Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 24. mai 2006 29 Hans Jacob á Kósini er í ferð við at seta eitt bori­ høvd upp í havanum. Tað kann av sonnum sigast at vera eitt ørðvísi havaprýði. Hans Jacob hevur fingið borihøvdið frá einum olju­ felagið, sum fór á húsa­ gang. Borurin hevur borað í Norðsjónum, og er hann einasti av sínum slag í Føroyum. Borihøvdið er 20 tummar og vigar um 250 kilo. HK Hóskvøldið 25. mei klokkan 19 verður skemtidystur á fót­bólts­vøllinum í Klaksvík, har fjall­ menn fara at dystast. Í hálvleikinum fara seyðahundar at vísa, hvat teir duga Skemtidystur Forkunnugi fótbóltsdystur­ in í Klaksvík hóskvøldið verður millum fjallmenn av bygd í Norðoyggjum og fjalla­menn úr Klaksvík. Í hálvleikinum fara so seyða­ hundar at vísa, hvat teir duga. Tað verður gjørt á tann hátt, at fimm seyðir verða sleptir inn á vøllin, og Absalon Hansen frá Før­ oya Seyðahundafelag, fer síðani at vísa, hvør dugur er í hundunum. Vinnandi liðið fær heið­ ursmerkir og steyp handaði, sum er latið av Føroya Bjór. Føroya Seyðahundafelag verð­ur eisini stuðla av MBM. Tað er Bygdafelagið ”Ljósið” úr Haraldssundi saman við Føroya Seyða­ hundafelag, ið standa aftan fyri tiltakið. Frá stigtakararnum frætta vit, at áhugin í Norðoyggjum fyri at brúka seyðahundar er vaksandi. Hetta sást millum annað á tveimum stórum seyðahundakappingum, ið vórðu hildnar á Viðareiði í februar í fjør og aftur í februar ár. Stigtakararnir siga, at ein av grundunum til at teir skipa fyri einum tílíkum tiltaki, er, at fáa Føroyingar sum heild at brúka seyðahundar meira, og vóna teir at tiltakið í annaðkvøld fer at verða við til at vaksa enn meir um áhugan. – Vónandi fáa vit ein stutt­ ligan dyst hós­kvøld­ið, har øll eru hjarta­liga vælkomin, siga stigtakararnir frá bygda­felagnum “Ljósið” í Harald­sundi og Føroya Seyðahundafelag. Skemti­ dystur og hunda­ kynstur Í hálvleikinum í dystinum millum fjallmenn í annaðkvøld í Klaksvík fara fimm føroyskir seyðahundar at vísa hvør dugur er í teimum Borihøvdið, sum Hans Jacob á Kósini ætlar at nýta sum havaprýði Mynd: Jens Kr. Vang Borihøvd í havanum