mikudagur 24. mai 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Seinasta vikuskfti,
leygardagin 20. og
sunnudagin 21.
mai, var KÍ-høllin í
Klaksvík karmur um
eina stóra bilstevnu
við yvir 40 bilum
av 15 ymiskum
bilmerkjum.
Eisini vóru nakrar
motorsúkklur sýndar
fram
Bilstevna
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Áðrenn Norðoyatunnilin
lat upp, var Klaksvík ein
avskorin býur og tiltøk
sum bil- og sølustevnur
vóru meira fyri fólk í Norð
oyggjum, men nú er lætt
og ómakasleyst at koyra til
Klaksvíkar.
Seinasta vikuskfti var ein
stór bilstevna í KÍ-høllini
við yvir 40 bilum av 15
ymiskum
bilmerkjum.
Umframt bilar vóru eisini
nakrar motorsúkklur sýndar
fram.
Fyrimunurin við eini
slíkari bilstevnu er, at fólk
kunnu ganga inni í høllini
og hyggja at bilunum og fáa
eitt bilprát við tey ymisku
sølufólkini á stevnuni og
kanska fáa eitt gott tilboð.
Tað vísir seg, at fleiri bilar
verða seldir á eini slíkari
stevnu.
Hetta var samstundis
fyrsta bilstevna, síðan Norð
oyatunnilin lat upp, og fólk
úr meginpartin av landinum
høvdu møguleika at koyra
til Klaksvíkar.
Hóast veðrið ikki var
serliga gott, var framsýn
ingin væl vitjað og ein av
fyrireikarunum,
Niclas
Heri Jákupsson, sigur, at
bilhandlararnir vóru væl
nøgdir við stevnuna.
Nr. 99 • mikudagur • 24. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Bilstevna í Klaksvík:
Yvir 40 bilar í KÍ høllini
Fólkafundur sunnudagin
Norðoyastevnudag verður tann vanligi fólkafundurin
hildin í Vágstúni. Skrúðgonga við Klaksvíkar Horn
orkestri, skótum, ítróttarfólki og hestum fer úr Klaks
víksgarðinum og heim í Vágstún klokkan 14.00. Tá ið
fólk og djór eru komin í Vágstún, fer Ísak Mikladal,
aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, at flyta fram røðu.
Ísak var ein av teimum, sum á sinni tók stig til NFÍ,
ið nú skipar fyri Norðoyastevnuni, og hann hevur
eisini áður verið virkin í fyrireikingunum. Klaksvíkar
Hornorkestur fer eisini at spæla til fólkafundin.
Fuglfirðingur fer at røða
Norðoyastevnuaftan verður midnáttasamkoma í Vágs
túni. Hetta hevur seinnu árini verið størsta tiltakið
á Norðoyastevnuni, og hetta plagar at vera ein sera
hugnalig løta. Kyndlagonga kemur í Vágstún á
midnátt, og tá fer fuglfirðingurin og listamaðurin Frits
Johannesen at flyta fram røðu. Aftan á verður fýrverk á
Vágsbøi, og síðani verður felagssangur í Vágstúni.
Yvir 40 bilar av 15 ymiskum bilmerkjum vóru á bilsetvnuni í KÍ-høllini seinasta vikuskifti