Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 24. mai 2006 7 – Vit hava tosað um, hvussu vit í felag kunnu hjálpast at, soleiðis at óskipaður fiskiskapur kann fáa ein enda, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Vitjan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sum nevnt í hinari greinini á hesi síðuni, høvdu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, tveir fundir um mál av felags áhuga. – Vit hava fundast í tveimum umførum. Í fyrsta umfari tosaðu vit um fiskavirkisvinnuna á landi. Helga kemur úr Finnmørkini, og vinnan har og vinnan í Føroyum eru ikki ólíkar. Tað er eingin loyna, at fiskavirkisvinnan hevur stóran týdning fyri útjaðaran og tískil bæði fyri Finnmørkina og okkum her í Føroyum. Bjørn vísir á, at røddir eru frammi um, at fiskavirkisvinnan fer at doyggja burtur í okkara parti av heiminum um nøkur ár, og at tað verða láglønarlondini, sum fara at yvirtaka hesa vinnu. – Vit vóru tó samd um, at vit eisini hava nakrar fyrimunir í hesum sambandi, og at kostnaðarstøðið í láglønarlondunum, eitt nú í Kina, veksur, soleiðis at kappingarfyrimunirnir minka. Aðrir fyrimunir, sum vit hava her um okkara leiðir, eru, at vit eru nærri rávøruni og marknaðinum. Eitt nú kunnu vit útflyta feska rávøru á evropeiska marknaðin, sum fjarskotnu láglønarlondini ikki kunnu. Bjørn sigur, at tey bæði eisini hava viðgjørt millumlandasamstarv og samstarvið, sum hevur verið millum Føroyar og Noreg í skjótt 30 ár. – Vit eru fegin um nýggja partin í avtaluni millum londini um atgongd at fiska svartkjaft og makrel hjá hvørjum øðrum. Hetta er nakað, vit hava stríðst við at fingið upp í avtaluna millum londini í fleiri ár. Bjørn sigur, at partarnir eisini havav tosað um óskipaða toskafiskiskapin í Barentshavinum og óskipaða fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum. – Vit hava tosað um, hvussu vit í felag kunnu hjálpast at, soleiðis at hesin óskipaði fiskiskapur kann fáa ein enda. Hann sigur, at ymiskir møguleikar hava verið nevndir. – Ein er, at hesi skip ikki sleppa í havnir at bunkra olju og taka útgerð, og eitt annað er, at eingin keypir fiskin, tey føra til lands. Eisini hava vit tosað um, hvussu fiskiveiðieftirlitið kann skipast betur í hesum sambandi. Bjørn sigur, at tosað eisini hevur verið um tey fiskasløg, sum strandalondini royna at samstarva um, eitt nú um svartkjaft, sild og lodnu. – Vit í Føroyum harmast um, at eingin avtala er um norðhavssildina, nú norðmenn fyribils hava tikið seg burtur úr samstarvinum millum strandalondini, tí Noreg er ónøgt við, at landið ikki fær ein størri lut í stovninum. Landsstýrismaðurin sigur, at Føroyar ynskja, at samstarv er um norðhavssildina, tí vit vilja helst ikki síggja, at positiva gongdin, har sildin er við at taka gamla ferðamynstrið uppaftur, heldur uppat av ovveiði. – Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at norðhavssildin aftur kemur í føroyskan og íslendskan sjógv, soleiðis sum gongdin seinastu árini hevur víst seg at vera. Vit vilja helst ikki, at fiskiskapurin eftir norðhavssild fer í sama sporið, sum svartkjafturin var í, áðrenn strandalondini endiliga samdust um kvotu og býtið, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Í Syðradali á Kalsoynni vitjaði Helga Pedersen, sum sjálv er uppvaksin í Finnmørkini, í barnaheiminum hjá Bjørn Kalsø. Foreldur hennara eru seyðabóndur, og tá ið Bjørn sjálvur eisini hevur sínar røtur í bóndaskapi, høvdu tey nógv at práta um Vitjan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum og Helga Pedersen, sum er norskur fiskimálaráðharri, hava fundast í tveimum umførum á stuttu almennu vitjanini hjá henni í Føroyum. (Sí grein á hesi síðuni). Helga kom saman við trimum embætisfólkum úr Noregi til Føroya mánadagin, og seinnapartin hendan dagin var politiskt prát millum fiskimálaráðharrarnar á Hotel Hafnia. Um kvøldið var døgurði á Hotel Føroyum. Í Norðoyggjum Í gjáramorgunin bar leiðin í bili úr Havn til Klaksvíkar, og haðani í báti út í Kalsoynna, haðani Bjørn Kalsø hevur sínar røtur og sleit sínar barnaskógvar. Í Syðradali vitjaði Helga, sum er uppvaksin í Finnmørkini, í barnaheiminum hjá Bjørn. Foreldur hennara eru seyðabóndur, og tá ið Bjørn sjálvur hevur sínar røtur í bóndaskapi, høvdu tey nógv annað enn dagsins politikk at práta um. Av Syðradali fór fylgið í bili norður til Trøllanesar, og ávegis norður eftir oynni sá norski fiskimálaráðharrin allar bygdirnar í Kalsoynni. Um middagsleitið í gjár sessaðist fylgið við døgurðaborð á Húsum, og tíðliga seinnapartin varð skipað fyri gongutúri av Syðradali, har vitjað eisini varð við minnisvarðan yvir teir, sum fórust á havinum. Klokkan 15 í gjár høvdu fiskimálaráðharrarnir fund í Lykkishúsi á Syðradali. Langur dagur Eftir at fylgið aftur var komið til Klaksvíkar, varð vitjað á Kósini, og klokkan 19.30 varð borðreitt við døgurða. Klokkan var 22 týskvøldið, áðrenn Helga og Bjørn við sínum embætisfólkum fóru úr Klaksvík og aftur til Havnar. Í morgun hevur norski fiskimálaráðharrin vitjað á Fiskirannsóknarstovuni og síðan á Listasavni Føroya, har tíðindafundur var klokkan 11.30. Sosialurin var við á tíðindafundinum, men stundir vóru ikki at fáa tað, sum fram kom á hesum fundi, við í blaðið í dag. Klokkan 12 var døgurði á Hotel Hafnia, og klokkan 13 fóru norsku gestirnir av aftur hotellinum og vestur í Vágar, haðani tey løgdu leiðina um hav eystur aftur til Noregs. Bjørn og Helga í góðum práti um felags mál Norski fiskimálaráðharrin á almennari vitjan í Føroyum Bjørn Kalsø, landsstyrismaður í fiskivinnumálum og norska starvssysturin Helga Pedersen. Mynd: Jens Kr Vang