Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 99 - 24. mai 2006 Fríggjadagin 26. mai hava Anna og Niclas Akraberg Poulsen í Porkeri verið gift í hálvt hundrað ár. Tey bæði hava búleikast ymsa staðni kring landið. At tey hava flutt eitt sindur kemst av, at tað hava verið boð eftir Niclasi í sambandi við arbeiði hansara sum politistur. Anna er fødd 11. august í 1934 og ættað úr Porkeri. Foreldrini hjá henni vóru Petra og Juul Sundberg. Tey fingu trý børn: Mikkjal, Mimy og Anna. Mikkjal býr í Vági og Mimy niðri. Sum ung arbeiddi Anna á ellisheimið í Keyp­manna­ havn. Eftir at børnini vóru undankomin, var hon í Skála­ búðini. Niclas er føddur 1. des­em­ ber í 1933. Hann er ættaður úr Akrabergi, har pápin, Niclas, var fýrmeistari. Bæði hann og konan, Mia, vóru úr Sumba. Tey fingu átta børn: Pól Jóhannes, Jákup, Brynhild, Hjørdis, Anna, Pauli, Niclas og Herborg. Pól Jóhannes, Hjørdis og Anna eru farin. Jákup býr í Leynum, Brynhild og Her­ borg búgva í Sumba, og Pauli býr niðri. Niclas fór í læru sum mask­insmiður á hvalastøðini í Lopra. Læruplássið varð tikið undan honum, tá ið hvalastøðin var niðurløgd. So arbeiddi hann sum vita­ passari í Akrabyrgi. Í 1959 kom Niclas í sambandi við politiið, og tað var her, at lívsstarvið hjá honum varð, og tað var í lívsstarvinum hjá honum, at tey bæði – Anna og Niclas – búðu ymsa staðni kring landið. Alla staðni, har tey komu, megnaðu tey væl at seta seg inn í umstøðurnar og at finna sær vinir og kenn­ ingar. Løgreglan hevði verið kommunal, men tá ið Niclas 1. juni í 1959 fór til Klaksvíkar sum politistanæmingur, var løgreglan fyri stuttum farin undir statin. Hetta var 1. juli í 1958. Broytingin bar við sær, at løgregluliðið vaks. Niclas kom til Klaksvíkar, har danir høvdu verið síðani læknastríðið. Hann var eisini í skúla í Keypmannahavn eitt stutt skifti, og so arbeiddi hann í Klaksvík fram til 1965. Fyri politiið og fyri klaks­vík­ ingar og norðoyingar kom tað væl við, at teir fingu føroyskar politistar, sum vóru sáttligir, frytnligir og fyrikomandi og samstundis høvdu stóran nátúrligan mynd­ugleika. Umframt Hilm­ar Thomsen, sála, verð­ur her hugsað um Niclas og Hjartvard Skálagarð, sum eisini kom til Klaksvíkar í 1959. Eingin politistur var á Skála­fjørðinum um hetta mundið. Økið varð røkt úr Fuglafirði, har tað bæði var sýslumaður og politistur. Í februar 1965 varð Niclas settur í politistastarv í Runavík. Støðin var í hús­ un­um hjá Óla Christian Dani­ el­sen, og Niclas hevur sagt frá, hvussu vítt økið var at fara um. Honum dámdi væl at ferðast úti millum fólk, men tað sigur seg sjálvt, at tað var stór uppgáva, tá ið havt verður í huga, hvussu vegirnir og samferðslu- og samskiftisumstøðurnar vóru tá. Nógvu tey seinastu árini í politinum vóru leiðslu­ uppgávur litnar Niclasi til. 1. februar í 1970 varð hann settur í starv sum støðleiðari í Klaksvík, og har var hann inntil 15. august í 1975, tá ið hann gjørdist varaleiðari fyri støðleiðaran í Havnini. 1. oktober 1988 gjørdist Niclas fyrsti føroyski politi­ inspektørurin. Tað vil siga, at hann undir fútanum hevði høvuðsábyrgdina av politinum í Føroyum. Á nýggjárinum í 1997 fór Niclas frá við eftirløn. Tá ið Niclas gjørdist pol­ it­istur, høvdu Anna og hann longu verið gift í trý ár. Lut­ urin hjá Annu gjørdist at bakka mannin upp í hansara starvi, sum var 24 tímar um samdøgrið og sjey dagar um vikuna – eisini á jólum. Hon syrgdi fyri, at baklandið var í lagi, og hon myndaði trivnaðin, hugnan og friðin, sum altíð hevur eyðkent tað bæði. Anna og Niclas eiga fýra børn. Bjarma býr í Klaksvík, Niels Juul býr í Runavík, Bjørg býr í Havnini, og Niclas býr í Vági. Tað vil siga, at Anna og Niclas hava familjusamband við plássini, har tey í embætisørindum hava búð. Umframt børnini hava tey fostrað upp Sonju, sum er systirdóttur Niclas. Hon býr á Skála. Anna og Niclas eiga fjúrtan barnabørn, og í næsta ættarliðnum eru átta komin higartil. Niclas var 63 ára gamalur, tá ið hann gavst sum politiinspektørur. Tá fluttu tey til Porkeris at búgva. Tey hava øll árini havt trøð og seyð í Akrabyrgi, og nú er høgligari at røkta, enn tað ofta hevur verið. Tey bæði hava verið aktiv í pen­­sionistafelagnum í Suð­ ur­oyar sunnaru helvt og landsfelagnum. Anna hevur kvøldskúla í seyming, og Niclas gongur í kvøldskúla, har hann nýtir síni góðu handligu evni. Stóri dagurin verður hildin heima við hús leygardagin, tá ið øll eru vælkomin at heilsa upp á tey bæði millum klokkan 13 og 18. Anna og Niclas Akraberg Poulsen gullbrúdleyp NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Týsdagin 23. mai skifti handilin Fa. Eilif Arge í Klaksvík navn til “Eilif Arge Gávubúð”. Samstundis vaks handilin frá 40 til 120 fermetrar og selur nú gávlutir í staðin fyri ur- gull og silvur Handil Eilif Arge Gávubuð er ein nýggjur handil í Klaksvík. Handilin er ein umbygging og víðkan av Fa. Eilif Arge. Nú talan um stórt úrval av gávulutum, har ímillum kryddaríir av slagnum Cemo. Tað er Marit Rønstad, interiør-designari úr Norra, sum hevur designað nýggju handilshølini. Fa. Eilif Arge varð sett á stovn í 1960, og hevur verið rikin sum ein famlijufyritøka síðan tá. Eftir at Eilif Arge doyði í 1968 rak konan, Gerda, handilin til sonur Magnus Arge tók yvir. Handilin hevur frá byrjan av verið er ein serhandil innan ur- silvur og gull. Síðan 1983 hevur Fa. Eilif Arge hildið til í egnum handilshølum við Klaksvíksvegin, har tveir triðingar av hølunum hava verið leigaði út til aðrar handlar. Magnus Arge sigur, at nú brúka tey allan handils­ bygningin sjálvi og hava bygt hann um til eina gávubúð upp á tilsamans 120 fermetrar. Vit hava altíð selt gávulutir saman við t.d. urum, gulli og silvuri. Hóast vit hava bygt handilin um til gávubúð, hava vit framvegis tænastu upp á tað sum vit hava selt, og selja t.d. bestikk, steyp, silvur til føroysk klæðir og gera alt graveringsarbeiði, sigur Magnus Arge. Eilif Arge Gávubuð: Selja nú gávulutir og kryddarí Nýggi handilin Eilif Arge Gávulutir, f.v.: Marit Rønstad, interiør-designari úr Norra, saman við Elini og Magnus Arge Mynd: Jens Kristian Vang