Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 24. mai 2006 19 Talið á summartil­ tøk­unum er støð­ugt vaksandi. Báta­ stevnur, tónleika­ festivalar og tunnils­ hald fara við nógvari tíð og orku, og stórur vandi er fyri, at ein stevna sum Norðoyastevnan dettur burtur í mill­ um, heldur borg­ arstjórin í Klaksvík NOROYÐASTEVNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 29. apríl lat Noroyðatunnilin upp við buldur og brak. Skipað varð fyri einum øgil­ig­um tiltakið og Norð­ oyggjar var Føroya mið­ punkt. Aftaná upplatingina var tað ókeypis at koyra norður í eina viku, har handlarnir høvdu opið til klokkan níggju á kvøldið. Í august verður so eitt annað rimmar tiltak í Klaksvík, har málið er at savna góð sjeytúsund fólk til Summ­ ar­festivalin. Í millum hesi bæði stóru tiltøkini, er Norðoyastevnan, men spurningurin er, um tað er pláss fyri Norðoyastevnuni har ímillum? Steinbjørn O. Jacobsen heldur, at tað avgjørt eigur at vera pláss fyri stevnuni, men at stevnufyrireikararnir eiga at finna ein nýggjan og øðrvísi leist at arbeiða eftir: – Bygdastevnurnar í dag kappast við festivalar, bátastevnur og onnur stór tiltøk, so vit mugu til at hugsa øðrvísi, um vit fram­ haldandi ætla fáa fólk til bygdastevnurnar kring land­ ið, heldur borgarstjórin í Klaksvík fyri. Veðrið stóran týdning Hann er heldur ikki bangin fyri at viðurkenna, at akkurát Noroyðastevnan í ár, kann fáa tað trupult at standa seg í hørðu kappingini. – Spurningurin er, hvørja orku og hvønn hug fólk hava til Noroyðastevnuna, aftaná alt tunnilsrokið, sum hevur verið, sigur borgarstjórin, sum kortini leggur eina við, at Norðoyastevnan í ár fer at verða eins góð og vanligt. – Har verður alt tað, sum vanliga plagar at vera á Norðoyastevnu og kanska okkurt aftrat, og við tunlinum er tað lag á manni hjá fólkið at koma og fara. Og tá hann hevur sagt gott veður fyri vikuna, so fara fólk helst at koma ein túr norður staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen. Tony Paris-effektin Annars er lagið í Klaksvík ómetaliga gott í hesum døgum. KÍ hevur ikki tapt ein einasta dyst í ár, og hetta ger, at líka mikið hvar tú fert og hvønn veg tú vendir tær, so hoyrist fótbóltstos. Og fyri tað mesta snýr prátið seg um, hvussu Tony Paris hevur lyft liðið heilt upp í toppin í føroyskum fótbólti. Í Klaksvík er tey samd um, at Tony Paris er well, og tað heldur Steinbjørn O. Jacobsen eisini: – Tað, sum hann hevur gjørt við KÍ er heilt ótrúligt, og eitt av teimum tingunum eg gleði meg allar mest til á Norðoyastevnuni er fót­bóltsdysturin móti B36, sigur borgarstjórin, sum har­ við staðfesti okkara varhuga um, at øll í Klaksvík – frá barnagarði til býráðið – eru rakt av eini influensu, tey rópa fótbóltsfepur. Um fótbóltsfepurin fer at leggja seg, ella um fer at vaksa nøkur stig aftrat, fáa vit ikki svar uppá fyrr enn stevnan er av. Men líkamikið úrslitið, so lovar borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, teimum, sum koma norður gjøgnum tunn­ ilin, at tey skulu fáa eina Norðoyastevnu av tí góða gamla slagnum. Borgarstjórin stendur á skrivstovu síni í býráðnum og hyggur út yvir býin, sum í næstum skal vera karmur um fyrstu Norðoyastevnuna, har koyrandi er til meginøkið Mynd: Jens Kr. Vang Borgarstjórin um Norðoyastevnuna: Avbjóðingin má takast í fullum álvara