Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 24. mai 2006 21 Eftir at tað ikki hev­ ur eydnast í 36 ár, so hava teir í Klaks­ vík vónir um, at 10-mannafarið hjá teimum hesa ferð skal blanda seg í kapp­ingina á Norð­ oyastevnu KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Klaksvíkingar eru ógvuliga spentir upp á, hvussu tað fer at hilnast hjá Klaksvíkingi leygardagin. Eina viku und­ an Norðoyastevnu plag­ar ábending at fáast á bygd­ ar­stevnuni á Skála um, hvussu manningarnar eru fyri. Hesa ferð er eingin ábending undan fyrstu FM kappingini. Veðrið var so vánaligt sunnudagin, at tað ikki bar til at rógva kapp á Skálafjørðinum, sum ikki var blíður, hóast ættin kom innan úr Skálafirði. Hvussu væl tað stend­ur til umborð á 10-manna­far­in­ um, sum skal rógva í heima­ sjógvi leygardagin, hevur tað ikki borið til at eygleitt undir venjing. Sannleikin er tann, at manningin, sum droymir stórar og spennandi dreymar, hevur verið ógvu­ liga lítið í bátinum. Flestu venjingarnar hava verið í róðrarmaskinum. Nýggju tíðirnar hava sína orsøk: – Eftir góða árið við Nevin­um Reyða í fjør varð beinanvegin gjørt av, at Klaksvíkingur skuldi flotast í ár, og at tað skuldi liggja álvari aftanfyri royndina. Seks av teimum, sum í fjør vóru við til at vinna FM við Nevinum, eru nú umborð á Klaksvíkingi, og harafturat hava teir fingið góða hjálp aðra staðni frá. Tað er Jóhan Petur Ja­cob­ sen, formaður í Klaks­víkar Róðrarfelag, sum greiðir frá. Hann ásann­ar, at tað sjálvandi fer at verða roknað mest við Eyst­ur­oyingi, Havn­­ar­bátin­um og Vest­ menn­ingi, sum eftir sabbats­ ár í fjør er við aftur. Men hann heldur, at flaggskipið hjá klaksvíkingum eisini hevur møguleika at vera við í kappingini. – Talan er um verkætlan, sum nógvar eldsálir eru við í. Svein Rógvi Nielsen er bátsformaður, og hann og hinir hava gjørt tað til rættuliga projekt, at tað skal hilnast væl hjá 10- mannafarinum. At báturin ikki hevur verið so nógv á vánni kemst av, at mann­ ingin ikki hevur havt so nógvar møguleikar at ver­ ið savnað. Fyrrverandi for­mað­urin í felagnum, Magn­us Norðberg, lesur í Aber­deen. Hann kemur heim til Norðoyastevnu, og hann er í góðari venjing, tí hann hevur sitið nógv í róðrarmaskinu, veit Jóhan Petur Jacobsen at siga. Onkrir av manningini á Klaksvíkingi eru av Skála­ fjørðinum, og onkrir hava nógvar royndir í kappróðri úr høvuðsstaðnum. At tað er serliga stór av­bjóð­ing at vera við í kapp­ ingini millum 10-manna­før­ ini vita teir alt um í Klaks­ vík. Í 2001 stóðu bátarnir hjá felagnum seg serliga væl. Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við kvinnum vunnu FM. Tað gjørdi 8- mannafarið Nevið Reyða eisini. Tí varð avrátt at fáa nýtt 10-mannafar smíðað. Í 2002 luttóku klaksvíkingar við nýggjum Klaksvíkingi, men tað hilnaðist ikki meiri enn passaligt. Søgan Tølini siga ikki frá glæsi­ lig­um úrslitum hjá klaks­ víkingum, tá ið tað snýr seg um kappingina millum 10-mannaførini. Tað skal leitast rættuliga langt aft­ ur fyri at finna sigrar, sum Klaksvíkingur hevur vunnið. Tað er ongantíð komið fyri, at Klaksvíkingur hev­ ur vunnið FM. Hvørki í kappingini 1964-1972, tá ið FM varð avgjørt í einum róðri eftir Ólavsøku hvør skuldi kalla seg meistara, ella síðani 1973, tá ið tað hevur verið kappast um stig eftir tí skipanini, sum framvegis er kend og galdandi. Fyrrapartin av seksti árunum vunnu klaksvík­ing­ ar, sum tá serliga kappaðust við Suðuroyingin og Sumb­ ingin, nakrar róðrar. Fyri 36 árum síðani vann Klaks­ víkingur tríggjar róðrar. Tá vunnu teir á Norðoyastevnu. Hetta var einasta ferðin, at 10-mannafarið í Klaksvík hevur vunnið í heimasjógvi, síðani kappróðurin fór at ganga fyri seg í rættuligum kappróðrarbátum. Ta ferðina róðu teir í spildurnýggjum báti. Hann varð flotaður flaggdagin, sum tað var vanligt í flestu feløgunum tá í tíðini. Mann­ ingin var ung og óroynd, og tað varð ikki roknað nakað serligt við teimum. Óføru skálamenninir, sum høvdu gjørt so nógv um seg frammanundan, og sum eisini hetta árið og í so mong ár eftir tað vóru við til at seta dagsskránna, vórðu roknaðir at vera favorittar. Skálamenn vunnu tríggjar av seks kappingum og FM. Í trimum róðrum lógu klaksvíkingar á teimum. Umframt á Norðoyastevnu vunnu teir í Sørvági og í Vági. Skálamenn vunnu á Ólavsøku, og tí vórðu teir meistarar. Klaksvíkingur var nummar tvey tær ferð­ irnar, tá ið hann ikki vann, men á Ólavsøku varð hann nummar trý. Torleif Sigurðsson, sum seinni var formaður í róðrardeildiní hjá FSF og formaður í Fótbólts­sam­ bandinum í mong ár, og sum nú er formaður í KÍ, var bátsformaður og elsti maður umborð. Teir, sum mannaðu Klaks­ vík­ing í 1970, og sum fram­ vegis bíða eftir, at aðrir skulu gera teimum tað eftir, vóru: Martin Jacobsen, Ein­ar Thomassen, Kjart­an Thomassen, Petur Hans Poulsen, Ólavur Johanne­ sen, Karl Jákup Olsen, Svenning Eysturdal, Hanus Hansen, John Danielsen, Jákup Sørensen og Torleif Sigurðsson. Úr øllum herðashornum og umborð á Klaksvíking Skjóta hvønn annan í skúlanum Um Norðoyastevnuna ber til at royna seg í hardball- spæli í skúlagarðinum á Ziskatrøð. Hardball er eitt spæl, har fólk kríggjast ímóti hvørjum ørðrum við vápnum, sum skjóta plastikkúlur. Fólk verða latin í drakt og masku, so at tey ikki fáa skaða av kúlunum, og síðani er lag á manni at skjóta eftir hvørjum øðrum. Hardball-spælið er opið fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin. Rennikapping Rennifelagið Treysti skipar sum vanligt fyri rennikapping á Norðoyastevnu. Føroya Bjór renningin kallast tiltakið, har bæði børn og vaksin kunnu taka lut. Rennikappingin veðrur frá kl. 12.00 til 13.30 leygardagin. Byrjað verður við teimum vaksnu, sum renna 5 kilometrar. Síðani renna børnini, og endað verður við firmastafett, har tríggir luttakarar renna 675 metrar í part. Eftir gullið hjá Nevinum Reyða í fjør eru klaksvíkingar nú til reiðar at manna 10-mannafar