mikudagur 24. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 99 - 24. mai 2006
VIÐMERKINGAR
viðMERKINGAR
Eftir kravi frá Javnað
arflokkinum eydnaðist at
fáa niðurfelt í samgong
uskjalið, at skipanin við
lestrarstuðuli skuldi end
urskoðast, við tí endamáli
at hækka stuðulin til for
syrgjarar umframt at geva
lesandi møguleika at fara
í barnsburðarfarloyvi við
fullum lestrarstuðuli
Sambært upplýsingum
frá
Stuðulsstovninum
er tað skjótt og lætt at
broyta lestrarstuðulsskip
anina til fyrimuns fyri for
syrgjarar, uttan at hetta
gerst ein stór útreiðsla fyri
landsskassan. Tilsamans
góðar 3 milliónir, ella
har á leið, kostar tað at
geva forsyrgjarum hægri
lestrarstuðul og møgu
leika fyri barnsburðarfar
loyvi.
Hendan
peningin
hava vit ráð at nýta, tí
betri møguleikar fyri út
búgving og menning av
føroyska ungdóminum
er uttan iva besta íløgan,
ið samfelagið kann gera.
Og íløgan er alneyðug.
Tað eru kappingin við
heimssamfelagið og úrs
litið av PISA kanningini
bestu dømir um.
Tað mundi eydnast at
fingið broytingina sam
tykta áðrenn løgtingið
fór til hús, men beint
fyri, at málið skuldi
leggj ast fram, komu forð
ingar í vegin frá Fígg j
armálaráðnum.
Tískil
er avtala fingin í lag
við
landsstýrismannin
í mentamálum, um at
hann skal brúka summ
arið til at koma við
uppskoti til eina broyting
í lestrarstuðulinum, ið eis
ini landsstýrismaðurin í
fígg jarmálum kann góð
taka.
Semja er í samgonguni,
um at landsstýrismaðurin
skal koma við sínum
uppskoti skjótt eftir, at
løgtingið er komið sam-
an aftur á ólavsøku.
Semja er eisini um, at
høvuðsbroytingin í upp
skotinum
skal
vera
betri møguleikar hjá for
syrgj arum at nema sær
útbúgving.
Hesaferð
rokni eg eisini við, at
landsstýrismaðurin
í
fíggj armálum fer at taka
væl ímóti uppskotinum...
Barnsburðarstuðul
til lesandi
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
john@john.fo
John
Johannessen
- ein viðmerking til eina
løgna send ing í einum
løgnum sjónvarpi
Eftir at hava sæð sending
ina EKKÓ sunnukvøldið,
sæð hesi fittu, glaðu, strál
andi ungu við so ymiskum
bakgrundum, sat eg eftir
við spurninginum- hví
gjørdi kringvarpið ikki
eina sólskinssøgu burturúr
hesum tilfari?
Hví valdi sjónvarpið
at sáa iva, at vænta nak
að ringt, illteinkja og
insinuera,
hví
loyva
presti at speireka, hví og
aftur hví?
Hví ikki gleðast við
hesum, sum hava funnið
Hann, sum tey elska
framum alt annað. Hann,
sum tey hava valt at liva
saman við, at tilbiðja, at
seta alt álit sítt á og í
takksemi at liva fyri?
Gleði, friðsæla og trygg
leiki skein av teimum,
hví ikki focusera uppá
tað, finna út av hvussu
tað ber til- og annars bara
gleðast við teimum?
Bygdi sendingin á døm
ir um ung, ið vóru vorðin
vónsvikin og kanska kom
in illa fyri av tí lívi og
lívshátti hesi hava valt?
Nei als ikki.
Tey vóru glað og høvdu
sett álit sítt á nakað, ið
heldur, tá á stendur. Hví
er tað, sambart almenna
sjónvarpinum, illgrun
asamt?
Hesi ligg ja ikki hjálpar
leys og rúsaði úti á náttar
gøtunum!
Tú finnur tey neyvan
í fangaklivum ella sund
ursorlaði og neyðtikin av
heimsins rúsi út á smáu
tímar náttarinnar.
Tey
fylla
neyvan
skaðastovur okkara teir
tímarnar, tá mong for
eldur hjálparleys ligg ja
í andvekri og bíða eftir
sínum ungu.
Tey gleðast uttan rús
andi evni, tey vakna til
ein nýgg jan dag uttan
timburmenn, tey hava
fantastiskar ætlanir um at
liva fyri Harra og meistara
sín. Tey royna at vinna
onnur fyri Frelsaran, tey
gera ongum nakað ilt.
Hvat hava tey gjørt
sjónvarpi okkara?
Hví gleðist sjónvarps
manningin ikki saman
við teimum?
p.s. annars mátti onkur
hvalbingur verið so fræg
ur at fari yvir til prest
við einari bíbliu og víst
honum, hvat orð Guds
sigur um umvending- og
um at geva.
Hví ikki gleðast við teimum
løgtingsmaður
Jenis
av rana
Formaður Fólkafloksins á
tingi, Jørgen Niclasen, sigur
í samrøðu við Sosialin, at
hann orkar ikki tankan um
føroyskan limaskap í ES.
Hann bygg ir hesa støðu sína
á tær órímiligu treytirnar,
sum hann roknar við, at ES
fer at seta Føroyum.
Jørgen Niclasen, løgtings
maður, sigur í samrøðu
við Sosialin, at verða Før
oyar limur í ES, so fáa
vit eina kvotuskipan, har
fiskivinnan fer niður í helvt
og har okkara heimasjógvur
fer at ligg ja opin fyri skip
um úr ES londum. Eisini
sigur hann, at okkara olju
inntøkur fara at streyma nið
ur til Brússel.
Um hesar gitingarnar
eru rættar, er einki at siga
til, at Jørgen hevur ta
støðu, sum hann hevur. Tí
sjálvsagt skulu vit hvørki
geva okkara fiskiríkidømi,
og ei heldur eitt møgu ligt
oljuríkidømi burtur. So langt
eru Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin samdir, og
hetta átti tí at verið eitt gott
útgangs støði at tosa Evropa
politikk.
Møguliga er
veruleikin ein annar
Eitt er at blaka pástandir út
um framtíðina, og at gita
um, hvat ES fer at krevja
av føroyingum. Men hvat
høvdu Fólkaflokkurin og
Jørgen Niclasen sagt, um
vit fingu prógvað yvirfyri
ES-myndugleikunum, at
fiskidagaskipanin er ein
veruligur fongur fyri Før
oyar? Og hvat um vit fingu
sannført limalondini um, at
tað loysir seg at brúka okk
ara skipan, og at fyri hvønn
dag sum gongur, tapa ES-
limalondini hópin av peningi
orsaka av, at tey ikki enn hava
sett okkara fiskidagaskipan í
gildi hjá teimum?
Heimurin broytist skjótt,
og tað er positivt, at umboð
Fólkafloksins halda áfram
at greiða ES-myndugleiku
num frá, hvussu góð fisk
idagaskipanin, sum Sam
bandslandsstýrið setti í
gildi í 1996 er, tí málið
eigur at vera, at ES tekur
okkara skipan til sín.
Hetta kundi ført við sær,
at limalondini byrjaðu at
umsita fiskiríkidømið hvørt
sær. Vit sita møguliga við
lyklinum til at loysa fisk
ivinnutrupulleikarnar hjá
ES?
Mugu víðka okkara
sjónarring
Tað er avgerandi fyri framtíð
Føroya, at vit víðka okkara
sjónarring og tora at trína
inn í altjóða samfelagið,
heldur enn at byrgja okkum
inni, soleiðis sum gjørt hev
ur verið higartil. Orð sum
“Eg orki ikki tankan”, hoyra
ikki heima í hesum samband
inum. Tann einasti mátin vit
kunnu gerast klókari uppá,
hvørjar ágóðar Føroyar
kunnu fáa frá ES, og undir
hvørjum treytum, er at ting
ast beinleiðis við ES. Vit
kunnu ikki bygg ja framtíð
Føroya á gitingar.
Um treytirnar, ið ES setir
okkum, eru órímiligar,
taka vit sjálvandi ikki av
tilboðnum. Men eg trúgvi
persónliga, at tað fer at bera
til at fáa eina góða avtalu í
lag við ES.
Vit noyðast longu sum
er at lúka nógv av teimum
krøvum, sum ES setur til
limalondini. Men í verandi
støðu hava vit eingi rættindi
í ES og fáa tískil heldur
ongan ágóða av at ganga
undir ES-krøv.
Mugu orka
Vit skulu sjálvsagt hvørki
geva okkara fiskiríkidømi
ella oljuríkidømi burtur.
Men heldur enn at gita,
hvørjar treytir ES fer at seta
okkum, eiga vit at tingast við
henda felagsskap, fyri at fáa
staðfest, hvat ES hevur at
bjóða føroyingum. Vit skulu
“vita og ikki gita”.
Men fyrsta treytin fyri
konstruktivum samráðing
um er, at vit orka tankan og
vilja tosa.
Hvørki fiskiríkidømi ella
oljuríkidømi skulu gevast burtur
Sambandsflokkurin
Kaj Leo
Johannesen
Eg havi hugsað í fleiri ár,
hví kommunur og landið
ikki taka seg saman um
eina skipan, har børn, ung
og lættari tilkomin kunnu
fáa arbeiði í frítíðini, tað
veri seg summar- heyst-
ella jólafrítíðini. Eg havi
nøkur ung fólk í húsi, og
tey skrígg ja eftir arbeiði og
gera sanniliga eisini eitt stórt
átak at fáa arbeiði, men sum
øllum kunnugt, so er tað ikki
so lætt longur at fáa arbeiði
sum fullkomiliga óroynd/ur,
og í okkara føri er bara talan
um feriuarbeiði.
Í fjør skipaði Tórshavnar
kommuna fyri "ung í
arbeiði", og tað skulu teir
eisini hava rós fyri! Men
hví avmarka tíðarskeiðið
hjá hvørjum næmingi til
2 vikur?? (tað fingu vit at
vita, og soleiðis var tað)
Tað er annað at gera
hjá
ungum,
enn
at
rudda! Vit kunnu nevna t.
d. varðarnar eftir teimum
gomlu bygdagøtunum, kráir
nar, rossagøtur higar og hag
ar, fríðking av økjum, sum
ikki verða sædd vanliga av
meiniga manninum (her
hugsi eg kanska serliga um
viðarlundina undir hotel
Føroyum, ið kundi verið
gjørd um til friðarligasta og
vakrasta blett í landinum),
ella enntá hjálpa bøndrum
við at reinsa nýlendi??
Eg eri klárur yvir, at
slík arbeiði ikki skulu máa
grundarlagið undan nøkr
um vinnurekandi ella tím
aløntum, men hevur nakar
nakrantíð hugsað um at lag
að nakrar varðar ella kráir
upp ella goldið í dýrar dóm
ar fyri tað? Og
hvør ger rossagøturnar,
sum nú er?? Hví ikki gjalda
ungum fyri at gera nýgg jar
og spennandi gøtur og
fríðka um tær verðandi?
Her verður ikki tosað um
smávegis arbeiði, tí hetta
kann eisini viðlíkahaldast
ár aftaná ár. Enntá sum
summarfrítíðararbeiði!!
At reinsað nýlendi ella
enntá hegnað, vildi eg mett,
at allir bøndur vildu fingið
eina avtalu við kommunur
og land um, tí samstundis
sum bóndin fær arbeiðið
gjørt, so fríðkar tað eisini
um lendið!
Og hvør skal gjalda, og
hvat kostar hetta, spyr helst
onkur. Hvat kostar tað, at tey
ungu ganga og ikki hava ein
"skid" at gera?? Hvat kosta
"ledigg angsherverkini"?
Latið nú ikki kjakið enda
í: "Vit kunnu ikki taka
okkum av kráum og varðum,
tí tað er líka nógv landið,
sum hevur ábyrgdina..."
ella "bøndurnir kunnu sgu
sjálvir syrgja fyri at reinsa
bøin..." og "tað eru bara
nakrir fáir, ið fáa ágóðan av
rossagøtunum, so tað skal
sgu eingin kommuna ella
land gjalda fyri.."!!
Tað er IKKI, hvør rindar
ella ikki, tað snýr seg um!!
Tað snýr seg um at fáa
hendurnar úr lummunum
hjá teimum ungu - kanska
vit sjálv hava størsta feilin
í, at hendurnar eru endaðar
har!!
Hugsið so eisini um ferð
afólkavinnuna. Karmarnar,
ið varðar, kráir og rossagøtur
skapa. Søga, mentan og í
síðsta enda vinningin fyri
landið!!
Arbeiði í summarfrítíðini
Millum Bóla
Kollafirði
Sofus
Joensen