mikudagur 24. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 99 - 24. mai 2006
Samrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hvussu nógvir ungdómar
høvdu í dag farið á Suður
pólin at arbeitt og búð
í tjaldi á ísinum fyri at
tjent sær pening til sína
útbúgving?
Tað gjørdi klaksvíking
urin og stýrimaðurin, Julian
Vágstún, sum í dag er 77
ára gamalur.
Vit skrúva tíðina aftur
til fyrru helvt av fimmti
árunum, tá ið Julian sum
stívliga 20 ára gamal er við
norskum kópafangarum,
sum sláa kóp uppi í Íshav
inum og við Grønlands
strendur.
Á Suðurpólin
– Eg hevði tikið setskipara
– ella breiddina, sum tað tá
varð rópt, í Klaksvík, og nú
vildi eg tjena mær pening,
so eg eisini kundi taka
longdina. Í eini 2-3 ár hevði
eg siglt við norðmonnum,
og tað var ein norskur
vinmaður hjá mær, sum
spurdi, um eg hevði hug
at koma við til Suðurpólin.
Vinmaðurin skuldi við á
hesa forvitnisligu ferð, og
eg helt, at hetta ljóðaði
áhugavert.
Tvey skip skuldu nevni
liga úr Noregi við kós móti
Suðurpólinum, har upp
gávan hjá teimum var at
seta eina støð upp á ísinum
til
meteorologar,
sum
skuldu arbeiða har suðuri
í nøkur ár.
Tað eydnaðist Juliani at
sleppa við øðrum av skip
unum, sum skuldu á hesa
longu ferð.
– Vit lógu við kópafang
aranum, sum eg júst hevði
verið við, í Ålesund og skip
ið, sum skuldi føra okkum
til Suðurpólin, lá í Oslo.
Vit lógu nakrar dagar í
norska høvuðsstaðnum, har
støðin, sum skuldi setast
upp á Suðurpólinum, skuldi
skipast umborð saman við
sletum, traktorum og øðr
um, sum skuldi brúkast í
arbeiðnum har suðuri.
Sigldu í 5-6 vikur
Tann 10. november loystu
skipini úr Noregi, og
umborð á tí minna var ungi
klaksvíkingurin,
Julian
Vágstún.
– Ætlanin var, at skipini
skuldu fylgjast suðureftir,
og tað gjørdu vit so nøku
lunda.
Julian sigur, at ferðin suð
uryvir gekk væl, og skipini
vóru frammi sjálvan nýggj
áraftan; tá hevði ferðin vart
einar 5-6 vikur.
– Við skipunum vóru
arbeiðsmenn og meteoro
logar, sum skuldu arbeiða
har suðuri á ísinum. Aftrat
støðini, sum varð smíðað
liðug í Noregi, men skuldi
setast upp har suðuri,
vóru eisini stórar sletur og
traktorar, sum skuldu flyta
tilfarið suðureftir ísinum.
Hann sigur, at tá ið teir
komu suður í ísin, var neyð
ugt hjá skipunum at leita
sær upp eina ísbrúgv, har
teir kundu leggja at og
skipa farmin upp.
– Nógvastaðni var so høgt
uppfyri, at ísbrúgvin lá javnt
við mastrarnar á skipinum.
Vit sigldu suður millum
ísflakar og ísbrúgvar. Tá ið
vit høvdu funnið eitt stað,
har atkomiligt var, varð
farmurin skipaður upp.
Hundar eftir
pingvinum
Julian sigur, at umframt
farmin, høvdu teir eisini
einar 40 hundar við sær,
sum
meteorologarnir
skuldu brúka, tá ið teir fóru
undir sítt arbeiði.
Tá ið teir vóru komnir upp
á ísin, var slætt suðureftir.
– Eitt, sum eg minnist,
tá ið vit komu í land, var,
at hundarnir fóru eftir ping
vinunum, sum gingu uppi
á ísinum. Vit noyddust tí
at hava teir í tjóri. Annars
vóru pingvinirnar so spak
ar, at vit kundu halda tær í
veingirnar.
Nú gekk leiðin longur
suðuryvir, har støðin skuldi
setast upp.
– Skipini bíðaðu eftir okk
um við ísbrúnna, meðan vit
fóru at gera tað arbeiði, vit
vóru komir at gera.
Julian sigur, at hóast
hann ikki var timburmaður,
kundi hann hjálpa til við
uppsetingini av støðini.
Búðu í tjaldi
– Eg hevði runnið á ísi
áður, tá ið vit høvdu sligið
kóp, so hetta umhvørvi var
mær ikki heilt ókent. Tað
tók okkum nakrar tímar
at náa fram til staðið, har
støðin skuldi setast upp.
Hann sigur, at teir høvdu
stórt hernaðartjald við sær,
sum varð sett upp á ísinum
til bústað, og við sær høvdu
teir eisini ovn til hita.
– Vit gjørdu okkum
ein kassa til inngongd í
tjaldið, og vit høvdu ovnin
standandi mitt í tjaldinum.
Teir svóvu í soviposum,
og Julian sigur seg einki
minnast til, at teir vóru kald
ir, tá ið náttin kom.
– Ovnurin hitaði so væl,
og vit høvdu heitar og góðar
soviposar, sum vit høvdu
fingið frá milliterinum, sig
ur hann.
Í sólbrillum
Tá ið vetur er hjá okkum á
norðaru hálvu, er summar
har suðuri.
– So, veðrið var sum
heild gott við nógvari sól
um dagin. Neyðugt var tí
at vera í sólbrillum at kalla
hvønn dag.
Hann sigur, at teir høvdu
eina kavaroksódn, meðan
teir búðu í tjaldinum, men
hetta hasaði væl av.
– Tjaldið var sterkt og
helt stormin av.
Spurdur, hvat honum
dámdi at verða við á eini
slíkari ferð í eini ískladdari
oyðimørk, sigur Julian:
– Jú, hetta dámdi mær
væl tá.
Hann sigur, at tað tók
teimum tríggjar vikur at
seta støðina upp og fullføra
tað arbeiði, sum teir vóru
komnir at gera.
– Vit høvdu kokk við okk
um, sum skuldi vera eftir
hjá meteorologunum, og
vit fingu nógvan og góðan
mat.
Aftur á kópaveiði
Julian er lítillátin og sigur,
at teir upplivdu ikki tað
heilt stóra, meðan teir búðu
í tjaldi og arbeiddu á Suður
pólinum.
– Dagarnir vóru rætti
liga líkir. Vit sóu ikki
nógv og upplivdu heldur
ikki
tað
heilt
stóra.
Umframt pingvinirnar og
onkur gamal kópur, var
væl av fugli at síggja.
Hann sigur, at eftir
trimum
vikum
vórðu
teir lidnir við arbeiði,
og síðan fóru teir norð
ur aftur til skipið, sum
bíðaði teimum við ís
brúnna.
– Vit búðu tískil á ísinum
Julian Vágstún í Klaksvík:
Tjenti sær til útbúgvingina
– Vit høvdu einar 40 hundar við okkum, og tá ið vit komu
í land, fóru hundarnir eftir pingvinunum, sum gingu uppi
á ísinum. Vit noyddust tí at hava teir í bandi. Annars vóru
pingvinirnar so spakar, at vit kundu halda tær í veingirnar,
sigur Julian Vágstún, sum var við til at byggja eina støð til
meteorologar á Suðurpólinum á ungum árum
– Eg hevði runnið á ísi áður, tá
ið vit høvdu sligið kóp, so hetta
umhvørvi var mær ikki heilt
ókent, sigur Julian Vágstún
Tað eru ikki nógvir føroyskir ungdómar, sum hava tjent til sína
skúlagongd á Suðurpólinum, men Julian Vágstún í Klaksvík er
ein
Myndir: Vilmund Jacobsen