mikudagur 24. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 24. mai 2006
5
– Vit mugu ansa
eftir, at vit ikki detta
niður ímillum tveir
stólar. Vit eiga at
fara eftir tí besta og
tað er limaskapur
í ES, sigur Johan
Dahl, løgtingsmaður
og formaður í
uttanlandsnevndini
Føroyar og
útheimurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er vandi fyri, at vit
detta niður ímillum tveir
stólar. Tað má ikki henda
og tí mugu vit ansa eftir,
hvat vit gera.
Johan Dahl er løgtings
maður
fyri
Sambands
flokkin og formaður í utt
anlandsnevndini hjá Løg
tinginum. Men hann er ikki
treytaleyst samdur aðrar
politikarar í samgonguni um
politikkin hjá føroyingum
mótvegis umheiminum.
Og hann er í øllum før
um rúkandi ósamdur við
Jørgen Niclasen, sum ræð
ist ES limaskap so illa, at
hann vil ikki hoyra talan
um føroyskan limaskap í
Evropasamveldinum, soleið
is sum støðan er nú.
Á
uttanríkispolitiska
økinum hevur samgongan
sett sær fyri at satsa upp á
limaskap í EFTA fyri at fáa
marknaðaratgongd til tey
londini, sum ikki eru limir
í ES.
Hetta er ein politikkur,
sum Jørgen Niclasen sigur,
at Fólkaflokkurin tekur
fult út undir við. Hann
sigur, at verða vit limir
í ES, endar stýringin av
okkara fiskivinnuríkidømi
í Brüssell og tað heldur
hann fer at verða okkara
undirgangur. Hann sigur
eisini, at fáa vit eina olju
vinnu, verður tað ES, sum
fer við einum stórum parti
av inntøkunum.
Ótrúliga snævurskygd
Johan Dahl heldur, at hetta
er eitt ómetaliga snævur
skygd sjónarmið at hava.
– Veruleikin er, at høv
uðsmarknaðurin hjá EFTA
-londunum eru júst ES lond
ini, tí eini 75% av útflutn
inginum hjá EFTA-lond
unum fer til ES. Og hjá
okkum fara eisini eini 90%
av útflutninginum til ES.
Tá ið føroyingar hava sett
sær fyri at fáa limaskap
í EFTA, er er eitt høvuðs
argument, at so koma vit
eisini undir tær fríhandils
avtalur, sum felagsskapurin
hevur við lond uttanfyri ES
og at tær skulu vera so
góðar.
Men Johan Dahl held
ur, at vit skulu ikki yvir
meta týdningin av fríhand
ilsavtalumum hjá EFTA við
lond uttanfyri ES.
– Veruleikin er, at tað
er ikki meiri enn 2,3%
av
útflutninginum
hjá
EFTA londunum, sum fer
til tey lond uttanfyri ES,
sum EFTA hevur fríhand
ilsavtalur við.
– Tað er ikki tekin um,
at fríhandilsavtalurnar hjá
EFTA eru so góðar, sum
sagt verður.
– Samstundis hevur bara
EFTA fríhandilsavtalu við
eini 14 lond, men ES hev
ur fríhandilsavtalu við 81
lond, umframt at felags
skapurin hevur aðrar sam
starvsavtalur við 26 lond
afturat. Alt hetta eru avtalur,
ið vit, sum ES limur, høvdu
fingið ágóðan av.
Niður ímillum
tveir stólar
Johan Dahl sigur, at hann tí
ongantíð hevur verið samd
ur í, at samgongan skal
satsa so nógv upp á lima
skap í EFTA.
– Verða vit limir í EFTA,
er hetta tað sama sum at
seta seg niður ímillum tveir
stólar, tí hvar er EFTA, tá ið
okkurt av EFTA- londunum
verður limur í ES. Tað er
helst bara ein spurningur
um tíð, áðrenn annað av
teimum stóru EFTA londun
um, Noreg ella Ísland, eru
limir í ES. Tá er EFTA
kanska farið í søguna og
hvat gera vit so??? Hini
bæði londini í EFTA eru
Sveis og Liktinstein.
– Vit eiga ikki at fara
eftir EFTA-limaskapi. Vit
eiga at fara eftir tí besta og
tað er limaskapur í ES, er
Johan Dahl sannførdur um.
Ræðist ikki limaskap
Annars ræðist Johan Dahl
ikki limaskap í ES.
Hann ræðist heldur ikki
fiskivinnupolitikkin, sum
er høvuðsargumentið hjá
teimum, sum eru ímóti
ES-limaskapi. Hann stúrir
heldur ikki fyri møguligum
oljuinntøkum.
Eru tað møguligar oljuinn
tøkur, sum skulu gera av,
um vit skulu hava limasskap
í ES? Spyr hann.
Og, hvat fiskivinnupoli
tikkinum viðvíkur, metir
hann ikki, at tey stóru
fiskivinnulondini í ES,
Niðurlond, Spania, Frak
land og Portugal, eru so illa
fyri, men hann ásannar, at í
Bretlandi, eru trupulleikar.
Men annars metir sam
bandsmaðurin ikki, at okk
ara fiskidagfaskipan hevur
prógvað, at hon skal vera so
nógv betri enn allar aðrar
skipanir.
– Tað er bara at hyggja eftir
støðuni á Føroya Banka, har
toskurin er niðurfiskaður.
Tað er eisini at hyggja eftir
øllum tvídráttinum sum
er um samanleggingar av
skipum, um útrokningar av
veiðiorku o.s.fr. Hann vísir
eisini á, at flestu trolararnir
hava
kryvjimaskinu
umborð, men tað verður
ikki hugsað um góðskuna,
tí við kryvjimaskinu, verður
fiskurin ikki blóðgaður,
sjálvt um tað stendur í lógini
at hann skal blóðgast.
– Tað gevur ikki eina
ábending um eina fullkoma
skipan og tað hevur ikki
ábending um eina hepnað
stýring, heldur hann.
– Tað er heldur ikki tekin
um hepnað stýring, har
tað ber til at leingja bátar,
uttan at tað fær avleiðingar,
leggur hann afturat.
Kunnu fáa betri
sømdir
Annars heldur Johan Dahl,
at fara vit undir veruligar
samráðingar við ES um
limaskap, kunnu tær enda
við, at vit fáa nógv betri
sømdir, enn vit hava nú, tí
tað kann eisini geva okkum
møguleikar aðrastaðni, har
vit ikki kunnu fiska nú.
– Annars ivist eg heldur
ikki í, at tað hevði borið til
hjá okkum at fingið eina
skiftistíð upp á eini 10-15
ár.
Hann vísir á, at vit eru eitt
lítið land, við fiskivinnuni,
sum okkara avgjørdu høv
uðsvinnu. Og hann ivast
stórliga í, um ES hevur
nakran sum helst áhugað at
beina fyri høvuðsvinnuni í
einum landi.
– Men sum ES limaskapur
høvdu vit eisini fingið lut
í øllum vinnum og øllum
skipanum, sum ES hevur
í sambandi við menning,
útbúgving,
gransking
o.s.fr.
– Men alt hetta fáa vit
onki at vita um, fyrrenn
vit fara undir veruligar
samráðingar.
Tað
skal
meiri til enn ein útsøgn
frá onkrum tilvildarligum
ES politikara til Jørgen
Niclasen til at sannføra
meg um, at føroyingar ikki
kunnu fáa gagn av einum
ES limaskapi.
– Kanska er fiskivinnan
ein trupulleiki, men kanska
eg hon ikki ein trupulleiki.
Tað vita vit ikki, fyrrenn vit
fara undir samráðingar.
Snúltaralyndið
má broytast
Annars ávarar Johan Dahl
nógvar føroyskar politikarar
ímóti at halda fast um tað,
sum hann hann kallar eitt
snúltaralyndi mótvegis ES.
– Føroyingar vilja fegnir
hava allar fyrimunirnar
hjá ES, men tað kann ikki
koma upp á tal at lata
nakað afturfyri. Við slíkum
snúltaralyndi koma vit ong
an veg, tí soleiðis er heim
urin ikki sktrúvaður saman.
Skulu vit hava, mugu vit
eisini vera til reiðar at
lata. Sputrningurin er, um
fyrimunirnir eru størri enn
vansarnir. Eru teir tað,
eiga vit at taka av, men tað
kunnu bara samráðingar
vísa, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at tí hevur
sambandsflokkurin gjørt
Løgmanni greitt, at nú
hann ætlar at samráðast
um EFTA limaskap, skulu
møguleikarnir fyri ES lima
skapi eisini kannast av álv
ara.
– Fara vit ikki eftir bein
leiðis limaskapi í fyrstuni,
eiga vit undir øllum umstøð
um at royna alt, vit kunnu,
fyri at fáa betri markn
aðaratgongd til ES og
betri avtalur við ES í allar
mátar.
Johan Dahl vísir eisini
á, at møguliga ber EFTA
limaskapur við sær, at
kanska noyðast at gera
nakrar yvirtøkur.
– Men tað er sambands
flokkurin als ikki sinnaður
til, uttan víðari, bara fyri
at fáa limaskap í EFTA.
Í útgangsstøðinum eru vit
ikki sinnað at yvirtaka meiri
enn tað, sum er avtalað
í
samgonguskjalinum.
Tí fara vit ikki í holt við
nakrar yvirtøkur, uttan at
tað er prógv fyri, at tað er
ein stórur fyrimunur.
Hann sigur, at tá ið lands
stýrið hevur samráðst við
EFTA, má hann leggja
úrslitið fyri samgonguna
og so verður støða tikin
til tað.
– Men vísir tað seg, at
EFTA limaskapur krevur
fleiri yvirtøkur, er tað ein
nýggj støða, sum vit mugu
taka støðu til tá, sigur Johan
Dahl.
Lesið meira á s. 6
Vandi fyri at vit
detta niður ímillum
tveir stólar
– Gerast Føroyar limur í EFTA, kunnu vit enda við at detta
niður ímillum tveir stólar, tí fer eitt av teimum stóru EFTA-
londunum upp í ES, fer flagsskapurin kanska í søguna og hvart
enda vit so, spyr Johan Dahl