mikudagur 24. mai 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 24. mai 2006
37
Mánadagin 29. mai
fáa vit vitjan úr Dan
mark av sjey smáum
Fiat bilum, har tann
elsti er frá 1950.
Talan er um limir
í Fiat Mini Klub,
Sjælland, sum í einum
ferðalagið upp á 14
fólk skulu ferðast
kring landið við
bilunum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ferðin byrjar í Hanstholm
leygardagin 27. mai, tá
bilarnir koyrdir umborð
á Norrönu. Nøkur í ferða
lagnum sigla við Norrönu,
meðan onnur koma við flog
fari.
Mánadagin 29. mai koma
so allir sjey Fiat bilarnir í
land í Havn.
Ferðin er komin í lag
í sambandi við at Jørgen
Mikkelsen, sum starvast hjá
inventarfyritøkuni TOBI
A/S, hevur verið nógv í
Føroyum í arbeiðsørindum.
Tað eru Jørgen Mikkelsen
og konan Lisa, sum hava
lagt túrin í Føroyum til
rættis.
Bilarnir sum tey 14 fólk
ini í ferðalagnum hava
við sær eru: Tríggir Fiat
500, sum eru frá ávikavist
1950, 1962 og 1968, og
tríggir Fiat 600, sum eru frá
1962, 1972 og 1973. Tann
nýggjasti er ein Fiat 126
frá 1974.
Sama dag sum tey koma,
mánadagin 29. mai kl.
16.00, verða bilarnir sýndir
fram uttan fyri hjá BR
Leikum á Hálsi, har verður
høvi hjá fólki at síggja
bilarnar og fáa eitt prát við
eigararnar.
BR Leikur hava nøkur
sera góð tilboð hendan dag
in við modellbilum í sam
bandi við Fiat-vitjanina.
Ferðalagið fer at ferðast
kring landið við bilunum.
Tey skulu vitja í Suðuroy,
Sandoy, Eysturoy, Norð
oyggjum og í Vágum. Tey
hava lagt eina nágreiniliga
skrá fyri túrin.
Bilarnir fara avstað við
Norrönu fríggjadagin 9.
juni.
Ráðið fyri Ferðslu
trygd heitir á foreldur
at tryggja børn
síni á besta hátt, tá
ferðast verður í bili.
Smábarn, ið situr
í bilbarnastóli, ið
vendir aftureftir, er
fimm ferðir tryggari
í ferðsluni, vísa
kanningar
Ferðslutrygd
Fyri at bjarga enn fleiri
børnum í ferðsluvanlukkum
hava ”tung” umboð innan
svenska bilídnaðin tikið
seg saman um eina felags
virkisætlan.
Virkisætlanin er komin
í lag orsakað av, at talið á
børnum í Svøríki, ið koyra í
bilstólum, sum venda aftur
eftir er minkandi. Tað fer
helst at hava við sær, at
talið á álvarsliga skaddum
og deyðum børnum fer
at vaksa, stendur at lesa
á heimasíðuni hjá svenska
ferðslutrygdarráðum.
Kanningarnar vísa nevni
liga, at aftureftir vendir bil
barnastólar eru fimm ferðir
tryggari, enn bilstólar, ið
venda frameftir.
Endamálið við virkisætl
anini er fyrst og fremst at
hava eyga við bilbarnastól-
mentanini í Svøríki.
Við í virkiskætlanini, sam
an við myndugleikunum,
eru eitt nú bilfyritøkurnar
Renault, Peugeot, Volvo,
GM Saab, GM Opel, VW,
Hyundai, Kia og Toyota.
Verkætlanin er tann fyrsta
av sínum slagi.
Svøríki hevur í nógv ár
gingið undan við atliti til
tryggleika hjá børnum í
bili. Umframt eina røð av
starvsstovuroyndum, hava
sviar eisini gjørt gjøllar
kanningar av einum stórum
tali av ferðsluvanlukkum
við børnum.
Landsvirkisætlan
Ein slík virkisætlan er
úrslit av, at Svøríki hevur
eina landsvirkisætlan fyri
ferðslutrygd. Norðurlond
hava øll – uttan Føroyar
– eina landsvirkisætlan fyri
ferðslutrygd.
Føroyar hava júst fingið
staðfest Nullhugsjónina við
lóg, og tað er eitt stórt stig
framá.
Næsta
stigið
verður
ein landsvirkisætlan fyri
ferðslutrygd í Føroyum,
sum skal gera tað møguligt
at náa endamálinum við
Nullhugsjónini.
Keldur: ntf.se, folksam.
se, sikkertrafik.dk og
ferdslutrygd.fo
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at børn upp til 2-3 ára aldur
verða bundin í stólar, ið venda aftureftir. Men, tú mást ansa
væl eftir at seta stólin rætt, tí skeiv uppseting gongur út yvir
trygdina
Lat bilstólin hjá barninum venda aftureftir
Vitjan av Fiat ellisakførum
úr Danmark
Mánadagin 29. mai fáa vit vitjan úr Danmark av sjey smáum Fiat bilum, har tann elsti er frá 1950