Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 5 Danska stjórnin fer ikki at taka støðu í málinum um at banna troling á djúphøvum, uttan at tað verður í samráð við føroyingar og grønlendingar. Tað hevur danski um­hvørvisráðharrin lovað Anfinni Kalls­ berg, fólkatingsmanni Troling á djúpum vatni Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit skulu sláa kalt vatn blóðið. Anfinn Kallsberg, fólka­ tingsmaður sigur, at vit skulu ikki lata fjáltur koma á okkum fyri tað um Green Peace og aðrir um­hvørvis­ felagsskapir arbeiða fyri at banna troling á djúpum sjógvi í altjóða sjógvi. Green Peace hevur reist málið sum eitt umhvørv­ ismál og ikki sum eitt vinnu­ mál og endamálið er at banna botntroling í altjóða sjógvi fyri at varðveita tað lívfrøðiliga fjølbroytni. Annars heldur Anfinn Kallsberg, at málið er farið eitt sindur av sporinum- ella í hvussu so er verður koyrt í fleiri sporum. Green Peace hevur reist málið sum eitt um­hvørv­ ismál og tað var í um­hvørvis­ nevndini hjá Fólkatinginum at fundur var í morgun um málið. – Tí er tað eitt sindur misvísandi at tað nú verður upplýst í Útvarpinum, at tað er matvøruráðharrin, sum nú hevur orðað eitt svarskriv, har hann ætlar at boðað frá, at danska stjórnin tekur undir við Green Peace. Samstundis hevur Høgni Hoydal sett matvørumálaráðharranum ein fyrispurning um málið. Anfinn Kallsberg sigur, at sjálvur hevur hann við­gjørt málið sum eitt um­hvørv­ ismál í dag. – Tí havi eg tosað bæði við formannin í um­hvørv­ isnevndini og við ráðharran í umhvørvismálum, Connie Hedegaard, og greitt teim­ um frá føroysku støðuni og at vit eru fullkomiliga ósamd við Green Peace. – Connie Hedegaard skil­ ir væl okkara støðu og hon lovaði mær, at sjálvandi fer danska stjórnin ikki at taka støðu til málið, uttan at tað verður í samráð við føroyskar og danskar mynd­ ugleikar, staðfestir Anfinn Kallsberg – Hon staðfesti eisini, at hon hevur ikki góðkent nakra orðing um, at danska stjórnin tekur undir við Green Peace og hon staðfesti somuleiðis, at hon tekur ikki undir við eini slíkari orðing. Føroyski fólkatings­mað­ urin sigur, at hann greiddi donsku politikarum frá, at innanfyri okkara 200 fjórðinga fiskimark, regu­ lera vit fiskivinnuna og vit hava eisini friðað økið fyri at at bjarga koralrivum á havbotnininum. Í altjóða sjógvi í Norður­ atlantshavi hava vit bæði NAFO, NEAFC og aðrar felagsskapir, sum regulera fiskiskapin og tað vildi verið eitt afturstig at blanda ein triðja myndugleika afturat, nevniliga ST, upp í stovnsrøktina í altjóða sjógvi. Annars staðfestir An­finn Kallsberg, at frágreið­ing­ar­ nar, sum Green Peace bygdi síni ynski á, vóru ógvuliga misvísandi á nógvum økj­ um og próvførslan var ikki serliga sannførandi yvir­ høvur. Annars vísir hann Anfinn Kallsberg á, at eisini lands­ stýrið arbeiðir við málin­um og at tað er rætta manna­ gongdin. Anfinn Kallsberg: Vit skulu sláa kalt vatn í blóðið Hann vil hava greitt at vita, um danska stjórnin fer at stuðla føroyskum sjónar­miðjum í spurninginum, sum Green Peace hevur reist um at banna botntroling í djúpum sjógvi Troling á djúpum vatni Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vil danska stjórnin tryggja, at hon ikki fer at ganga ímóti før­oysk­ um sjónarmiðjum í spurn­ inginum um full­komið bann fyri botntroling í djúp­­um sjógvi. Tað vil Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, nú hava eitt greitt svar upp á. Hann hevur biðið tilskil biðið danska ráðharran fyri føðivøru, Hans Christian Schmidt, um eitt greitt svar uppá, hvørja støðu danska stjórnin hevur til spurningin um at banna djúphavs-botntroling í al­tjóða sjógvi. Tað eru Green Peace og aðrir felagsskapir, sum nú vilja hava ST at seta fullkomið bann fyri botn­ troling í altjóða sjógvi á djúpum vatni. Í hesum sambandi eru Før­oyar og Danmark nevnt sum tvey lond, ið sam­­­an við 11 øðrum lond­­um, standa fyri 95% av botn­­troling á djúpum sjógvi í heims­høvunum og at hetta oyði­leggur lív­frøði­liga fjøl­broytni í djúphøvunum. Og í morgun vóru umboð frá Greenpeace á fundi við umhvørvisnevndini hjá danska Fólkatinginum og har royndu tey at fáa danskar politikarar til at at taka undir við einum full­komnum banni. Høgni Hoydal sigur, at á fundinum vísti hann á, at kravið frá umhvørv­ isfelagsskapunum byggir á eina frágreiðing, sum er vísindaliga skeiv og bygd á stórar villur. Í dag hevur Útvarpið eis­ ini fortalt, at danska stjórnin fer at stuðla krøvunum frá Greenpeace. Føroyski fólkatings­ mað­­urin hevur tískil sett danska ráðharranum ein skriv­ligan fyrispurning í fólka­tinginum, har hann vil hava donsku stjórnina at vátta og at tryggja, at hon fer ikki at ganga ímóti føroyskum áhugamálum í hesum máli, hvørki í ES, ST ella øðrum altjóða høpi. Høgni Hoydal sigur, at frágreiðingin hjá um­hvørv­ is­felags­skapunum kemur til tað merki­ligu niður­ støðu, at tað serliga er í Norðuratlantshavi, at hav­ sins fjølbroytni er hótt at djúpvatnstroling. – Hetta er heilt mis­vís­ andi tí teir stóru trupul­leik­ arnir við djúpvatnstroling, eru í Kyrrahavi. Somuleiðis hevur NEAFC víst á, at frá­ greið­ingin, sum Green Peace og hinir um­hvørv­ is­felagsskapirnir byggja á, er full í villum í sam­ bandi við veiðitølum og í nágreiningini av, hvat djúphavs-fiskivinna er og tí er niðurstøðan púra skeiv. Tað er eisini staðfest, at frágreiðingin, sum Green­ peace hongir seg í, vísir onga­staðni, at sam­­­an­­­hang­ ur er ímill­um trolfiskiskap og hav­sins fjølbroytni á hav­botn­inum. Tað er kortini ávíst, at troling ávirkar, serliga ko­rallir á botninum, men enn vísa ongi tøl, hvussu stórur partur av korallunum eru komin í sambandi við troling. Høgni Hoydal vísir eisini á, at higartil hevur danska støðan verið held­ ur ógreið, men at danir eru sinnaðir at stuðla Green­peace, hóast danska stjórnin veit, at ES fer ikki at taka undir við Green­ peace, tí Spania og Portu­ gal fara at gera veto í hesm máli. Tí kann Danmark spæla fríspæl í ES, men so verður tað torført at taka eina aðra støðu í ST ella NEAFC. Tí vil Høgni Hoydal nú hava eina greiða fráboðan um støðuna hjá donsku stjórnini í hesum máli. Høgni Hoydal vil hava greitt svar frá donsku stjórnini Í dag morgun kl. 9.15 byrjaði rættar­ málið milum Fiski­ málaráðið og Jógvan S. Málið er framhald av einum rættarmáli 30. mars 2004, og í dag skuldi tapið í málinum hjá Jógvan S viðgerast. Jógvan Páll Lassen, advokatur, krevur 10,7 milliónir í endurgjaldi fyri mistar inntøkur hjá Jógvan S RÆTTARMÁL Rólant Waag Dam rólant@sosialurin.fo Í stuttum ber til at siga, at ósemjan í málinum í dag var um, hvussu stórt inntøkutapið hjá Jógvan S hevur verið. Endurgjaldið, sum Jógvan Páll Lassen, advokatur, metir, at reiðaríið hjá Jógvan S hevur rætt til, er onki minni enn 10,7 milliónir krónur. Hetta grundar hann á ymsar útrokningar, har átta milliónir eru roknaðar sum mistar inntøkur í framtíðini, og hinar 2,7 milliónirnar eru mistar inntøkur í meðan báturin lá. Framtíðar inntøku­miss­­ur­ in á átta milliónir er rokn­ aður á, at eitt fiski­loyvi er galdandi í 10 ár, og avkastið hjá Jógvan S er sett at vera áttahundraðtúsund krónur. Jógvan S var fyrst lagdur, og síðani vóru eigararnir noyddir at selja bátin. Tískil mistu fingu teir ikki tær inntøkurnar teir høvdu roknað við, og harav kemur stóra endurgjaldskravið. Komu í ringt orð Alt rokilsi um Jógvan S ger, at teir koma í eitt ringt orð. Í miðlunum verður nógv gjørt burtur úr, og tosað verður um, at Jógvan S fer at missa fiskiloyvi – sum teir so eisini gera seinni. Hetta hevur við sær, at manningarliga útskiftingin á bátinum er stór, og teir sum eru umborð byrja at leita eftir øðrum kjansum, og tað ikki lætt at fáa fólk til bátin, nú framtíðin hjá Jógvan S bráddliga ikki sær so bjørt út. Tá eigararnir keyptu Jógvan S æt skipið Ågot, og var prísurin ein millión krónur. Ågot var í so mikið ringum standi, at neyðugt var við ábótum og umvælingum fyri nakað sum er mett at vera eitt stað ímillum 1,5 og 1,8 milliónir. Men so er tað, at málið um fiskiloyvi verður drigið fram, skipið verður lagt, og seinni selt fyri 5,4 milliónir krónur. Sølan var gjørd, fyri at bjarga reiðaríðnum undan einum húsagangi, og hevur reiðaríið framvegis stóra skuld at dragast við. Góðtakur 2,5 milliónir Sum sagt, so krevur reiða­ ríið hjá Jógvani S krevur eitt endurgjald uppá 10,7 milliónir, har átta milli­ ónir stava frá mistum framtíðarinntøkum. Tað var Jørgen Niclasen var sum gav fiskiloyvi til Jógvan S. Jacob Vestergaard tók tað síðani aftur, og Bjørn Kalsø sum er landsstýrismaður í Fiskivinnumálum nú, hevur góðtikið eitt endurgjald áljóð­andi 2,5 milliónir. Hann kann ikki góðtaka krav­ið uppá 10,7, tí at hann metir, at reiðaríið hevur fingið mistu framtíðar inn­ tøkurnar aftur við søluni av Jógvan S. Tá blaðið fór til prentingar í dag, var rættarfundurin ikki liðgur, men dómur fellur í málinum seinni. 10,7 milliónir í endurgjaldi til Jógvan S Reiðaríið hjá Jógvan Lützen krevur eitt endurgjald uppá 10,7 milliónir krónur