Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 99 - 24. mai 2006 ] Lagt er upp til int­ ens­ar og spennandi upp­gerðir, tá ið triði síðsta umfarið í steypakappingini verður á skránni í morgin LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið stendur á skránni í morgin. Sum skilst fer tað ikki at verða spælt á Mølini, har tað síðani lutakastið eftir áttanda parts finalurnar hevur verið greitt, at EB/Streymur skuldi vera annar parturin. Um mót­ støðuliðið verður VB/Sumba ella HB var ikki greitt í dag. Meðan spurningurin verð­ ur viðgjørdur og snar­aður á ymsar kjálkar á skrivi­ borðinum, verður eingin steypadystur á Eiði, skilst á øllum brøgdum. Hinar tríggjar fjórð­ings­ fin­alurnar verða spældar í morgin, og tað er lagt upp til spennandi uppgerðir. Í steypakappingini telur tað sjálvandi mest, at sigurs­ harrin vinnur rættin at spæla í Europa Cup. Áður var tað heiðurin og steypið, sum tað snúði seg um. HB hevur vunnið øll Løgmanssteyp, Ísafjarðarbikar og tríggjar Ísafjarðarsúlur til ognar. Hetta Løgmanssteypið hev­ ur tað verið spælt um síðani í 1999. Hetta er sostatt áttanda av tíggju árum, at tað verður kappast um tað, og fleiri hava gott eyga á tí. B36 og GÍ hava vunnið tvær ferðir í part, og hinar ferðirnar hava KÍ, NSÍ og HB vunnið. B68-B36 Hetta er ivaleyst tann upp­ gerðin, har tað finst mest upplagdi favoritturin. B68 spældi seg í fjórð­ ings­finaluna, eftir at teir í brotssparkskapping móti ÍF høvdu hingið í heilt klønum tráði. Í landskappingini hev­ ur tað gingið illa hjá B68. Nú er veteranurin og besti spælarin higartil í ár, Øssur Hansen, farin av landinum, og liðformaðurin, Arnbjørn Danielsen, varð skaddur und­ ir venjing týskvøldið. B36 kom við sann­ før­andi 5-0 sigri á TB í fjórðingsfinaluna. Mið­vall­ar­ arnir Fróði Benja­min­sen og Ingi Højsted eru báðir sund­ urbrotnir og kunnu tískil ikki spæla. Jákup Mikkelsen er leikbannaður, og Bergur Mid­ jord noyddist at taka seg av vøllinum heilt tíðliga móti NSÍ. Tað verða við øðrum orðum ungu menninir, sum higartil hava staðið seg væl, sum á Svangaskarði skulu vera við til at kvalifisera B36 í hálvfinaluna. Lassin Isaksen verður dóm­ ari millum B68 og B36. KÍ-GÍ Sunnudagin í ódnarveðrið endaði tað 1-1, tá ið steypa­ vinnararnir frá í fjør vitjaðu í Klaksvík. Tá vóru ikki lík­indi at spæla fótbólt. Í morgin verða fyritreytirnar fyri fótbóltsspæli ivaleyst væl betri, enn tær vóru í viku­ skiftinum, og so fæst tað at síggja, hvør dugur verður í liðunum báðum. Hjá KÍ er spurningurin, hvør hesa ferð skal royna seg í fremstu ódnini. Paul Clap­son var leikbannaður sunnudagin. Fríggjadagin varð hann skurðviðgjørdur fyri meniskskaða, og hann verður ikki við í morgin. Sinisa Jovanovic var í álop­ inum sunnudagin. Ivasamt er, um tann royndin verður endurtikin. Aðrir møguleikar eru Steffan Kalsø, sum nú hevur bíðað leingi, og Kristoffur Jacobsen, sum spældi í tíggju minuttir sunnudagin. Í Gøtu er lagið gott eft­ ir javnleikin í Klaksvík sunnudagin. Allir spælararnir eru tøkir. Spurningurin er, um tað hesa ferð verður pláss fyri málskjúttanum sunnu­ dagin, Sverra Jacobsen, ímillum teir fyrstu ellivu. Sunnudagin varð hann skiftur inn síðstu løtuna, tá ið GÍ spenti álopsbogan fyri at røkka javnleikinum. Gøtumenn komu við 4-1 sigri á LÍF leikandi lætt í fjórðingsfinaluna. Eiler Rasmussen verður dómari í Klaksvík. Skála-NSÍ Tað gongur av skriðuni í landskappingini hjá skála­ monnum. Um hesa tíðina í fjør vóru teir oddalið í FORMULA deildini. Nú eru teir saman við toftamonnum á aftasta plássinum. Takið hesa ferð verður at fáa høvd­ið uppaftur, eftir at teir einki fingu burturúr landskappingardystinum móti ÍF mánakvøldið. Skála megnaði akkurát at spæla seg í fjórðingsfinaluna, tá ið teir vunnu 2-1 á heima­ vølli móti AB. Sjálvsagt fara skálamenn at gera sítt ítarsta í morgin. Men tað er neyvan heilt við síðuna av at rokna við, at teir eis­ini eru farnir at hugsa um landskappingardystin sunnu­dagin, sum verður móti B68. Í NSÍ eru teir fullmannaðir, og tað leypa fleiri spælarar av, sum høvdu komið væl við á øðrum liðum. Undan kappingarbyrjan søgdu teir seg miðja eftir bæði at vinna landskappingina og steypakappingina. Eftir trilv­andi byrjan eru teir væl við í landskappingini. Ì steypakappingini vunnu teir 4-1 í Sørvági. Dómari á Skála verður Páll Augustinussen. Nú verður sáldað niður til fýra Nýggjur dagur til LÍF og B71 Toppdysturin í næstbestu fótbóltsdeildini verður spældur týskvøldið 30. mai. Hetta hava B71 og LÍF gjørt av í samráði við Fótbóltssambandið. Dysturin skuldi eftir ætlan verið spældur seinasta vikuskiftið, men líkindini vóru ov vánalig til fótbólt í Leirvík hendan dagin. Dysturin var settur í gongd, men tað var ikki spælandi, og dómarin steðgaði dystinum aftur. B71 og LÍF liggja greitt á odda í 1. deild. David Nielsen til Start Tað var eftir øllum at døma bara samráðingartaktikkur, tá ið ítróttarstjórin í Start nú um dagarnar segði við norsku pressuna, at felagið hevði ikki ráð at gera sáttmála við danska álopsspælaran David Nielsen. Nú báðar felagið frá, at tað er komið ásamt við David Nielsen um ein sáttmála, sum skal varða í trý og eitt hálvt ár. David Nielsen hevur áður verið liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, og seinastu tíðina hevur hann spælt fyri FC Midtjylland. David Nielsen er tøkur hjá Start frá 1. juli í ár. Formulaliðið Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 9. umfari av Formuladeildini um vikuskiftið (Formulaliðið, grafikkur) Hóast teir ikki hava kært, so er VB/Sumba óbeinleiðis vorðin partur av málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen. Verður endaliga niðurstøð­ an tann, at HB verður dømt at tapa, so verður tað jú VB/Sumba, sum skal til Eiðis at spæla. Og tí eru tey í suðuroynni farin at ótolnast eftir, nær ein endalig greiða fæst á málinum. Mánakvøldið hevði VB/Sumba tí lagt hesa við­ merking út um málið: VB/Sumba hevur hesar viðmerkingar til viðgerðina av málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen, HB: VB/Sumba vil hervið boð­að frá, at felagið ikki kann góðtaka viðgerðina av omanfyri nevnda máli. VB/Sumba hevur staðið sum eygleiðari í hesum máli, tí málið er ikki kært av VB/ Sumba. Málið er tikið upp av Kapp­ ing­arnevndini í FSF. Síðani hevur málið verið í 3 nevndum í FSF til viðgerð og niðurstøðu, og av teimum hevur bert Starvsnevndin í FSF tikið greiða støðu til kjarnina í málinum. VB/Sumba góðtekur ikki niðurstøðuna hjá Dóms­ nevndini. Um Dómsnevndin metir, at mannagongdin í.s.v. viðgerðina av mál­in­um ikki hevur verið røtt, krevur VB/ Sumba, at mál­ið verður sent aftur til Kapp­ingarnevndina við kravi um, at Kappingarnevndin tekur endaliga niðurstøðu í málinum. Viðmerkingin er undir­ skrivað av Gudfinn Olsen, formanni í VB/Sumba. -mørk VB bíðar á síðulinjuni