Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 99 - 24. mai 2006 Í ES síggja tey somikið stórar møguleikar í alduorku, at føroyskt/ skotska SeWave hevur fingið fyribils tilsøgn um stuðul á 10,2 mió kr. til ger av alduorkuverki. Verkið verður væntandi liðugt í 2009 Alduorka Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Gjøgnum størsta partin av mannaættini hevur ein av stóru spurningunum verið, hvørt tað ber til at temja veldugu náttúrukreftirnar, sum støðugt gera um seg kring allan heim. Enn hevur eingin tó megn­ að hetta kynstrið, men í nógvum førum eru loysnir funnar, har velduga orkan, sum náttúran inniheldur, kann gagnnýtast. Í trý ár hevur SEV verið partur av verkætlan, sum júst hevur til endamáls at troyta teir møguleikar, sum mangan harðbalna føroyska náttúran gevur okkum. Saman við skotska Wave­gem stovnaði SEV á sinni SeWave, sum hevur til endamáls at kanna møguleikarnar fyri eini verkætlan um alduorku í Føroyum. Skotska felagið hevur í fleiri ár arbeitt við verkætlanum um aldu­orku. Og saman við ser­vitanina, sum SEV hevur inn­an tunnilsgerð, mettu part­arnir, at møguleikarnir fyri samstarvi áttu at verið góðir. 10 ES-milliónir Og tað eru ikki bara í Føroyum og í Skotlandi, at fólk trúgva upp á verk­ætl­ anina. Í desember mán­aði søkti SeWave ES um stuðul til verkætlan við aldurorkuverki, og nú um dagarnar kom svarið úr Brüssel. Her verður sagt, at ES metir verkætlanina sum sera áhugaverda, og at fyribils tilsøgn er givin um stuðulin. Í næstum fara umboð fyri SeWave soleiðis á fund við ES, soleiðis at treytirnar fyri tilsøgnini kunnu greinast. Verður tilsøgnin endaliga latin, verður hetta samstundis startskotið til ítøkiliggeran av alduorkuverki við Nípuna í Vágoynni. Gongst eftir vild, verður farið undir pro­ jekteringsarbeiðið innan fáar mánaðir, og ætlandi skal nýggja verkið standa klárt í 2009. Talan verður um alduorkuverk við tilhoyrandi granskingarstøð, og verður samlaði kostnaðurin einar 35-40 mió kr. Metta framleiðslan verður 1 mió KwH um árið, svarandi til nýtsluna hjá 1.250 húsar­ haldum. Bæði stjóri og nevnd­ ar­formaður í SeWave royna at halda bein­ ini á jørðini, men samstundis er stað­ festingin, at fyribils ES-tilsøgnin er eitt risa-fet frameftir hjá føroysku ætlanunum um alduorku Alduorka Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Enn hava vit ikki fingið pengarnar á bók. Talan er um eitt tilboð frá ES um at koma í samráðingar við teir. Og tað eru nógvar treytir, sum skulu lúkast, áðrenn vit hava fingið nakrar stuðulskrónur at arbeiða við. Soleiðis sigur Poul Arni Jacobsen, nevndarformaður í SeWave, nú tað er greitt, at føroysk/skotska verkætlanin av álvara hevur vakt áhuga í ES. Í heims-elituni Men hóast varisligu orðini, so skerst ikki burtur, at tal­ an er um ein sera fegnan nevndarformann. – Vit síggja hetta sjálvandi sum ein stóra blástempling av okkara verkætlan. Áhug­in fyri alternativari orku­framleiðslu er alsamt vaksandi, nú olj­ an støðugt dýrkar. Tí eru tað nógvar verk­ætlanir og um­sóknir, sum koma á borðið hjá ES. Og at okkara so er vald út millum hesar, vísir í øll­ um førum, at vit eru á rættari leið. Vilt tú siga, at Føroyar við hesum hava flutt seg fram í heimsoddin, tá tosað verður um alduorku? – Okkara fatanj er í øllum før­um, at vit eru á rættari leið. Og at vit liggja frammaliga í feltinum. Eisini hóast arbeitt hevur verið við alduorku í eini 20-25 ár. Hóast talan ikki er um nýggja tøkni, so er okkara verkætlan serstøk, tí vit hava framleiðsluna á landi, og tað sparir hópin av trupulleikum. Og kanska er tað júst hetta, sum hevur gjørt ætlanina somikið áhugaverda fyri ES, staðfestir Poul Arni Jacobsen. Vilja ígongd Og stjórin í felagnum, Ólavur Gregersen, er so langt ífrá ósamdur í hesum. – Fyrst og fremst, so ger hendan blástemplingin, at tað verður munandi lættari hjá okkum at finna nýggjar samstarvsfelagar og eisini fíggingarmøguleikar. Tá ein slík tilsøgn verður givin í ES, so hendir tað ikki, fyrr enn fleiri serfrøðingar hava hugt at málinum, og tað vita fólk innan vinnuna. – Tí er hetta eitt veldugt framstig hjá okkum, og vónin er nú, at vit longu komandi hálva árið kunnu fara í holt við projekteringina, sigur Ólavur Gregersen. Eitt veldugt framstig Alduorkan verður veruleiki Nýtu aldurnar sum stempul Talan er um púra nýggja tøkni, sum SeWave ger nýtslu av í alduorkuverkinum. Ella kanska skuldu vit sagt gomul tøkni í nýggjum hami. Tað serliga í føroysku ætlanini er, at talan er um eina skipan, sum ger nýtslu av alduorku uttan at framleiðslan av teirri orsøk er á opnum havi. SEV hevur gjøgnum árini gjørt nógvar royndir við boran av tunlum, og við at bora tunlar inn í bergið, skal eitt rúm við skiftandi lufttrýstið skapast. Hetta tí áhaldandi rørslurnat í sjónum skapa ávíkavist undir- og yvirtrýst. Móðirfelag hjá skotska Wavegem er týska Voigt-Siemens, sum er ein av heimsins størstu turbinu-framleiðarum. Teirra uppgáva er at seta turbinur upp í boraðu tunlunum, og koma hesar turbinur at framleiða orkuna. FAKTA