Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 24. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Hans Peter Olsen fer frá Landssjúkra­ húskapellinum miku­ dagin 24. mai kl. 18. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju hósdagin 25.mai kl. 14.30. Tey ið ynskja at minnast Hans Petur, kunnu lata eina peningagávu til Sambýlið fyri autistar, Undir Gráastein 4, Tórshavn, konto í Føroya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 25. mai. Urbanus. Hann var Pávi, til hann varð hálshøgdur ár 230. Eftir teimum gomlu álmannakkunum var Urbanus fyrsti summardagur. Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi. Vit vilja ynskja tykkum hjarta­liga tillukku á tykkara stóra degi. Tað er stuttligt at kunna heiðra henda stóra dag saman við tykkum. Tit giftust ung, abbi var 19 ára gamal og omma 21 ár, og væl hava tit klárað tykkum. Skjótt komu børnini, tey vóru 10 í tali, og í dag eru 23 ommu- og abbabørn, 14 langommu- og langabbabørn, og tit gleðast yvir hvønn av okkum. Omma og abbi eru bæði røsk, abbi arbeiðir hvønn dag, passar seyðin, sum honum dámar væl at fáast við og er enn virkin skorðamaður, ikki heldur abbi seg aftur tá farið verður til Mykinesar eftir súlu. Omma er eisini røsk, hon heldur hús og ger døgurða hvønn dag, og vit eru altið vælkomin, tað er altíð nokk til øll. Omma eig­ur altíð okkurt gott at geva okkum, og hennara pannukøkur skuffa ongan. Omma og abbi, vit siga tykkum takk fyri, at hurð tykkara og armar tykkara altíð standa opin fyri okkum. Omma og abbi eru ikki nógv úti, men føroyskan dans dámar teimum væl, og tey hava dansað í norð­streym­ oyar dansifelag í nógv ár. Í næstan 30 ár hava tit bjóða børnum við familju, at verða saman jólaaftan til ræstan fisk, og har verða so allar gávurnar deildar út, somuleiðis hava tit savnað øll aftur annan jóladag til ræst kjøt, eini 50 í tali, so tað má sigast, at har hjartarúm er, er eisini húsarúm. Vit gleða okkum til at heiðra dagin saman við tykkum og vónandi mongum av vinum og kenningum tykkara miku­ dagin norðuri hjá Magna­ gubba. Enn einaferð ynskja vit tykkum hjartaliga tillukku, og siga takk fyri alt tit eru fyri okkum øll. Gullbrúðarparið Andrea og Faber Isaksen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Ansa Jóhanna Højgaard Søldarfjørður andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Elim. Vegna tey avvarðandi Lenni, Hans Jákup, Súnfríður, Helmund v/fam. Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfarðir og abbi okkara Einar Sofus Jacobsen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Hjartans tøkk fyri góð og troystarrík orð til jarðarferðina. Tøkk fyri alt hjálpsemi. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til Bethesda. Tøkk til heimahjálpina, Klaksvíkar Sjúkrahús og Niðristovu, sum vóru um hann seinastu tíðina. Familjunar vegna Sanna, Helga, Jákup, Anker, Mildrid, Maria og Fróði Jarðarferð Kistan við Hans Petur Olsen fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 24. mai kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju hósdagin 25. mai kl. 14.30. Tey, ið ynskja at minnast Hans Petur, kunnu lata eina peningagávu til Sambýli fyri Autistar, Undir Gráasteini 4, Tórshavn. Konta í Føroya Sparikassa. Kristi himmalsferðardag, hósdagin 25. mai kl. 16, letur Anna Kathrina Høj­ gaard, fotografur, upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við foto og gra­ fiskum myndum. Myndirnar eru 20 í tali við ymiskum myndevnum. Framsýningin er opin allar dagar frá kl. 15-20, til og við mikudagin 31. mai. Anna Kathrina í Smiðjuni Kristi himmalsferðardag letur Anna Kathrina Højgaard, fotografur, upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við foto og grafiskum myndum Mynd: Jens Kristian Vang www.sosialurin.fo