Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 99 - 24. mai 2006 So stutt kann tað sigast. Síðani gamla læknahúsið lat upp í februar, hevur tað veri stúgvandi fult av børnum og ungdómum, onkran dagin hevur talið verið nær 150 VIRKISHÚSIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Børnini og ungdómurin í Klaksvík hava tikið ímóti nýggja ungdómshúsinum í býnum, við víðopnum ørm­ um. Dagliga vitja upp ímóti 100 børn og ung í húsinum, men onkran dagin hevur talið verið nærri 150. Tað er kommunan, sum eigur gomlu læknahølini, sum nú eru vorðið staðið, har børnini og ungdómurin møtast. Gøtudaman Beinta Gregersen er dagligur leið­ ari av húsinum, og aftrat sær hevur hon trý fólk. Tá Beinta og tey fingu húsið vóru tey proppað við øllum møguligum, so fyrstu tvær vikurnar tey arbeiddu, fóru við at tøma húsið. Tó so, fleiri av møblunum og aðrir brúkslutir sluppu at standa eftir í húsinum, og hetta gevur húsinum sín heilt eyðkenda dám. – Vit vildu gjarna hava onkrar av hesum gomlu stólunum eftir, tí teir netupp eru so serligir. Eisini er teir góðir at sita í, og høvdu vit skula keypt teir, høvdu teir kostað eina rúgvu, so stólarnir eru vit sera glað fyri, fortelur Beinta Gregersen. Stór vælvild mótvegis húsinum Sum heild hevur kommunan víst húsinum stóra vælvild, men tey eru eisini onnur, sum vilja gera sítt til, at ung­dómurin í Klaksvík fær so góðar umstøður sum gjørligt. Millum ann­ að hevur Lions Club givið Virkishúsinum eitt ljóð­an­ legg, sum tey eru ómetaliga glað fyri. Summar Festivalurin hev­ ur eisini gjørt sítt til, at ungdómurin skal sleppa at menna sínar tónlistarligu gávur, tá teir hava latið hús­inum eina rúgvu av instru­mentum. Eisini hevur ComData júst nú játtað Virkishúsinum fleiri gamlar teldur, sum ungdómurin so kann seta saman av nýggjum. Og soleiðis er tað allatíð­ ina við Virkishúsinum, og hava tey fingið eina rúgvu av gávum og øðrum, tey hava brúk fyri í einum slík­ um húsum. Make-up álegging og programmeringsskeið Og stóra vælvildin ger, at Virkishúsið er á tremur við møguleikum. Millum føstu tiltøkini er bass- og gittarundirvísing og karao­ ke. Annars kunnu tey gera hvat tey hava hug til. Har er bæði teldu­rúm, sjónvarpsstova, tón­leika­ høli, málirúm, lesirúm og rúm við poolborðum og dart­skivum. Men tað hendir seg meiri enn so, at okkurt forkunnugt tiltak er á skránni. Fyri kort­um var sjónleikur í húsinum, og fyrsta dagin verður eitt gentukvøld, har onkur frisørur og make- up áleggjari fara at geva gentunum góð ráð. Av øðrum tiltøkum kunnu vit nevna programeringsskeiðið, sum ungu dreigirnir sjálvir tóku stig til, og fríggjadagin koma The Dreams norður at spæla í Virkishúsinum. – Sum heild eru tey sera glað fyri tónleikin. Tá Búi Dam og hansara menn vóru her fyri ikki so langari tíð síðani, sótu øll sum á nálum og lurtaðu, greiðir Beinta Gregersen frá. Tónleikahøli í Virkishúsinum er eisini mest brúkta rúmið, men kortini heldur Beinta Greg­ er­sen, at ungdómurin ger lutfalsliga lítið við tón­ leikin. Góð við húsið Inni í Virkishúsinum er reint og ruddiligt, og er ein góður andi valdar allastaðni. Beinta Gregersen sigur, at tey frá fyrstan tíð hava lagt seg eftir, at leggja í ungdómin, at tey skulu vera góð við húsið og vara av tí. Hetta sær eisini út til at hava hepnast væl, men kortini so hendir tað seg at ting brotna. - Jújú hesi beistast akkurát sum øll onnur børn, men eg haldi at vit vóru verri tá vit vóru ung, sigur Beinta smílandi. Umstøðurnar í Virkis­hús­ inum eru í topp og børnini og tey ungu stórtrívast í rús- og rókfríða umhvørvinum. Nú ein dagin, tá ein drongur fór at ferðast uttanlands segði hann, at hetta vera fyrstu dagarnir hann ikki er í húsinum, síðani tað opnaði í februar, og tað taka vit sum eitt tekin um, at her er gott at vera hjá teimum ungu. Nú Norðoyastevnan nærk­ ast er upplagt at spyrja, um tey ætla at gera nógv burtur úr stevnuni. – Nei tað ætla vit ikki, sigur Beinta. Vit høvdu opið tá tunnilin opn­ aði, men tað riggaði ikki heilt so væl, so tað fara vit ikki at hava nú stevnan verður. Tó gera vit eitt lítið sindur burtur úr, við tað at The Dreams koma norður fríggjakvøldið at spæla, sig­ur Beinta Gregersen, leiðari í Virkishúsinum í Klaksvík. Virkishúsið er well Flyta fólkið skjótt Klaksvikar Talvfelag skipar fríggjakvøldið fyri talvkapping í høl­um felagsins á Akursmørk. Hetta er ikki ein av vanligu talvkappingunum við nógvari umhugsanartíð og seigum flytingum av fólki. Hesaferð er talan um snartalv, har telvararnir hava nógv minni tíð at umráða seg í. Kappingin fyri bøn og ung byrjar í Skákinum kl. 17.30, og fyri tey vaksnu byrjar kappingin kl. 20.30. Fótbóturin rullar á stevnuni Tað verða nógvir fótbóltsdystir á skránni um Norðoya­ stevnuna. Longu Kristi Himmalferðardag verður lagt fyri við stórdysti millum KÍ og GÍ. Hetta er fjórðingsfinala í kappingini um Løgmanssteypið. Fríggjakvøldið verða tríggir dystir á skránni. Leygardagin byrja dystirnir klokkan 8.30 um morgunin og spælt verður heilt til klokkan 22.30 um kvøldið. Klokkan 16.15 spæla KÍ og B71 í 1. deild hjá monnum og klokkan 18.30 spæla KÍ og B36 í Formuladeildini. Sunnudagin fara KÍ unglingar at spæla venjingardyst ímóti U17 landsliðnum. Dansa alla náttina Nógvur góður dansur verður á skránni allar dagarnar á Norðoyastevnu. Fríggjakvøldið spæla Spaðar 5 til gamlamannadans í KÍ-høllini, og hetta sama kvøld er diskotek í Barok. Leygarkvøldið verður ungdómsdiskotek á skránni í KÍ-høllini, og Barok hevur aftur diskotek. Sunnukvøldið verður eisini gjørligt at fara í dans, tí tá hevur Barok diskotek heilt fram til klokkan fýra mánamorgunin. Beinta Gregersen og læknaútgerðin, sum setir sín serliga dám á hølini