mikudagur 24. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 24. mai 2006
Hósdagin í farnu
viku var móttøka
á Barnadeildini á
Landssjúkrahúsinum
í sambandi við, at
Barnadeildin er flutt
av 4. og upp á 5. hædd.
Hereftir skulu vit
venja okkum við ikki
at siga B4 men B5 um
hesa deildina
Barnadeildin
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
– Broytingin á Barnadeildini
á Landssjúkrahúsinum hevur
verið ótrúliga stór seinastu
50 árini. Nú hava vit so
stórt pláss, at vit næstan
kunnu velja ímillum, hvar
vit vilja vera, segði Odmar
Færø, yvirlækni, í skemti á
móttøkuni.
Í staðin fyri lítlu og
myrku kanningarstovuna á
gomlu barnadeildini, hevur
Barnadeildin nú fingið
eina stóra, væl útgjørda
og ljósa kanningarstovu.
Eisini er starvsfólkarúmið
rúmligari, og deildarsjúkra
røktarfrøðingurin hevur fingið
sína egnu skrivstovu:
– Somuleiðis hava vit fing
ið isolatiónsstovu við slúsu,
kitlum og vaski, og hevur hetta
verið sera hent hjá okkum, nú
kikhosti hevur gingið. Seingj
arstovurnar hava allar fingið
egið vesi og bað, og verður
vandin fyri smittu á henda hátt
minni millum børnini, enn tá
øll nýttu sama vesi og skiftu
blæu í sama rúmi, segði Fróði
Joensen, barnalækni og skoytti
uppí, at størsta broytingin er
tó dagdeildin:
– Á nýggju dagdeildini,
sum vit hava fingið, kunnu
vit hava ambulantar vitjanir
og kanningar, ið ikki krevja,
at barnið svevur á sjúkra
húsinum. Hetta fer at lætta
um á seingjardeildini.
Men Fróði Joensen viðgekk
tó, at framvegis er ein partur
av børnum, sum als ikki hava
fingið lut í núverandi betran
av hølunum:
– Teir sjúku nýføðingarnir
liggja framvegis stúvaðir
saman á einari lítlari stovu
á føðideildini. Vónandi fer
tað skjótt at bera til at skapa
teimum betri kor eisini.
Alt í alt eru øll á Barnadeild
ini sera fegin um ábøturnar á
deildini og hava samstundis
góðar vónir um at sleppa upp
í part, tá næsta nýbyggingin
á Landssjúkrahúsinum gerst
veruleiki
Barnadeildin á LS betri umstøður
Ársfrágreiðingin
hjá Amnesty Inter
national varð
almannakunngjørd
í gjár. Endamálið við
ársfrágreiðingini,
sum fevnir um 150
lond, er at varpa ljós
á brot ímóti manna
rættindum
Amnesty
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Brot ímóti mannarættindum
vóru orsøk til, at fleiri
milliónir mannalív vórðu
oyðiløgd í 2005:
– Tí er neyðugt, at Amnesty
heldur fram við at varpa
ljós á trupulleikarnar og
setir átøk í verk, ið veruliga
muna í altjóða samfelagnum,
sigur Margretha Nónklett,
samskipari hjá Amnesty í
Føroyum.
Ársfrágreiðingin verður
ofta nevnd »svartabók«,
og er tað skomm at verða
nevndur í ársfrágreiðingini
hjá Amnesty. Føroyar
hava ongantíð verið við
í ársfrágreiðingini, men
Danmark var fyri nøkrum
árum síðani í samband við
isolatiónsfongsling:
– Tá var ramaskríggj í
Danmark, og nógv varð
sett í verk fyri at forða
fyri, at Danmark varð
nevnt aftur í frágreiðingini,
sigur Margretha Nónklett
og leggur afturat, at hóast
Føroyar ikki beinleiðis eru
nevndar í frágreiðingini,
er frágreiðingin avgjørt
viðkomandi fyri okkum:
– Vit eru ein partur av
altjóða samfelagnum, so
sjálvandi er ársfrágreiðingin
eisini viðkomandi fyri
okkum. Um vit taka eitt
ítøkiligt dømi, staðfestir
ársfrágreiðingin eitt nú, at
fleiri lond í Evropa loyva
loyniligum fangaflutningi.
Hóast Føroyar ikki bein
leiðis verða nevndar í ársfrá
greiðingini, er hetta eisini
viðkomandi fyri okkum,
tí tað varð staðfest, at eitt
loyniligt flogfar hjá CIA
fleyg millum Ísland og
Ungarn í 2005. Landsstýrið
eigur tí, á sama hátt sum
hini evropeisku londini,
at taka lut, tá tað snýr seg
um at steðga ólógligum
fangaflutningi. Vit eiga at
tryggja okkum, at føroyskt
loftrúm ikki verður nýtt til
ólógligan fangaflutning,
sigur Margretha Nónklett.
Ársfrágreiðingin
Í ársfrágreiðingini verður
millum annað staðfest, at
»kríggið móti yvirgangi«
hevur havt við sær, at
altjóða mannarættindi eru
skúgvað til viks, tí stjórnir
loyva píning, loyniligan
fangaflutning og vantandi
rættargongd.
Frágreiðingin
vísir
somuleiðis á, at trygdarætl
anin hjá teimum valdhavandi
londunum í stóran mun elvir
til, at aðrar álvarligar kreppur
ikki verða sæddar:
– Lætta atgongdin til hond
vápn elvir somuleiðis til meira
harðskap, leggur lunnar undir
nýggjar kreppur og leingir um
kríggj. Vantandi vápnaeftirlit
hevur við sær, at vápn lættliga
verða seld til stjórnir, sum eru
tiltiknar fyri at fremja brot á
mannarættindi. Hóast hond
vápn eru orsøk til um 500.000
andlát um árið, er einki altjóða
eftirlit við vápnaútbreiðslu,
greiðir Margretha Nónklett
at enda frá.
Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty í Føroyum:
Ársfrágreiðingin hjá Amnesty
International viðkomandi fyri Føroyar
Deyðarevsing
Í minsta lagi 2.148 fólk vórðu avrættað í 2005,
men hesi tøl eru bert toppurin av ísfjallinum, tí
nógv lond fremja loyniligar avrættingar.
Rættarligar avrættingar vórðu framdar í minsta
lagi 24 londum. Kortini eru nøkur fá lond, sum standa
fyri størsta partinum av avrættingunum: 94 prosent
av øllum avrættingunum vórðu framdar í Kina, Iran,
Saudi Arabia og USA.
Høvuðskrøvini hjá Amnesty International 2006:
• At ST og Afrikanska samtakið viðgera kreppuna í Darfur og forða fyri framhaldandi
brotum ímóti mannarættindum.
• At ST samtykkir eina avtalu um altjóða vápnaeftirlit.
• At USA letur Guantánamoleguna aftur og almannakunnger nøvn og uppihaldsstøð
hjá fangum, sum eru hildnir aftur vegna illgruna um luttøku í yvirgangsvirksemi.
• At nýggja Mannarættindaráðið krevur tað sama, uttan mun til um tað snýr seg um
Darfur, Guantánamo, Chechnya ella Kina.
FAKTA
– Eins og vit mugu fordøma yvirgangsatsóknum, eiga vit á
sama hátt at arbeiða ímóti krøvunum hjá stjórnum, sum
halda, yvirgangur kann berjast niður við píning. Hetta kann
sammetast við at royna at sløkkja bál við brennievni, segði
Irene Khan, aðalskrivarnin hjá Amnesty International, tá hon
almannakunngjørdi ársfrágreiðingina.
Á móttøkuni vórðu Odmar Færø, fyrsti barnalækni á Lands
sjúkrahúsinum, og Fróði Joensen, barnalækni, heiðraðir av starvs
fólkunum á 5. hædd fyri gott arbeiði fyri Barnadeildina øll hesi
árini
Marita Tórsheim frá Barnabata lat Tove Thomsen,
deildarsjúkrarøktarfrøðingi, og Esther Djurhuus, pedagogi,
Playstation II