Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 24. mai 2006 27 Alsamt fleiri ferðandi nýta busssambandi millum Klaksvíkina og Havnina, og tað hendir seg næstan ikki, at bussurin koyrir tómur. Og tað eru eisini tey, sum eru so mikið at sær komin, at tey koyra sjálvi úr Havn til Gøtu, og taka bussin til Klaksvíkar, so tey sleppa undan tunnilsgjaldinum BUSSFERÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Bussførarin henda morg­un­ in vit koma upp í bussin, er fuglfirðingurin Lígg jas Blábjørg. Við í bussinum eru knappliga 20 ferðandi, men tað er ógvuliga ym­iskt hvussu nógv fólk eru við fortelur Lígg jas: – Síðsta mánadag, tá eg fór úr Havnini hevði eg 42 ferðafólk við í bussinum, men av teimum fór bara ein til Klaksvíkar. Dagin eftir hevði eg tann eina túrin 30 ferðafólk við úr Havn, og tey komu øll við til Klaksvíkar. Tað vísir seg at vera rættiliga ymiskt, hvussu nógv fólk eru við, men tað eru næstan altíð onkur, sum skal allan vegin norður, sigur hann og vísir á, at hann hevur tosað við hinar bussførararnar á leið­ini, og teir halda at ferða­fólkatalið er støðugt vaksandi. – Eitt sum eg havi lagt merki til er, at fleiri fólk sum koma sunnani frá koyra norður til Gøtu ella Leirvík, har tey seta bilin og so taka bussin víðari. Tað kostar jú bara 20 krónur við bussi haðani at koyra har frá til Klaksvíkar, og so sleppa tey undan at gjalda fyri at fáa bilin tvørtur um, greiðir Lígg jas Blábjørg frá. Vánalig skelting Í Leirvík koyra vit ikki oman á ferjuleguna, sum buss­arnir annars hava gjørt. Vit sneiða til høgru áðrenn vit koma oman í sjálva bygdina og hava beina kós móti tunlinum. Men tað er ikki meiri enn mann akkurát ber eyga við lítla skeltið, sum vísir á hvønn veg tað skal koyrast, fyri at finna tunnilin. So eg spyrji Lígg jas, um hann ikki heldur, at skeltingin til tunnilin er ov vánalig. Lígg jas svarar og sigur, at tað heldur hann, men at tað galdandi fyri Føroyar sum heild: - Tað er ikki lætt at vera ferðafólk við bili í Føroyum. Tá er munur á at uppmerkingin er betri uttan­ lands, sigur hann. Svøvntungir næmingar Komin til Leirvíkar vakna tvey sum við kaldan dreym afturi í bussinum. Tað vísir seg, at hetta vóru næmingar, sum skuldi av á Kambsdali, men eru sovnaðir og tí end­aðu í Klaksvík í staðin fyri á Kambsdali. Nú var klokkan hálvgum tígg ju, og bussurin fór ikki úr aft­ur Klaksvík fyrr enn klokkan tólv, og teir báðir svøvn­ tungu næmingarnir er púra ráðaleysir. Men so er tað, at bussførarin forbarmar seg yvir tey, og sigur hann kann koyra tey inn á Kambsdal, nú hann hevur eina pausu. Nú er túrurin at enda kom­in, men áðrenn eg fari av spyrji eg bussføraran, hvussu honum dámar at koyra til Klaksvíkar. – Mær dámar væl, men eg sakni eitt bussskýli. Umstøðurnar at halda pausu í vóru betri í Fuglafirði, men tað er helst nakað sum kemur við tíðini, heldur bussførarin Lígg jas Blábjørg, sum í dag nýtti kaffisteðgin hjá sær, til at koyra koyra næmingar inn á Kambsdal, sum høvdu forsovið seg. Tey vóru ikki mong, ið høvdu valt at taka bussin norður til Klaksvíkar henda týsmorgunin Sosialurin var við. Men millum teirra vóru teir hvalvíkingarnir Høgni Olsen og Walter Olsen, sum báðir ganga á SIT í Klaksvík. Vit fingu okkum eitt prát við teir, og spurdu hvat teimum dámar at koyra allan vegin norður? – Jú hetta er bara óført, men vit sakna eis­ ini Dúgvuna viðhvørt. Í bussinum er deiliga friðar­ ligt, men til tíðir í so friðar­ligt. Tá sakna vit kort­ spælini umborð á Dúgvuni, og tosi sum var umborð. So hóast túrurin er vorðin munandi styttri, so fellur tíðin av og á longri nú vit koyra allan vegin. Fara tit á Norðoya­ stevnu? – Tað er planurin. Norð­oya­stevnu hevur ein altíð hug at fara til, so tað rokna vit við. Nú er eisini eini tvey ella trý ár síðani vit vóru, so tað má vera tíð uppá. Nú kunnu vit so koyra allan vegin, og sleppa undan at passa okkum upp til ferjuna, so tað ger tað munandi hugaligari at fara. RWD Klaksvíksleiðin: Alsamt fleiri ferðandi Gunvá setur stevnuna Frígg jakvøldið verður Norðoyastevnan sett í Vágstúni. Í ár verður tað forkvinnan í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráði, sum fer at seta stevnuna. Gunvá við Keldu heldur stutta røðu í sambandi við setananin, sum verður frá kl. 19.30 frígg jakvøldið. Teir fremstu telva Norðoyastevnuaftan verður talvdystur í millum Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Hetta er ein talvdystur, sum plagar at verða hildin á Norðoyastevnu, og soleiðis verður eisini í ár. Júst hesi bæði talvfeløgini hava i nógv ár verið tey fremstu í landinum, og tí er altíð spennandi, tá ið bestu liðini hjá teimum telva ímótu hvørjum øðrum. Telvað verður í Skákinum frá klokkan 19.00. Hornorkestrið hevur konsert Klaksvíkar Hornorkestur plagar at seta dám á til almenn tiltøk í Klaksvík, og soleiðis er eisini á Norðoyastevnu, tá ið orkestrið spælir til fólkafund, midnáttarsamkomu og setanina av Norðoyastevnu. Leygarkvøldið klokkan 23.30 fer Klaksvíkar Hornorkestur at hava konsert í Vágstúni, og her ber til at hoyra tónleik, ið orkestrið hevur vant og spælt gjøgnum árini. Høgni, vinstrumegin, og Walter, høgrumegin, ætla sær báðir á Noroyðastevnu Mynd Rólant Waag Dam Líggjas Blábjørg sigur, at alsamt fleiri gera brúk at Klaksviksleiðini Mynd Rólant Waag Dam Vit fara á Norðoyastevnu