mikudagur 24. mai 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 99 - 24. mai 2006
Komandi vikuskifti verður Norðoyastevna, og
hendan stevna er sum kunnugt fyrsta summ
arstevnan. Øll summarstevnumyndin er við at
broytast. Vit hava fingið festivalarnar umframt eina
røða av størri og smærri bygda- og býartiltøkum.
Øll hesi tiltøk, stevnur, festivalar, bygda- og økis
stevnur hava sjálvsagt eina sínamillum ávirkan
tí marknaðurin er so at siga avmarkaður. Tað
verður tí spennandi at síggja, hvussu myndin fer
at síggja út um nøkur ár. Eitt er vist og tað er, at
festivalarnir eru komnir fyri at vera, og tað er
bert at fegnast um. Festivalarnir eru eitt nýtt og
kærkomið tilboð til ung og gomul.
Í ár er so fyrstu ferð at koyrandi verður til Norð
oyastevnu. Fortreytirnar eru fullkomuliga broyttar
við Norðoyatunnlinum, og tí er sera spennandi at
vita, hvussu henda nýggja, henta og sera skjóta
farleiðin fer at ávirka luttøkuna á Norðoyastevnu.
Vit halda okkum tó vita, at tunnilin fer at gera,
at nógv meira fólk enn vanligt fer at vera á Norð
oyastevnu. Ivaleyst fara mong, sum enn ikki hava
roynt tunnilin at nýta høvið og sostatt fáa tvey
upplivilsi í einum: tunnil og stevnu. Vit kundu
lagt afturat, at Klaksvík í sjalvum sær veruliga er
verd at vitja. Her eru ómetaliga nógv áhugaverd
og spennandi tilboð. Hartil kemur so ein sera fjøl
broytt og dygdargóð stevnuskrá, so alt skuldi bent
á eina vælvitjaða Norðoyastevnu.
Ítróttin hevur altíð sett sín dám á stevnurnar.
Stevnurnar eru fram um alt karmar um tjóðarítrótt
okkara, kappróðurin. Kappróðurin fyllir nógv
í huga føroyinga, og tí líta vit øll fram til at
kappróðraráðrið,ið nú byrjar av álvara. Ítróttin
sum heild hevur stóran mentanarligan týdning
eins og hon hevur týdning fyri fólkaheilsuna.
Tað vildi sjálvsagt verið skeivt at gjørt mun
á ítróttagreinum, tí allar hava tær týdning
hvør í sínum lagi. Hinvegin skerst ikki burt,
at kappróðurin stendur hjørtum føroyinga sera
nær. Tað er nakað sermerkt við kappróðrinum,
og kemur hetta valeyst av, at vit í roynd og veru
altíð hava havt hesa ítróttagrein. Í gomul døgum
var hon bara ein partur av gerandisdegnum,
tí róð var mangan kapp á útróðri ella í grind.
Summarstevnurnar hava avgerandi týdning fyri
kappróðurin og tí vóna vit at teimum verður lív
laga í tí kapping, tær nú hava fingið. Hetta merkir
eisini, at fyrireikararnir verða noyddir at hugsa
um nýggjar formar og nýggj tilboð. Tó verður
kappróðurin ivaleyst eisini framyvir hjartatátturin
í stevnuni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt summartekin
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
1) Havnará fram í
dagsins ljós!
2) Áarstova
endursmíðað!
3) Standmynd av
Janusi Djurhuus!
Í hesum Stórutjarnar- og
Skálatraðartíðum
hava
vit eisini víðar sjónir á
Áarvegnum í Havn!
1) Havnará sleppur fram
aftur í dagsins ljós (fram
við ríkisumboðskvinnugar
ðinum)!
2) ÁARSTOVA (barna
heimið hjá Janusi og Hans
Andriasi) verður smíðað
aftur á upprunaliga stað
num yvir av/vestan fyri
Cafè Natúr! Um neyðugt,
kann hon gerast eitt sindur
minni, enn hon upprunaliga
var.
3) STANDMYND av Jan
usi, meginskaldinum, kundi
staðið uttan fyri Áarstovu!
Við miðbýarvíðsjónum
Miðbýarvíðsjónir í Tórshavn
Á Borg á Argjum
Eyðun
á borg
Í viðmerkingini niðanfyri ber Eyðun á Borg, lærari á Argjum,
fram uppskot um at endurbyggja Áarstovu í Gongini í Havn,
har skaldabrøðurnir, Hans Andreas og Janus Djurhuus vuksu
upp. Myndirnar sýna Áarvegin, Havnará og Áarstovu
Mynd tikin niðan gjøgnum Havnará. Har áin er á myndini,
er nú vegurin millum Vertshúsið og Café Nátúr, har ferðslan
gongur omaneftir. Áarstova stóð á økinum oman fyri
Vertshúsið, niðan fyri Bringsnargøtu
Janus Djurhuus og
bróðirin, Hans Andreas
vuksu upp í Áarstovu
Áarstova. Niðanfyri hómast
Vertshúsið - har handlin Delta
heldur til í dag