talan var um fleiri
møguleikar báðar vegir, og
málverjarnir vóru á ongan
hátt arbeiðsleysir.
Tað eydnaðist tó hjá GÍ at
leggja seg á odda, tá Poul
Ennigarð stútaði eitt innlegg
í kassan, og við leiðsluni
kundi
GÍ
hampuliga
róliga fara at hvíla seg í
steðginum.
Leiðslan gjørdi eisini
sína ávirkan á spælið eftir
steðgin. Gøtumenn lógu nú
nakað aftari á vøllinum, og
royndu soleiðis heldur at
binda um heilan fingur. Av
tí sama gjørdist tað eisini
so sum so við skipaða
fótbóltsspælinum. Men
hóast trýstið frá gestunum, so
mundu teir í GÍ iðra seg um,
at tað ikki eydnaðist at halda
fast í leiðsluni. Eitt nú var
Sverri Jacobsen um reppið
at økja til 2-0, men í evstu
løtu fekk Pól Thorsteinsson
ruddað á strikuni, og ístaðin
var tað NSÍ, sum kundi javna
stutta løtu seinni.
GÍ hevði annars ikki tað
stóra at vera bangnir um, tá
teir áttu fríspark frammarliga
á vøllinum, men brádliga
gekk heilt skjótt hinvegin.
Runavíkingarnir fóru við
fullari ferð niðan, og tá
Christian Høgni so varð
sendir avstað, sveik hann
ikki álitið.
Og tá GÍ so løtu seinni
misti Hans Jørgen Djurhuus,
stóð knappliga heilt nógv á.
Runavíkingarnir, sum høvdu
greiða stevnu um trý stig,
trýstu av øllum alvi, men
talan gjørdist tó ikki um teir
heilt stóru møguleikarnar.
Heldur ikki í tíðini, sum
dómarin hevði lagt afturat,
fall nøkur avgerð, og so
máttu liðini semjast um eitt
stig í part.
Bæði mistu
Sum so kundu báðir partarnir
ikki kenna seg heilt snýttar
við stigabýtinum, men tað
skerst ikki burtur, at trý
stig høvdu verið ógvuliga
kærkomin fyri bæði. Ikki
minst hjá NSÍ, sum enn
hevur eitt fitt petti eftir,
áðrenn teir kunnu rópa seg
fyri part av oddastríðnum.
Soleiðis, sum úrslitini
hjá GÍ hava verið í ár, so
er ein javnleikur í Gøtu tó
eingin vanlukka. Gøtumenn
tykjast nú aftur at leita
sær á gamlar slóðir, tá
liðið støðugt var partur av
føroyska fótbóltsoddinum,
og í so máta misti liðið tvey
ógvuliga týðandi stig í mun
til sigrandi oddaliðini úr
Klaksvík og Eiði. Heilt mist
takið hevur GÍ tó á ongan
hátt, og verður støðugt hildið
fast um góða stríðsandan,
sum hevur eyðkent spælið
higartil, so er hóttandi
støðan frá í fjør fullkomuliga
veruleikafjar.
Grasið í Parkini ov vánaligt
Danski landsliðsvenjarin Morten Olsen heldur, at donsku fótbóltsvøllirnir
eru í ov vánaligum standi. Tí vildi Morten Olsen ikki gera ein meting
av tekniska støðinum í dystinum ímillum FCK og Børndby í Parkini
í gjár.
– Hetta er ikki nóg gott. Eg havi tosað við FCK um vøllin, og eg
haldi, at í Parkini eiga teir at leggja nýtt gras á tvær ferðir um árið, sigur
Morten Olsen við Onside.
Hann heldur, at veðrið forðar fyri, at vøllirnir eru í góðum standi, og
hann heldur, at danskir spælarar hava sera vánaligar arbeiðsumstøður
hesa tíðina á árinum.
AaB-liðformaður á veg til Noregs
Málmaðurin hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen í AaB, Jimmy
Nielsen, skal møguliga til Noregs at spæla fótbólt. Felagið Viking
váttar, at tað er áhuga í at gera ein sáttmála við Jimmy Nielsen,
sum eisini er liðformaður hjá AaB. Viking hevur sum er tríggjar
málmenn, men allir hava stutta tíð eftir av sáttmálanum, og felagið
er farið at leita eftir einum nýggjum manni at vera málið. Sambært
Aftenbladet stendur Jimmy Nielsen ovast á ynskilistanum.
Veteranurin
trívist á
bakkinum
Magni Jarnskor
hevur í ár spælt
óvanda plássið á
vinstra bakki, men
hetta er tó nakað,
sum honum
dámar heilt væl
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av broytingunum,
sum Petur Mohr hevur
gjørt á GÍ-liðnum í ár, er
at hann hevur umskúlað
onkrar av annars væl
royndu kreftunum. Eitt
nú hevur Poul Ennigarð
fyri tað mesta verið
partur av miðvøllinum
í ár, meðan Magni
Jarnskor hevur tikið
sær sæti afturi á vinstra
bakki. Eitt pláss, sum
veteranurin sigur seg
trívast heilt væl í.
– Hetta er fínasta slag.
Sum gamal miðvallari
haldi eg meg hava fínt
pláss her afturi, og tú
hevur eisini nógv betri
yvirblikk, tá tú stendur
somikið aftarliga, heldur
hann.
Og úrslitini hava eisini
verið á eini leið. Fyri
bils er talan um fjórða
pláss, og hóast GÍ var
á odda sunnudagin, so
heldur Magni ikki, at
teir skulu vera so øgiliga
ónøgdir.
– Soleiðis sum dys-
turin endaði - har vit
høvdu tíggju mans - so
kunnu vit ikki vera heilt
ónøgdir. Men vit høvdu
ein veldugan møguleika
at økja til 2-0, beint
áðrenn teir javna. Hevði
tann bólturin farið inn
um strikuna, so eri eg
næstan vísur í, at vit
høvdu vunnið. Ístaðin
javnað teir, og so verða
vit tr‡stir heilt nógv, tá
Hans Jørgen fær seinna
gula kortið, hóast eg
haldi hetta var nakað
tunt, staðfestir Magni
Jarnskor.
NSÌ
GÍ-NSÍ 1-1 (1-0):
Javnleikur í eysturoyaruppgerðini
GÍ
Báðir partar løgdu heilt nógv fyri, tá NSÍ og GÍ tókust í Sarpugerði sunnudagin
Mynd: Álvur