Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 99 - 24. mai 2006 Stutt sagt Í lagi at brúka fiskamjøl Bush og Olmert samdir Blað fingið útgávubann Ágangandi úlvar Seinastu fimm árini hevur ES bannað bøndrum at geva neytum og øðrum jóturdýrum fiskafóður, tí hildið varð, at tað kundi økja vandan fyri neytaøði. Men nú er bannið avtikið, eftir at altjóða djóraverndar- felagsskapurin hevur staðfest, at tað er eingin orsøk til at nokta bøndrunum at brúka fiskamjøk í fóðrinum. Allar súður eru kortini ikki syftar enn, tí sambært Aftenposten hava fleiri ES- politikarar hug at viðgera spurningin út frá einum etiskum sjónarmiði, har fiskamjølið verður knýtt upp í tosið um, at ymsir fiskastovnar verða ov hart troyttir. – Nógv verður tosað um ovurfisking, og fleiri halda, at fiskamjølframleiðslan ger sítt til, at stovnarnir verða ov hart troyttir, sigur norski sendimaðurin í Bruxelles, Harald Ribe, við Aftenposten. Leiðararnir í USA og Ísrael plaga at draga eina línu, og soleiðis var eisini, tá ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, kom til Washington at vitja George W. Bush, forseta í gjár. Á fundinum legði Olmert fram eina ætlan um, hvussu hann hugsar sær tað endaliga markið ímillum Ísrael og eitt palestinskt ríki. Á tíðindafundi aftaná segði Bush, at hann tók undir við uppskotinum, men at tað sjálvandi er neyðugt at samráðast við palestinar, áðrenn markið verður ásett. Uppskotið hjá Olmert snýr seg um Vestara Áarbakka, og eftitr tí verður ein partur av tí palestinska økinum lagdur inn um ísraelska markið. Spurningurin um kjarnorkuætlaninar hjá Iran bleiv eisini umrøddur á tíðindafundinum, og Bush vissaði Olmert um, at USA er til reiðar at verja Ísrael ímóti einum møguligum iranskum álopi. Tað eru ikki bara háðandi tekningar av profetinum Muhammed, sum kunnu fáa avleiðingar fyri bløð í teimum muslimsku londunum. Í Iran hevur stjórnin sett einum blaði forboð fyri at koma út, tí tað prentaði eina tekning, sum háðaði ein minniluta, sum býr í útnyrðingspartinum av landinum. Almenna iranska sjónvarpið segði í gjár, at blaðstjórin og maðurin, sum teknaði tekningina, eru tiknir. Hetta er fyrstu ferð síðani forsetaskiftið í fjør, at myndugleikarnir hava tikið slík stig. Á teirri umstríddu tekningini hevði teknarin teknað ein kakelakk, sum tosaði málið azzeri, ið er málið hjá einum minniluta í útnyrðingspartinum av Iran. Tekningin fekk eisini øði í fólk har, og mánadagin vóru mótmælisgongur í býnum Tabriz, skrivar AP. Í seinastuni eru úlvar farnir at gera seg inn á fólk í Russlandi og øðrum fyrrverandi sovjetlýðveldum. Í gjár frættist úr Tadjikistan, at níggu fólk, teirra millum eitt barn, fingu skaða, tá ein úlvur leyp á tey um vikuskiftið. Øll níggju endaðu á sjúkrahúsi, men tað er framvegis ikki greitt, hví úlvurin legði á tey. Fyri trimum mánaðum síðani máttu 17 fólk í Tadjikistan undir læknahond, eftir at úlvar høvdu gjørt seg inn á tey. Í Russlandi doyði ein átta ára gamal drongur, tá ein úlvur leyp á hann í býnum Nadhodka har eysturi í landinum. UTTAN ÚR HEIMI Í Týsklandi verða litt ávarað ímóti at ferðast í ækjum, sum nýnazistar plaga at halda til í. Týskland Árni Joensen fartekst@mail.dk Týsku myndugleikarnir gera alt fyri at vissa fremmandafólk um, at tey kunnu trygt koma til Týsklands at hyggja at fótbólti, nú landið er vertur fyri heimsmeistarakappingini í fótbólti, og Wolfgang Schauble, innanríkis- ráðharri, hevur sagt, at myndugleikarnir fara ikki at góðtaka nakað, sum avmarkar møguleikarnar hjá teimum fremmandu at ferðast frítt, tá tey koma hagar. Men tað prutlar undir lokinum, og tað er alment kent, at teir týsku nýnazistarnir hava leingi fyrireikað seg til tiltøk, sum skulu vísa heimssamfelagnum, at teir eru til. Eitt nú hava teir fyrireikað eitt stórt tiltak í Leipzig tann 21. juni undan dystinum ímillum Iran og Angola. Endamálið er at vísa, at nýnazistarnir taka undir við kravinum hjá iranska forsetanum, sum hevur sagt, at Ísrael eigur at verða lagt í oyði, og at frásagnirnar um jødatýningina eru ósannar. Týska løgreglan sigur, at teir víðgongdu høgra- bólkarnir hava fingið einar 300 limir afturat hetta seinasta árið, og at teir nú eru umleið 4.100 í tali. Men verða teir óskrásettu stuðlarnir taldir við, liggur talið um 39.000, sigur løgreglan. Tað er serliga í gamla Eysturtýsklandi, at nýna- zistarnir og aðrir víðgongdir bólkar á høgravonginum gera um seg, og vandin fyri álopum er nógv størri har enn vestanfyri, skrivar DPA. Nýnazistarnir ætla at brúka HM í fótbólti til at gera vart við seg. Óttast nýnazistiskan ágang undir HM í fótbólti Løgreglan í New Orleans helt uppá, at maðurin vendi sær ímóti teimum og tók eftir onkrum, men kanningarnar hava avdúkað, at tað var ikki so. USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Løgreglan í New Orleans hevði úr at gera teir fyrstu dagarnar, eftir at ódnin “Katrina” hevði herjað býin síðst í august í fjør. Tann 4. september varð løgreglan boðsend, tí onkur hevði skotið tætt við eina brúgv. Tá teir alvápnaðu løgreglumenninir komu á staðið, vóru tveir menn á veg yvir um brúnna. Annar teirra var tann 40 ára gamli Ronald Madison, sum var menningartarnaður. Nakrir vápnaðir unglingar vóru eisini á brúnni. Men løgreglumenninir mistu tamarhaldið á sær sjálvum og skutu eftir øllum, sum vóru á brúnni. Eisini Ronald Madison, sum doyði av skotunum. Undir avhoyringum aftaná hildu løgreglumenninir uppá, at Ronald Madison rann ímóti teimum, og at teir skutu hann, tí hann brádliga tók eftir onkrum. Men sambært CNN vísti líkskoðanin, at maðurin var skotin í ryggin fimm ferðir. Hann var heldur ikki vápnaður. Umframt Ronald Madison doyði ein ungur drongur frá kúlunum hjá løgregluni, og tveir aðrir vórðu særdir. Sambært CNN var tilburðurin á brúnni eitt dømi um, at løgreglan í New Orleans misti tamarhaldið á støðuni í ruðuleikanum aftan á ódnina. Fleiri løgreglumenn tóku lívið av sær, og vápnað harkalið herjaðu tað, sum eftir var av býnum. Skutu menningartarnaðan mann í ryggin Bush og Olmert draga eina línu.