Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 98 - 23. mai 2006 ] Fitt av fólki var og hugdi, tá ið Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn um vikuskiftið var karmur um FM kappingarnar fyri einstaklingar og FM amboðsfinalurnar í fimleiki fyri kvinnur, menn, kvinnu- og mansunglingar. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@sosialurin. fo Amboðsfimleikararnir blíva betri og betri. Um vikuskiftið vóru FM kappingarnar fyri einstaklingar og FM amboðsfinalurnar á skránni, og tað sást, at støðið er hækkað ótrúliga nógv seinastu tíðina. Serliga eru lopini um hest vorðin nógv flottari at síggja, og fleiri av eldru fimleikarunum megnaðu at leypa nýggj lop, sum tey hava vant uttanlands, tí at umstøðurnar ikki eru til tess í Føroyum. Leygardagin vóru føroyameistararnir í amboðsfimleiki funnir. Hjá kvinnuunglingunum vann Kristina Toftegaard frá Støkk. Silja Højgaard frá Støkk gjørdist nummar tvey, og á triðja plássinum varð Natasha Olsen frá Ljósinum. Hjá mansunglingunum gjørdist Jóni B. Christiansen frá HF føroyameistari. Jákup Debus Hansen gjørdist nummar tvey, og Kári Carlsen endaði á triðja plássinum, báðir frá Støkk. Hjá kvinnunum vann Elinborg T. Durhuus frá Ljósinum. Brim Hoydal, eisini frá Ljósinum, gjørdist nummar tvey, og Monika Poulsen frá Støkk varð nummar trý. Hjá monnunum vann Pól Esper Hanusarson frá Støkk føroyameistaraheitið. Øssur D. Eiriksfoss frá HF varð nummar tvey, og á triðja plássinum varð Fróði Mortensen frá HF. FM amboðsfinalurnar vóru á skránni sunnudagin; tá kappaðust seks tey bestu í hvørjum bólki á hvørjum amboði fyri seg. Sigast kann, at kappingin sunnudagin var betri, tá ið hugsað verður um fimleikaligu dygdina. Allir fimleikararnir vóru væl fyri og góvu áskoðarunum enn eina góða fimleikauppliving at taka heim við. Kappingarnar vóru endabresturin á hesum fimleikaárinum, og fimleikararnir, sum vóru frá Støkk, Ljósinum, Klaksvíkar- og Havnar Fimleikafelag kunnu nú gleða seg til at fáa ein summarsteðg, áðrenn tey herja á aftur í heyst. Cieslewicz liggur fram við í Brøndby Lukasz Cieslewicz, sum áður hevur spælt við ungdómsliðum hjá VB, skorar nú mál fyri Brøndby. Hann hevur seinastu tvey árni veruliga gjørt um seg á unglingaliðnum hjá Brøndby, og nú skorar hann eisini fyri næstbesta liðið hjá felagnum. Lukasz spældi við Brøndby í donksu 2. deild um vikuskiftið, og longu eftir fimm minuttir hevði hann skorað mál ímóti Glostrup. Brøndby var á odda 3-0 í hálvleikinum, og tá var Lukasz skiftur út. Einki mál kom afturat. Skála-ÍF í morgin Vegna serligar umstøður hevur ikki verið gjørligt hjá okkum at fáa umrøðu ella úrslit av dystinum millum Skála og ÍF við í blaðið, sum lesarin situr við. At blaðið skuldi prentast í somikið stórum tali, samstundis sum inlegg skuldi leggjast í hvørt blaðið, innibar millum annað, at evstamark fyri framleiðsluna var longu seinnapartin mánadagin. So frásøgn frá dystinum á Skála verður ístaðin at lesa í mikudagsblaðnum. -mørk Flottur amboðsfimleikur Natasha Olsen frá Ljósinum í javnvág á bitanum. Pól Esper Hanusarson frá Støkk í krosstøðu í ringunum. Føroyameistarar í amboðsfimleiki 2006: Jóni B. Chrisiansen, HF, Pól Esper Hanusarson, Støkk, Kristina Toftegaard, Støkk, og Elinborg T. Durhuus, Ljósið. Á øðrum plássi vórðu Jákup Debus Hansen, Støkk, Øssur D. Eiriksfoss, HF, Silja Højgaard, Støkk, og Brim Hoydal, Ljósið. Á triðja plássi vórðu Kári Carlsen, Støkk, Fróði Mortensen, HF, Natasha Olsen, Ljósið, og Monika Poulsen, Støkk. Glaðir vinnarar leygardagin.