Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 99 - 24. mai 2006 ] Nr. 99 • mikudagur • 24. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Dómsnevndin hjá FSF ógyldaði mánakvøldið úr­skurðin hjá Starvs­nevndini um, at HB hevði tapt í steypakappingini. Men úrskurðurin fríkendi ikki HB, og nú skal málið koyrast av nýggjum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Allir úrskurðir hjá Dóms­ nevndini eru endaligir. Tað verður staðfest í grein 42 í kappingarreglunum hjá FSF. Spurningurin tykist tó vera, hvat hetta hugtakið inni­ber, og í fløkta málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen tykist hetta so ikki merkja, at seinasta punktum er sett. Niðurstøðan var tann sama Síðani tað kom fram seinast í mars mánaði, at alt ikki ruggaði rætt viðvíkjandi spæli­loyvinum hjá HB-fram­ herjanum, hevur nógv verið ført fram um málið. Kanska eisini somikið nógv, at fleiri hava havt ilt við at fylgja við í tí, sum er farið fram. Í botn og grund, so snýr málið seg um, hvørt Páll M. Joensen hevði loyvi at vera partur av liðnum, tá HB tann 25. mars vann á VB/Sumba í kappingini um Løgmanssteypið. Staðfest er, at spæliloyvið hjá Páll tá ikki var komið fram til HB, og sambært strongu siðvenjuni á økinum, so er spælari tá at meta sum ólógligur. Sambært grein 39 petti 3, so kann FSF taka mál upp, hóast kæra ikki er send inn. Tað var eisini tað, sum hendi, tá vantandi spæliloyvið kom undan kavi. Eins og fyri ein­ um ári síðani – tá KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dyst – so vildi Kappingarnevndin ikki einsamøll taka støðu í málinum. Tí varð hetta lagt fyri aðalnevndina, sum kom til júst somu niðurstøðu sum í fjør. Nevnliga at uttan spæliloyvi hevði spælarin ikki loyvi at spæla. Og at felagið tí skuldi tapa dystin. Ósemja í dómsnevndini HB gjørdi alt fyri eitt greitt, at dómurin varð kærdur til Dómsnevndina. Her varð málið í fyrstu atløgu við­ gjørt á fundi fríggjadagin, og mánadagin fyrilá so niður­ støðan. Niðurstøðan hjá dóms­ nevnd­ini framgongur aðra staðni her á síðuni, men tað er merkisvert, at tal­ an var um eina ósamda Dóms­nevnd, sum kom við úrskurðinum. Meirilutin – Jón­finn Thomsen og Dánjal Andreasen – staðfestu, at formligir feilir vóru í máls­ viðgerðini, og at allar avgerðir í hesum vórðu ógyldagar. Ein niðurstøða, sum triði limurin, Høgni Høgne­sen, als ikki var samdur í. Við øðrum orðum vil hetta siga, at Dómsnevndin ongantíð tók støðu til kjarn­una í málinum. Allar avgerðir hjá Dómsnevndini eru endaligar, men í hesum førinum varð juridiska tulk­ ingin so tann, at niðurstøðan flutti málið aftur til dag null. Altso fer kappingarnevndin nú av nýggjum at viðgera spurningin, hvørt HB hevði loyvi at nýta Páll M. Joensen, tá teir 25. Mars. Kappingarnevndin skal viðgera HB-málið Í HB tykjast tey í løtuni at hanga í leysum lofti. Higartil hevur felagið verið víðari – úti – aftur víðari og nú í ongamannalandi, tá talan er um ársins útgávu av kappingini um Løgmanssteypið Tá dómsnevndin á fundi mánakvøldið viðgjørdi málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen, hevði nið­u­r­støðan sum so einki við kjarnuna í málinum at gera. Niðurstøðan hjá Dóms­ nevndini var, at formliga handfaringin av málinum var skeiv, og tí ógyldagi nevndin allar úrskurðir, sum higartil vóru gjørdir. Grein 40 í kapp­ingar­regl­ unum fyri FSF staðfestir, at at »Brot á hesar regl­ur verða viðgjørd av Kapp­ing­ arnevndini…«. Grundað á hetta stað­ festi Dómsnevndin, at tað var skeivt av Kapp­ ing­arnevndini, tá hendan skeyt málið frá sær og yvir til Starvsnevndina. Somu­leiðis staðfesti Dóms­ nevndin, at Starvsnevndin ikki hevði heimild til at viðgera málið. Stóra spurnarteknið eftir hetta varð, hvørt dómurin skuldi skiljast soleiðis, at málið nú var avgreitt, ella um hetta merkti, at málið skuldi aftur til Kapp­ ingarnevndina. Tann spurningin fekk FSF Christian Andreasen, løgfrøðing, at tulka, og tað er tann niðurstøðan, sum nú hevur borið við sær, at málið nú aftur er at finna í kappingarnevndini. -mørk Staðfestingin hjá Dómsnevndini Hjá teimum báðum feløg­ un­um, sum í fjør vórðu dømd at tapa dyst í steypa­ kappingini, veðrur fylgt væl við, hvussu leikur fer í málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen. Málið er nevnliga mein­ líkt tí, sum feldi B36 og KÍ fyri einum ári síðani. Eisini var málsgongdin tá tann sama, sum Dómsnevndin nú hevur ógildað. Nevnliga at tað var Starvsnevndin - og ikki Kappingarnevndin – sum gjørdi úrskurð í málinum. Tos um endurgjaldskrav fyri møgugligan inn­tøku­ miss hevur eisini verið frammi, men enn standa bæði feløgini tó í bíðistøðu eftir, hvat hendir í málinum. Fyrsti – ella skuldu vit kanska sagt triði – parturin av svarinum fæst helst, tá Kappingarnevndin nú aftur fer at viðgera aktuella mál­ ið. -mørk KÍ og B36 fylgja við Komandi vikuskifti skal manslandsliðið í flogbólti leika tveir landsdystir ímóti Íslandi í Føroyum. Fyrri dysturin verður leygarkvøldið kl. 19,00 í Høllini á Nabb, og seinni dysturin verður sunnudagin - á Norðoyastevnu - í KÍ- høllini kl. 15,30. Dystirnir eru liður í fyri­reiking hjá manslands­ liðnum í flogbólti til EM-undankapping, sum verður í Norður-Írlandi um mánaðarskiftið juni-juli. Føroyska manslandsliðið til vikurskiftið verður út­tikið eftir venjingar í morgin, og eru allir út­lendsku leikararnir heima í Føroyum í hesum sambandi. Seinast liðini møttust var í EM-undankapping í Skotlandi í desember 2003, tá Føroyar vann 3- 0 við settmuninum 25-22, 26-24 og 25-20. Venjari hjá mans­lands­ liðnum er íslendingurin Magnus Aðalsteinsson og Suni Hansen er hjálpar­ venjari. Landsdystur móti Íslandi