mikudagur 24. mai 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 99 - 24. mai 2006
Bæði matur og
umhvørvi á nýggju
Café 45 í Klaksvík liva
í allar mátar upp til
væntaninar til eina
nútímans kafé
Cafélív
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ein døgurðatíma herfyri
vóru vit trý starvsfólk á
Sosialinum, ið leitaðu okk
um eftir einum matstaði í
Klaksvík. Av tí at vit hvørki
høvdu stundir ella hug at
sessast við eitt rimmars
døgurðaborð, kom onkur
við hugskotinum at fregnast
eftir, hvat nýggja Café 45
hevði at bjóða.
Frískligt og lætt
Hóast skeltingin uttanfyri
kundi verið eitt sindur týði
ligari, var ongin ivi um, at
vit vóru komin á rætta stað.
Bæði hvat prísi og úrvali
viðvíkur, er matarlepin á
Café 45 av slíkum slag, sum
sømir seg fyri eina nútímans
kafé. Til ber at velja ímillum
fleiri sløg av leskiligum
salati
og
sandwichum,
umframt at ein sokallaður
Tapas tallerkur eisini var á
matarlepanum. Einsamalli
hanin í selskapinum hendan
dagin var heldur svangari,
enn vit báðar dámurnar, so
hann valdi Tapas tallerkin,
har ikki færri enn fimm
smærri rættir vóru á – alt
frá skinku, toski, royktum
laksi, tikararækjum, osti og
grovum breyði. Rættirnir
vóru sera væl smakkandi
og hóast tó vóru lættir,
mettaðu teir samanumtikið
sera væl, sambært okkara
starvsfelaga.
Vit báðar bíløgdu sand
which, onnur við salami og
ost og hin við høsnarunga.
Millum leskiliga breyðið við
kryddurtum á salami/osta-
sandwichini var t.d. rucola
og frisé salat, reyðleykur,
reyð piparfrukt, jalapéno,
ríkiligt
av
leskiligum
salami- og ostaskivum um
framt hóskandi nøgd av
dressing.
Eitt
felags
eyðkenni
fyri matin á Café 45 er,
at rávørurnar eru óvanliga
frískar og settar saman á ein
hátt, sum ger rættin lættan
við eini fínari javnvág
millum kjøt og grønmeti.
Serlig kaffiuppliving
Líka frá byrjan hevur Café
45 havt serliga dygdargott
kaffi sum sítt sereyðkenni,
og hetta skuldi sjálvandi
roynast. So vit bíløgdu
kaffi av slagnum Kenya
AA, ið varð malið, meðan
vit bíðaðu og borðreitt í
smáum
stempulkannum.
Sigast má, at hetta gav eina
heilt serliga kaffiuppliving,
ið vit bert kunnu mæla
fólki til at royna. Um ein
heldur vil halda seg til tað
meir kenda og vanliga ber
eisini til at fáa Espresso,
Cappuchino og café Latte
á kaféini.
Samanumtikið var mál
tíðin á Café 45 væl oman
fyri miðal, sjálvt um tæn
arin gloymdi at seta mjólk
og sukur á borið afturvið
kaffinum. Spell var tað
eisini, at freistandi úrvalið
av køkum ikki stóðu á
matarlepanum, og vit tískil
ikki varnaðust tað, fyrr enn
vit fóru upp til diskin at
gjalda.
Hóast rættiliga nógv fólk
vóru inni á kaféini hesa
løtuna, tóktist umhvørvið
óvanliga ljóst, lætt og luftigt.
Loyvt er ikki at roykja, og
tónleikurin í bakrundini
var júst passaliga frá,
til at hann hoyrdist men
hvørki órógvaði prát ella
stemning.
Sum prikkurin yvir i’num
ber til at njóta ein røð av
áhugaverdum listaverkum á
veggunum á Café ella fylgja
við í býarlívinum beint
uttan fyri stóru vindeyguni,
um ein heldur vil tað.
✸ ✸ ✸ ✸ ✸
til Café 45 í Klaksvík
Fæst í hvítum, beiga og grátt!
Prís dømi - kr. 339,-
Stødd: 114,5 x 180cm
RULLIGARDINUR
MYRKALEGGING
Klaksvíksvegur 89
700 Klaksvík
Tel. 457300
LAVA 32” fl atskermur
Kann skifta front
10.999,-
SONY 32” Flatskermur &
SONY dvd spælari
11.999,-
XBox 360
v/ Tráleyst joystikk
Innbygdan harddisk
+ 1 spæl
3.595,-
SAMSUNG X660
1.479,-
Nordoyastevnutilbod
Leskiligt og lætt á Café 45
Umhvørvið inni á Café 45 er óvanliga lætt og rúmligt. Eisini ber til at fylgja við í býarlívinum
beint uttanfyri stóru vindeyguni
Sera frískar rávørur
og løtt samanseting
er eitt eyðkenni
fyri væl smakkandi
matin á Café 45 í
Klaksvík