mikudagur 24. mai 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 24. mai 2006
23
í tjaldi á Suðurpólinum
og arbeiddu úti á ísinum í
tríggjar vikur.
Aftur í skúla
Tá ið skipini umsíðir aftur
loystu frá ísbrúnnu, vóru
meteorologarnir eftir har
suðuri.
Julian sigur, at á veg
heimaftur, fóru teir til Ný
Foundlands at veiða kóp, og
hann heldur seg minnast, at
teir fingu meira enn 7.000
kópar hendan túrin.
– Vit tóku bara skinnini,
og síðan fór alt hitt í havið
aftur.
Julian hevði nú tjent sær
so mikið av peningi, at hann
kundi fara aftur í skúla.
– Eg hevði sum áður nevnt
bara breiddina, og ætlaði
mær at læra meira. Nú hevði
eg tjent mær tann pening,
mær tørvaði, og næstu 10
mánaðirnar tók eg longdina
á sjómansskúla í Noregi.
Knøini bila
Sosialurin hitti Julian Vágs
tún í Klaksvík mánadagin,
har hann fortaldi okkum
hesa søgu um ferðina á Suð
urpólinum.
Julian sigldi øll síni bestu
ár, og í fleiri ár var hann á
brúnni sum bestimaður og
skipari.
Hann er ikki ungur maður
longur, og knøini eru farin
at bila.
– Hetta er aðru ferð, eg
havi skift knæið, seinast var
fyri jól. Eg koyri á hesi
tríhjólaðu súkkluni, men
átti heldur at gingið meira,
sigur blíði og fryntligi klaks
víkingurin, sum hevur upp
livað eitt sindur av hvørjum
í lívinum.
– Hundarnir fóru eftir
pingvinunum, so vit noyddust
at hava teir í tjóri, sigur
Julian Vágstún
– Eg koyri á hesi tríhjólaðu súkkluni, men átti heldur at gingið meira, sigur Julian Vágstún, sum
sigldi øll síni bestu ár
Mynd: Vilmund Jacobsen