Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 99 - 24. mai 2006 Formaðurin í Klaks­ víkar Róðrar­felag býr í Leirvík, og hann staðfestir, at kappróðurin har norðuri hevur tað tungt eftir glæsiliga árið saman við danska olympiska meistaranum KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað eru nýggjar tíðir í kapp­ róðrinum í Klaksvík. Bæði so og so. Hetta er fyrsta kappingarárið eftir, at undir­sjóvartunnilin er latin upp, og hetta er fyrsta árið eftir, at danski olympiski meistarin, Stefan Mølvig, var í Klaksvík. Tað kundi kanska havt nýggjar møguleikar við sær fyri róðrarsamstarvið við næstu grannabygdirnar í Eysturoy, at tað nú er fast samband um Leirvíksfjørð. Enn sæst einki til sovorðið samband. Í Leirvík og í Gøtu hevur tað í fleiri ár verið fullkomuliga øsku­kalt í kappróðrinum, og fugl­ firðingar hava ikki yvirskot til meiri enn at stríðast fyri at felagið hjá teimum ikki heilt skal detta niður fyri. At siga, at tað ikki er nakað samstarv um kapp­ róð­urin um fjørðin, er ikki púra beint. Formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag er leirvíkingur. Eftir at hann síðani 1981 fyri tað mesta hevur búð í Klaksvík, so eru hann og familjan flutt til Leirvíkar, nú sambandið er vorðið fast. Formaðurin eitur Jóhan Petur Jacobsen, og hann er jarðbundin, tá ið hann stutt undan Norðoyastevnuni lýs­ir støðuna hjá kappróðr­ inum í Klaksvík. Í fjør vóru Fípan Fagra við dreingj­um og Nevið Reyða føroyameistarar, Tekla við gentum vann bronsu­merk­ ini, og felagið luttók við so nógvum manningum, sum tað ikki hevur gjørt áður. Í ár hevur bara ein manning vant støðugt á vánni. Tað eru menninir umborð á 6- mannafarinum Páll Fanga. Klaksvíkingar rokna eisini nógv við 10-mannafarinum. Klaksvíking hevur tað tó ikki verið so nógv at sæð til. Ta søguna siga vit í aðrari grein. Nú undan stevnuni er Tekla mannað við kvinn­ um. Helmingurin av mann­ ing­ini eru tær, sum vóru við gentumanningini í fjør, og sum nú eru ov gamlar til ta kappingina. Hin helm­ ingurin róði við Rituni i fjør. Nevið Reyða er eisini mannaður stutt undan Norð­ oya­stevnu. Fleiri teirra, sum hava mannað bátin, hava róð við Argjabátinum undanfarnu árini. Ætlanin er, at 8-mannafarið hjá klaks­víkingum skal venja á Havnarvág. Hesum báðum omanfyri nevdnu manningunum kann tað tó ikki roknast nakað serligt við – í hvussu so er ikki nú beinanvegin – tí tær hava ikki vant nakað serligt. Harafturat luttaka klaksvíkingar við onkrari manning í barnaróðrinum. Kjalarvørrurin Í kappróðri hevur so mangur sann­að, at tá ið tú kemur í kjalarvørrin av øðrum báti, so gerast lítið. Í hvussu so er verður ikki hugsningur um at vera millum teirra, sum kappast um fremsta plássið og harvið gullkrónurnar. Nakað soleiðis tykist støð­ an vera, tá ið nýggi róðrar­ formaðurin í Klaksvik greiðir frá støðuni, sum hon er eftir rimmar árið í fjør, tá ið tað eydnaðist Stefani Mølvig at ala nýggj­ an hugburð fram í kapp­ róðrinum í Klaksvík. – Lívið í og kring felagið í ár kann ikki sammetast við í fjør. Umstøðurnar eru framvegis góðar, og vit rokna og vóna við, at tað fer at ganga væl hjá í hvussu so er tveimum mann­ingum. Men tað hev­ ur víst seg sera torført at fáa fólk at manna allar bátarnar. Fleiri teirra, sum í fjør vóru við til at manna Fípuna, hava gjørt av at halda frí frá kappróðrinum, og hóast felagið hevur lut­ tikið í barnaróðri, so gongst illa at fáa samband millum árgangirnar, sigur Jóhan Petur Jacobsen. Hóast tað ikki er sami aktivitetur í ár, sum hann var tað í fjør, og hóast úrslitini harvið neyvan fara at vera tey somu, sum tey vóru í fjør, so sær formaðurin ljóst upp á framtíðina hjá felagnum. – Tað skal støðugt arbeiði til í fleiri ár fyri at menna kappróðrarmentan og við at skapa manningarligt grund­ar­lag, sum er so mikið stórt, at tað ikki bilar fyri luttøkuna, um onkrir rógvarar gera av at halda frí í eitt ár. Vit mugu grípa í egnan barm og siga, at vit hava ikki verið nóg dugnalig at fáa felagið at halda seg á aldukambinum, sum árið í fjør vísti seg at vera. Tað er ikki annað at gera enn at stríða seg uppaftur. Fe­lagið eigur góðar stuðlar og umstøðurnar eru góðar. Hølini eru so góð, sum tey eru hjá nøkrum felag, og bátarnir eru nógvir og góðir, sigur Jóhan Petur Jacobsen, formaður í Klaks­ vík­ar Róðrarfelag, sum sig­ ur seg vóna, at tað fer at bera felagnum til at vera við í FM stríðnum um tvey FM heiti. Kjalarvørrurin er torførur at sleppa burturúr Meistararnir Hesar bátsmanningar skulu í ár verja FM-gullið, sum varð fingið til høldar í fjør 5-mannafør dreingir Fípan Fagra 5-mannafør gentur Blikur 6-mannafør kvinnur Jarnbardur 6-mannafør menn Gongurólvur 8-mannafør menn Nevið Reyða 10-mannafør menn Eysturoyingur Barnaróður dreingir Havfrúgvin Dúgvan Sílið Blikur Barnaróður gentur Falkur Drekin Royndin Fríða 5-mannafør dreingir Báran Drekin Blikur Ritan Dúgvan Havfrúgin Firvaldur Jallurin Sílið Strípan Kollur 6-mannafør kvinnur smyril Riddarin Jarnbardur Hvessingur Lómur Fortuna 5-mannafør gentur Snípan Firvaldur Sílið Havfrúgvin Blikur Hvassi Hulda Drekin Ørnin Frúgvin Báran Dúgvan 6-mannafør menn Fortuna Hósvíkingur Sølmundur Víkingur Gongurólvur Hvessingur Jarnbardur Páll Fangi Sundabáturin Smyril Lómur 8-mannafør Ørvur Nevið Reyða Knørrur Argjabáturin 10-mannafør Havnarbáturin Klaksvíkingur Nólsoyingur Eysturoyingur Skálabáturin Vestmenningur Startrøðin á Norðoyastevnu Barnaróðurin byrjar klokkan 13.30. Klokkan 15.00 byrja FM-róðrarnir.