mikudagur 24. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 99 - 24. mai 2006
Suðuroyingar eru
ójavnir á málið um,
antin landsstýrið
legði kommunurnar
í Suðuroy undir
trýst í málinum
um at byggja ellis-
og røktarheim á
stykkinum í Vági,
har ætlanin annars
hevur verið at byggja
miðnámsskúla
Ellis- og
Røktarheim
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kommunurnar í Suðuroy
eru ikki samdar um, antin
landsstýrið hevur lagt trýst
á tær fyri at byggja ellis- og
røktarheim á stykkinum á
Prestajørðini í Vági, har
ætlanin annars hevur verið at
at byggja Miðnámsskúla.
Tað
er
landsstýris–
málanevndin hjá Løgting–
inum, sum vil hava at vita
frá kommununum um tær
føla trýst á sær í hesum
máli.
Tað ger nevndin, nú Høgni
Hoydal,
løgtingsmaður,
hevur kært landsstýrið fyri
landsstýrismálanevndini, tí
hann metir, at landsstýrið
er farið út út um sínar
heimildir í hesum máli.
Í hesum sambandi vil
landssýrismálanevndin
hava ymsar upplýsingar frá
kommununum.
Landsstýrið
vil
hava
kommunurnar í Suðuroy at
byggja ellis- og røktarheim
á stykkinum í Vági, sum
ætlanin annars hevur verið
at byggja miðnámskúla.
Men
kommunurnar
fingu eisini tilboð um
serliga lagaliga fígging
úr
landskassanum
til
byggingina, tí mett var,
at Suðuroyggin var so illa
fyri, at annars megnaðu tær
ikki uppgávuna.
Ymsar á máli
Hvalbiar
Bygdaráð
viðgjørdi spurningarnar frá
landsstýrismálanevndini á
fundi í gjár. Og har ásannaði
bygdaráðið, at tað hevði
følt seg undir trýsti frá
landsstýrinum.
– Vit fingu heilt greitt
at vita frá landsstýrinum,
at
bygdu
vit
ikki
á
stykkinum, sum varð ætlað
til miðnámsskúlan í Vági,
varð tilboðið um lagaliga
fígging úr landskassanum,
tikið aftur og tað er at leggja
trýst á, segði Levi Niclasen,
borgarstjóri í Hvalba.
Annars metti bygdaráðið
í Hvalba, at landsstýrið
hevði havt sakligar orsøkir
til tað, tí ætlanin var at
nøkta ein tørv. Undir
øllum umstøðum svaraði
Hvalbiar Bygdaráð ”ja” til
spurning tvey sum heild frá
landsstýrismálanevndini.
At
byggja
ellis-
og
røktarheim í Vági hevur
verið eitt sera umstrídd mál
og tað er fyribils endað við,
at tær fýra kommunurnar
í syðru helvt í Suðuroy
eru gingnar saman um at
byggja eitt heim í Vági.
Men
Sumbiar, Vágs,
Porkeris og Hovs Kommuna
eru ikki samdar í, at
landsstýrið hevur lagt trýst
á tær.
Tær siga, at talan er um
eitt tilboð ella eina áheitan,
sum tær hava tikið av.
Fàmjins bygdaráð hevur
onga meining um hetta og
Tvøroyrar Kommuna hevði
ikki svarað í morgun.
Òjøvn á máli
Hinvegin eru tær ikki heilt
samdar um, hvør tað var, sum
av fyrstan tíð tók stig til at
byggja ellis- og Røktarheim
á Prestajørðini.
Onkrar siga, at tað var
landsstýrið. Men fleiri vísa
á, at upprunaliga tók Vágs
Býráð longu í 1987-1988
stig til at byggja ellis og
røktarheim á sama stykkið,
men tann ætlanin datt
niðurfyri.
Tað er eisini alkent, at at
Vágs Býráð er í tvíningum
í hesum máli. Ein meiriluti
upp á fimm býráðslimir
tekur undir við ætlanini,
men ein minniluti upp á fýra
býráðslimir tekur ikki undir
við ætlanini.
Og hesin minniluti hevur
sína egnu frágreiðing til
landsstýrismálanevndini.
Og hesin minniluti er
samdur við hvalbingum í,
at landsstýrið hevur lagt
trýst á kommunurnar. Men
at ongar sakligar orsøkir eru
fyri tað.
Minnilutin metir eisini,
at tað var landsstýrið, sum
tók stig til ætlanina, tí síðani
upprunaliga ætlanin at
byggja ellis- og røktarheim
á Prestajørðini, datt burtur,
gjørdi Vágs Býráð av, at
eldraøkið skuldi byggjast
út í hinum endanum í
býnum, har sambýlið er. Tí
ivast minnilutin ikki í, at
Landsstýrið hevur tikið stig
til hesa ætlanina.
Misjøvn á máli
um tørvin
Landsstýrismálanevndin
vil eisini hava at vita,
hvussu nógv standa á
bíðilista at koma á ellis- og
røktarheim.
Og her eru svarini
ymiskt.
Minnilutin
í
Vágs
Býráð vísir á, at ellis- og
røktarheimið á Tvøroyri
er ikki fult, tí nøkur
tveymanskømur standa tóm,
tí fólk vilja ikki flyta inn.
Hinvegin vísir meirilutin
í Vágs Býráð á, at í fjør
varð upplýst, at yvir 60 fólk
bíðaðu eftir at sleppa á ellis-
og røktarheim og at níggju
norðoyingar afturat stóðu á
bíðilista.
Seinast í fjør høvdu 32
fólk søkt um at sleppa inn
á sambýlið í Vági. Seinastu
átta mánaðirnar eru átta
umsóknir komnar, men
ongin er sloppin inn.
Aðrar kommunur vísa á, at
tørvurin er stórur, uttan at seta
tal á og uppaftur aðrar vísa á
lanningina hjá almanna- og
heilsumálaráðnum, sum vísir
at tørvur er á 32 plássum.
Onkrar kommunur vísa
eisini á, at ein nýggj kanning
um tørvin er á veg.
Men summar kommunur
vísa eisini á, bíðilistin er kki
eftirfarandi, tí fólk søkja ikki
tá ið tey vita, at tey sleppa
ikki inn kortini, tí ongi tilboð
eru kortini og at tey
Annars eru kommunurnar
yvirhøvur samdar um, at
mismunur er ikki gjørdur á
kommununum Fámjiningar
hava onga meining um
hetta men minnilutin í Vág
Býráð metir, at mismunur er
gjørdur á kommununum, tí
tilboðið um lagaliga fígging
er treytað av, at tær byggja
á einum ávísum stykkið.
Tað merkir, at hevur ein
kommun aðrar ætlanir,
herðast fíggingarkrøvini.
Kommunurnar eru kortini
samdar um, at enn hava tær
onki betalt fyri hetta.
– Tað, sum nøkur
sambandsfólk vilja,
letur seg rætt og
slætt ikki gera, tí
soleiðis er verðin ikki
skrúvað saman, sigur
Jóannes Eidesgaard,
Løgmaður
Evropa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
–Tað,
sum
nøkur
sambandsfólk vilja, letur seg
rætt og slætt ikki gera.
Jóannes
Eidesgaard
vísir avgjørdur tí taktikki
aftur, sum nøkur oddafólk
í sambandsflokkurin vilja
hava hann at hava í okkara
uttanríkispolitikki.
Samgongan er samd
um at Føroyar skulu søkja
um limaskap í EFTA.
Men samstundis hevur
sambandsflokkurin gjørt
Løgmanni greitt, at hann eisini
skal taka upp samráðingar
við ES um treytirnar fyri
føroyskum limaskapi í
felagsskapinum.
Sambandsfólk
halda
nevniliga, at EFTA er
ikki nummar eitt hjá
føroyingum.
– Vit skulu fara eftir tí
besta og tað er limaskapur í
ES, sigur Johan Dahl í aðrari
grein i blaðnum.
Dømt at miseydnast
Men Løgmaður sigur, at
hetta er ein taktikkur, sum
er dømdur at miseydnast.
– Tað ber ikki til, at vit
seta okkum at samráðast
við ES um limaskap upp
á kvamsvís. Tað skulu vit
bara vita. Ongin kann seta
seg at samráðast við ES um
limaskap, fyri síðani at taka
seg aftur í samráðingunum
mitt í tilgongdini við teirri
grundgeving, at vit vilja
ikki vera limir kortini, vísa
treytirnar seg at vera ov
harðar.
– Soleiðis er verðin ikki
skrúvað saman.
Jóannes
Eidesagaard
sigur, at skulu vit taka
samráðingar upp við ES
um limaskap, skal tað vera
tí at vit meina tað í fullum
álvara og veruliga vilja vera
limir, tí samráðingar upp á
kvamsvís fer ES ikki at brúka
tíð og orku upp á. Vit sleppa
aldrin til samráðingar við
ES, kunnu vit ikki prógva,
at vit meina tað í álvara. At
tað so kanska fellur á eini
fólkaatkvøðu, er ein heilt
annar spurningur.
– Tí er ætlanin hjá
sambandsflokkurin
ein
taktikkur, sum rætt og slætt
ikki letur seg gjøgnumføra.
Men samstundis ásannar
Jòannes Eidesgaard, at í
løtuni er ikki politiskur
meiriluti í Føroyum fyri
limaskapi í ES.
– Hvørki Fólkaflokkurin,
Javnaðarflokkurin
ella
Tjóðveldisflokkurin taka
undir við ES-limaskapi
og tað ger ein partur í
sambandsflokkinum kanska
heldur ikki.
– Tì er als onki grundarlag
fyri at biðja um samráðingar
um limaskap, soleiðis sum
føroyskur politikkur sær út í
løtuni, leggur hann afturat.
Tí
heldur
Jóannes
Eidesgaard,
at
EFTA
limaskapur er tað rætta
fyri føroyingar nú. Men
hóast Johan Dahl stúrir,
er Løgmaður ikki bangin
fyri, at Føroyar detta niður
ímillum tveir stólar vissi
EFTA sindrast um so er, at
Noreg ella Ísland fara upp
í ES.
– Tað er fiskivinnu–
politikkurin hjá ES, sum
forðar Noregi og Íslandi
at søkja ES um limaskap,
tí tey vilja ikki missa
stýringina á teirra egna
fiskivinnupolitikki. Tað er
akkurát sama orsøk til, at
ongin undirtøka er í Føroyum
fyri limaskapi.
– Tann dagin, Noreg
ella Ísland verða limur í
ES, er tað tí, at ES hevur
slept sentralu stýringini av
fiskivinnupolitikkinum í
Brússell og letur londini sjálvi
umsita síni fiskiríkidømi.
– Og tá er væl eisini stundin
komin til at Føroyingar fara
at hugsa um limaskap í ES.
Tvey bein at standa á
Løgmaður staðfestir tó,
at hóast vit ikki søkja um
limaskap í ES enn, merkir
hetta ikki, at vit hava
avskrivað ES.
– ES hevur sera stóran
týdning fyri Føroyar, tí tað
er okkara týdningarmesti
marknaður og sostatt skulu
vit eisini hava gott samstarv
við ES. Føroyar skulu
nevniliga hava tvey bein
at standa á í Evropa og tey
beinini eru EFTA og ES. Vit
skulu hava EFTA limaskap
og so gott samstarv við ES
sum tilber.
Tí tosa føroyingar støðugt
við ES um betri samstarv
og so seint sum í farnu viku
var Løgmaður í Brússell og
tosaði við ES myndugleikar
um samstarv innan útbúgving
og gransking.
Hinvegin
staðfestir
Løgmaður, at tað hevur
verið torført hjá Føroyum at
koma upp í ES samstarvið
um útbúgvingar, tí vit hava
so leyst tilknýti til londini í
Evropa.
– Tað er eitt øki, har
limaskapur í EFTA kann
slóðað fyri, umframt hinar
fyrimunirnar, tað hevur fyri
okkum.
Løgmaður sigur, at hann
kundi hugsað sær, at vit
fingu eina avtalu við ES,
sum gav okkum tey fýra
frælsini hjá hvørjum øðrum
altso, at vit fáa ótarnaðan
flutning av kapitali, vørum,
tænastum og arbeiðsmegi
ímillum Føroyar og ES.
– Hetta er ein avtala, sum
fleiri lond hava, uttan at vera
limur, so tað eigur eisini at
bera til hjá okkum.
Hinvegin hevur ongin sagt,
at EFTA verður endastøðin
hjá føroyingum, tí nógv
lond, sum nú eru í ES, eru
gomul EFTA-lond.
So er tað spurningurin um
yvirtøkurnar: Ber tað til at
verða limur í EFTA, uttan
at fremja tær yvirtøkur, sum
skulu til?
–
Eg
veit,
at
Sambandsflokkurin er ikki
so heitur fyri yvirtøkum, men
eitt, sum samráðingarnar
við EFTA skulu vísa, er,
um tað ber til at verða
limur við tí fyrivarni at
umrøddu yvirtøkur ikki eru
framdar enn, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Les meir á síðu 5.
Vit søkja um EFTA limaskap,
men avskriva als ikki ES. Og
tað er ongin sum sigur, at
EFTA er endastøðin, sigur
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Hvalbingar føla seg trýstar av landsstýrinum
5 spurningar til
suðuroyingar
Hetta eru teir fimm
spurningarnir,
sum
Landsstýrismálanevndin
vil hava kommunurnar í
Suðuroy at svara
1. Eru tað kommunurnar
ella landsstýrið, ið av
fyrstan tíð tóku stig til
at fara undir útbygging
av
eldrarøktini
í
Suðuroynni.
2. Hevur landsstýrið
lagt trýst á kommunurnar
fyri at fáa tær at byggja
ellis- og røktarheim, har
miðnámsskúlin skuldi
vera í Vagi, og um so er,
hevur landsstýrið víst
kommununum á sakligar
grundir fyri hesum.
3. Hvat er veruligi
tørvurin á røktarplássum
í Suðuroy. Hvussu nógv
fólk bíða í løtuni eftir
ellis- og røktarheimsplássi
í hvørjari bygd í økinum.
4. Halda kommunurnar,
at mismunur er framdur
millum kommunur í
málinum.
5. Hava kommunurnar
hildið útreiðslur grundað
á, at tilsøgnin um serliga
fígging var bindandi.
FAKTA
Vit skulu standa á tveimum beinum í Evropa