Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 99 - 24. mai 2006 Marknaðarrák Farnu vikuna hildu partabrøv um allan heim á at lækka. Evropisk partabrøv lækkaðu sum heild um 6%, amerikonsk 3% og tey í Fjareystri 4%. Síðan 8. mai eru partabrøv um allan heim sum heild lækkað um 7%. Tey vóru tó hækkað sera nógv til tá, og samlað sæð er talan um eina hækking á alheims partabrøvum á 4% higartil í ár. Í morgun (23. mai) byrja partabrævamarknaðirnir á okkara leiðum við hækk­ing­ um. Norrøna vísitalið er í pluss við 1,8%, Danmørk við 1,5% og Evropa við 1%. Hetta er eitt gott tekin, hóast tað enn er ov tíðliga at siga, um lækkingin er endað á hesum sinni. Lánsbrøv byrjað at hækka Í farnu viku byrjaði tann rentulækkingin, vit hava skriv­ að um allan hendan mánaðin. Danska 10-ára rentan er lækk­ að úr 4,15% í nú 3,97%. Útlit eru fyri, at hon kann lækka til 3,80% í fyrstu atløgu. Sostatt er kursvinningur í eygsjón fyri lánsbrævaeigarar komandi vikuna ella tvær. Fylg við partabrøvum Sum nevnt omanfyri eru alheims partabrøv lækkaði í miðal 7% seinastu tvær vikurnar. Higartil sær út til, at talan er um eina stutttíðar lækking, sum ikki broytir langtíðar útlitini. Men enn er ov tíðliga at siga, at vent er. Tó eiga eyguni at verða havd við, um partabrævamarknaðirnir fara at vísa bjartari gongd hesa vikuna. Hesa vikuna Av tí at partabrøv eru lækkað so skjótt, verður hendan vikan merkt av, um lækkingin man fara at enda nú. Miðbankarnir elvdu til, at partabrøvini byrj­ aðu at lækka, og tí verður dentur hesa vikuna lagdur á prísvakstrartøl báðu megin Atlants­havið, umframt olju­ prísin. Partabrøv hildu á at lækka Vika 21 2006 Eini 85 fólk úr Dan­ mark, Norra, Hetlandi og Føroyum leggja í løtuni seinastu hond á sjónleikin »Havet & Menneskene«, ið verður sýndur í Norðurlandahúsinum í kvøld Sjónleikur Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Í kvøld verður sjónleikur við dansi og tónleiki, ið snýr um felags søgu, ment­an og lívskor, sýndur í Norður­ landahúsinum. – Sjónleikurin er bygdur á søgu, sum Danmark, Norra, Hetland og Føroyar hava til felags. Eitt nú hava vit hav, vind, fisk, fátækdømi og trúgv til felags, sigur Gunn­ hild Brethvad, listar­ligur sam­skipari. Sjónleikurin gongur fyri seg umborð á Norrønu og flytur seg við ferðaleiðini hjá Norrønu. Sjónleikurin byrjar so­statt í Danmark, ferðast síð­an til Norra, Hetland og endar í Føroyum. Talan er um eitt samstarv millum Danmark, Norra, Het­land og Føroyar. Londini hava øll hvør í sínum lag vant leikin, meðan Gunnhild Brethvad hevur ferðast ímill­ um londini seinastu tríggjar mánaðarnar og stílað fyri. Allir luttakararnir í leikinum, uttan teir føroysku, hittust fyri fyrstu ferð umborð á Norr­ønu á veg til Føroya. Tey royndu at venja eitt sind­­ur umborð á Norrønu, men tað gekk ikki eftir vild, tí tað rullaði so illa. Ferða­ lagið kom til Føroya við Norrønu mánamorgunin og hevur síðan tá arbeitt dúg­ liga og sett leikin saman í Norðurlandahúsinum. Føroyska partin av leik­ in­um stíla næmingarnir á Dramaverkstaðnum fyri. Atgongumerki fá­ast ókeypis í Norður­landa­hús­ inum og Kunningar­stov­uni í Havn og í Runavík. Sýningin byrjar klokkan 19.30. í kvøld og verður í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. Tað er felagið Westling, ið sam­an við øðrum stuðlar leik­in­um. Forvitnisligur sjónleikur í Norðurlandahúsinum – Her leggja dansararnir seinastu hond á verkið. Á myndini síggja vit tríggjar útlærdar dansarar: Christina Straby Brethvad, Johanne Dam og Cecilie Gry Jensen – Í leikinum hoyra vit mest um ein kvinnu­ligan kapteyn og ein forelskaðan stýrimann. Men somuleiðis eru vættrar, havfrýr, huldufólk og sjórænarar við í leikinum