mikudagur 24. mai 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 99 - 24. mai 2006 ]
Tungasta
byrjan
nakrantíð
Petur Simonsen
duldi ikki fyri, at
hann var nakað
lættari í sinni, tá
sigurin á Skála var
staðfestur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann er ein av allar mest
royndu venjarunum í
landinum, og soleiðis
hevur hann roynt eitt
sindur av hvørjum.
Men slíka byrjan,
sum fuglfirðingar hava
fingið í ár, hevur Petur
Simonsen ongan tíð
áður verið vitni til.
– Nei, tða má eg við
ganga. At vit longu eftir
sjey umfør spæla við
knívinum á barkanum,
haldi ikki vera nakað,
sum eg havi roynt.
Hvussu tacklar tú sum
venjari eina slíka støðu?
– Tú má sjálvandi royna
at arbeiða, og eg má eisini
siga, at spælararnir allir
hava vilja arbeitt. Ikki
minst hevur hugburðurin
verið framúr hesar tríggjar
seinastu vikurnar. Okk
um hevur kanska vantað
trúnna uppá sigrarnar,
men nú hava vit so fingið
tveir á rað av slagnum,
og tað kann vónandi eis
ini lyfta alt liðið. Ikki
minst, tí spælararnir
megnaðu at reisa seg frá
ringast hugsandi byrjan
ini mánadagin, heldur
Petur.
Petur Simonsen hevði
stórar og nógvar rósur
at bera spælarunum,
sum upp á tvær vikur
hava strítt ÍF upp um
niðurflytingarstrikuna
HB vann óvæntað
Kvinnuliðið hjá HB fekk síni fyrstu stig, tá ið tær sunnudagin
spældu á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hetta var ikki tann
dysturin, sum roknað varð við, at HB skuldi hava sínar bestu
møguleikar, men tað eydnaðist havnaliðnum at fáa einasta
málið í dystinum. Málið kom beint fyri leiklok. EB/Streymur
hevur annars fingið góð úrslit í ár, men sunnudagin máttu
tær lúta fyri HB. Hetta var einasti dysturin í kvinnudeildini,
sum varð spældur sunnudagin.
Súni skoraði fyri AaB
AaB spældi týskvøldið í Viasat Cup, sum er ein kapping fyri
superligafeløgini, har vinnandi liðið fær tríggjar milliónir
krónur. AaB var á heimavølli ímóti SønderjydskE og vann
heili 3-1. Súni Olsen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá
AaB, og hann skoraði eisini eitt av málunum. Tað var eftir
ein lítlan tíma, tá ið hann dróg inn í brotsteigin og smekkaði
bóltin í málið. Við sigrinum á SønderjydskE vann AaB seg
víðari í kappingini.
Fyri fyrstu ferð í ár
er ÍF oman fyri nið
urflytingarstrikuna.
Mánakvøldið vunnu
teir á Skála, sum eftir
tvey ár í toppinum
nú aftur er at finna í
botni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skálamenn fingu annars eina
dreymabyrjan. Fuglfirðingar
mistu bóltin mest sum alt fyri
eitt, eftir at hesin var givin
upp, og so gekk tað skjótt
fyri seg. Bogi Gregersen
gjørdist púra leysur, og tó
at Karsten Joensen bjargaði
royndini, so kundi Bjarni
Jørgensen stúta returin í
manntóma málið til 1-0.
Og restina av fyrra
hálvleiki sat Skála væl
á dystinum. Fleiri ferðir
gjørdist talan eisini um
góðar møguleikar, men ein
stórspælandi Karsten í ÍF-
málinum helt tó gestunum í
dystinum.
Góður moralur
Við verandi støðu á stigatalv
uni og við vánaligu byrjanini
í huga, so er einki løgið, um
viðhaldsfólk hjá ÍF óttaðust,
at liðið skuldi fara niður við
nakkanum.
Hetta hendi tó ongantíð.
Sum dysturin leið, so
megnaði ÍF eisini at leggja
eitt ávíst trýst á Skála,
og tá møguleikin beyðst,
so megnaðu teir eisini at
avgera dystin. Gott korter
fyri leiklok megnaði Høgni
Zachariassen at beina bóltin
í málið eftir hornaspark, og
fáar minuttir seinni smekkaði
innskifti Dánjal Pauli Høj
gaard bóltin í meskarnar.
Valda Filipovic tóktist ikki
vera alt ov tryggur í hesi
seinastu støðuni, men tað
løgdu fuglfirðingar líka í.
Teir striddust av øllum alvi
seinastu 10 minuttirnar, og
so var fagnaðurin stórur,
tá dómarin hevði bríklsað
seinastu ferð.
Skiftu pláss
Úrslitið bar við sær, at lið
ini ferðaðust hvør sín veg
um strikuna, og so kundi
fagnaðurin hjá ÍF valla verið
størri. Tapið fyri VB/Sumba
í sætta umfarinum tóktist tá
nærum vera mønustingurin
hjá liðnum. Men heldur
enn at fella í fátt, hava fugl
firðingarnir reist seg síðani
hetta, og verður ferðin í
stigasavnanini hildin, kemur
niðurflyting ikki upp á tal.
Hjá Skála er støðan nakað
nógv øðrvísi. Enn er knús
andi sigurin á VB í triða
umfarinum einasti tann
einasti, sum liðið hevur
vunnið, og tað verður ikki
nóg mikið í longdini.
Skaðar í langar banar hava
tó eisini gjørt sína ávirkan,
men nú røkist spakuliga
fyri, at lyklaspælarar aftur
eru tøkir. Pauli G. Hansen
var hesa ferð við frá byrjan,
og í steðginum varð Jónhard
Frederiksberg sendir á
vøllin.
Tørvur er tó eisini á øllum
kreftum, tí við tapinum
endaði Skála niðanfyri strik
una, sum teir mest sum ikki
hava ansað seinastu tvey
kappingarárini. Hinvegin, so
er munurin upp ikki somikið
stórur, at tørvur enn er á
einum veruligum Skála, sum
liðið jú eisini megnað seg at
duga so væl.
Skála-ÍF 1-2 (1-0):
Bæði ferðaðust um strikuna
Fuglfirðingar hava veruliga funnið stríðsviljan aftur. Mánakvøldið fingu teir ringast hugsandi byrjanina, men kortini eydnaðist at
toga ein 2-1 sigur heim við sær
savnsmynd
Skála-ÍF 1-2 (1-0)
1-0 Bjarni Jørgensen, 1.
1-1 Høgni Zachariassen, 73
1-2 Dánjal Pauli Højgaard, 77
Dómari: Dagfinn Olsen
Skála: Vlada Filipovic – Pætur Dam Jacobsen, Rúni Ras
mussen, Milic Curcic, Borgar Kristiansen – Bjarni Jørgensen
(Rói Jacobsen, 74.), Pauli G. Hansen, Levi Hanssen (Jónhard
Frederiksberg, 46.), Bárður Danielsen, Poul N. Poulsen
(Debus Danielsen, 46.) – Bogi Gregersen.
ÍF: Karstin Joensen – Frank Poulsen, Árni Petersen (Tórður
Lervig, 88.), Símun Eliasen, Fritleif í Lambanum – Hanus
Eliasen (Arnold Joensen, 46.), Aleksander Jovevic (Dánjal
Pauli Højgaard, 65.), Eyðun Ryggshamar, Atli Petersen
– Høgni Zachariassen – Bartal Eliasen.
FAKTA UM DYSTIN
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
9
6
-
2
-
1
19
9
10
20
2 HB
9
5
-
2
-
2
24
12
12
17
3 KÍ
9
4
-
5
-
0
18
9
9
17
4 GÍ
9
4
-
4
-
1
15
9
6
16
5 B36
9
4
-
4
-
1
12
9
3
16
6 NSÍ
9
4
-
3
-
2
18
12
6
15
7 ÍF
9
2
-
0
-
7
12
25
-13
6
8 VB/S
9
2
-
0
-
7
9
30
-21
6
9 Skála
9
1
-
2
-
6
11
13
-2
5
10 B68
9
1
-
2
-
6
8
18
-10
5