fríggjadagur 26. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 100 - 26. mai 2006
Stutt sagt
Vesturkirkjan
verður sunnudagin
kl 16:00 karmur um
kamarkórtónleik
av allar besta slagi,
tá íslendska kórið
Vox academia og
føroyska Tarira
fara at syngja, her
er talan um nakað
av í besta innan
norðurlenskan
kórtónleik á somu
konsert
Kórtónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Íslendska
kamarkórið
Vox academica hevur 10
ára starvsdag í ár og hetta
verður m.a. hildið við
at vitja 22 sangfelagar í
Føroyum. Vox academica
var av fyrstan tíð mannað
við fyrrverandi limum úr
Háskólakórinum í Reykja
vík, men í dag eru limirnir
ymsa staðni frá, øll royndir
kórsangarar við ávísari
tónleikaútbúgving.
Aftrat tí íslendska Vox
academica syngur eisini tað
væl umtókta og altíð frálíka
kamarkórið Tarira henda
dagin í Vesturkirkjuni.
Tarira fer at syngja kendar
norðurlendskar sangir,
herundir eisini nýggjari
føroyskar sangir.
Á skránni hjá Vox aca
demica verða gomul og
nýggj íslendsk løg, m.a. verk
eftir Leif Þórarinsson, Atla
Heimi Sveinsson, Hróðmar
Inga Sigurbjörnsson, Jón
Leifs, Victor Urbancic og
Báru Grímsdóttur. Vox
academica verður stjórnað
av Hákoni Leifssyni,
ið eisini er kórleiðari
hjá Háskólakórinum í
Reykjavík og organistur
og kórleiðari hjá kirkju
kórinum í Keflavík.
Skráin hjá Vox academica
hevur frá fyrstan tíð verið
sera fjølbroytt og krevjandi.
Kórið hevur sungið fleiri
íslendsk nútíðarverk og
haraftrat klassisk kórverk
bæði íslendsk og útlendsk.
Summi av hesum verkum
hava verið skrivað serliga
til kórið, og á teimum
”Myrku musikkdøgunum”,
ið hildnir vóru í februar
mánaði í ár, fekk kórið
serliga góð ummæli fyri
m..a. tær tríggjar frumfram
førslurnar, ið vóru skriv
aðar serstaklega til Vox
academica. Seint í apríl
sang kórið Requiem hjá
Mozart saman við Jón Leifs
Camerata, ið er mannað av
tónleikarum úr íslendska
symfoniorkestrinum, og
eisini hesa ferð var skoðs
málið sera gott.
Vox academica hevur
haraftrat sungið eitt nú
Requiem Faurés, Carmina
burana hjá Orff og Gloriu
hjá Vivaldi, umframt fleiri
stór nútíðarverk sum
Lincoln Mass hjá Úlfari
Inga Haraldssyni, African
Sanctus hjá David Fanshawe
og Hjörturinn skiptir um
dvalarstað hjá Hróðmari
Inga
Sigurbjörnssyni,
ið kórið sang inn á
fløgu í 2003 saman við
Sigrúnu Hjálmtýsdóttur
(Diddú) operusangara og
Rússíbananna. Fløgan
varð vald sum umboð í
kappingini um ta íslendsku
tónleikavirðislønina 2003.
Á heysti 2005 kom aftur ein
fløga við Vox academica,
hesuferð við advents- og
jólaløgum.
Framførslan í Vesturkirkj
uni er kl 16:00. Ókeypis
atgongd.
Vox academia er eitt íslendskt elitukór
Kórkonsert í
Vesturkirkjuni við
Vox academica
og Tarira
“Okkum dámar væl
at yvirraska fólk”,
sigur Jón Tyril, um
avgerðina at taka eitt
tað størsta danska
poppnavnið í løtuni
við á skránna fyri
G! Festivalin, nú fjøl
mentaði hip-hop
bólkurin Outlandish
fer á pallin á Gøtusandi
Festival summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað var ein sera vælnøgdur
Jón Tyril, ið vit fingu fatur
á í telefonini, nú tað gjørdist
greitt, at Outlandish spælir
á G! Festivalinum. Hann
hevur tvær ferðir upplivað
Outlandish á konsert, og
báðu ferðina hevur honum
dámt bólkin sera væl, tí er
hann eisini sera fegin at
kunna bjóða føroyingum
enn eina góða tónleika upp
living. Hetta, at bólkurin er
ein góð tónleikauppliving,
er nokk høvuðsorsøkin til,
at Outlandish er komin á
skránna fyri G!.
Dáma at yvirraska
Jón sigur somuleiðis, at
festivalurin ofta verður
settur í samband við eitt
sindur tyngrið tónleik enn
hetta, ivaleyst orsaka av
tónlistarligu bakgrundini
hjá fyriskiparunum, og upp
runaliga tilknýtið til Grót, ið
vanliga skipar fyri smáum
rokkkonsertum í Losjuni.
Men soleiðis er ikki í
veruleikanum.Fyriskip
ararnir vilja fegin broyta
hesa ímyndina, greiðir Jón
frá “Okkum hevur øll árini
dámt, at yvirraska fólk. T.d.
vóru nóg yvirraskaði av, at
Bumfunk MC’s spældi, og
eisini fleiri av at Europe
spældi, summi vóru eisini
yvirraskaði yvir, at Kashmir
spældi - Tí tey tá ikki hildu,
at danskir bólkar sluppu at
spæla á G!”, sigur Jón. Tað
er heldur eingin ivi um, at
nógv nú eru tikin av bóli av,
at Outlandish er á skránni í ár.
Men hetta er ein staðfesting
av, at G! Festivalurin hevur
einki ímóti popp tónleiki.
Sterkar politiskar
viðmerkingar
Búsitandi í Danmark, men
við uppruna í Honduras,
Marokko og Pakistan,
er Outlandish ein sera
fjølmentaður bólkur, ið
samstundis er ein tann
størsti danski tónlistarligi
útflutningurin seinnu árini.
Men hetta er samstundis
ein bólkur, ið veruliga hev
ur nógv á hjartanum. Tekst
irnir eru sterkir og finnast
hvassliga at órætti. Hetta
var so á fløguni Bread And
Barrels Of Water, men
gjørdist uppaftur týðiligari
á nýggjastu fløguni Closer
Than Veins. Outlandish er
ein sterkt politiskur bólkur,
ið ikki finnir seg í at fólk
vera viðfarin illa. Stutt
sagt er hetta tónleikur við
meiningum. Nakað, sum Jón
Tyril eisini heldur vera sera
jaligt, “Tað er altíð stuttligt
at uppliva fólk, ið veruliga
meina okkurt og brúka tað í
sínum tónleiki”, sigur Jón.
Størsti danski
hip hop bólkur
Hóast sjálvur tónleikurin er
fangandi poppur, so eru so
nógv ymisk rák og íblástur
at hoyra í tónleikinum, at tú
ongantíð er í iva um, at tú
lurtar eftir Outlandish, Hetta
er eitt slag av heimstónleiki,
blandað við hip hoppi og
r’n’b. Bólkurin hevur skapt
eitt sterkt og egið ljóð. ið
hevur vunnið bólkinum nógv
ar fjepparir. Við hitfløgum
sum Guantanamo, Aicha,
Walou, Man binder os på
mund og hånd og Look Into
My Eyes, hevur Outlandish
rakt nógv breiðari á danska
marknaðinum, enn nakar
annar hip hop bólkur hevur
gjørt áður.
Røkka út um
heimamarknaðin
Fløgan ’Bread And Barrels
Of Water’ hevur rokkið langt
út um danska kongaríkið,
og bólkurin hevur selt
gyltar fløgur í Týsklandi,
Eysturríki, Sveis, Svøríki,
India, Miðeystri, Hollandi
og Spania, og hevur verið
nógv at hoyrt í MTV. Stak
fløgan Aicha er seld í fleiri
enn 400.000 eintøkum, með
an Guantanao og Walou
somuleiðis seldu sera væl
kring heimin. Bread And
Barrels Of Water varð seld
í 250.000 eintøkum. Eisini
hava løg verið á savnsfløgum,
ið eru seldar í fleiri enn 7
milliónum eintøkum.
Stóra fløgusølan og áhug
in fyri bólkinum hevur eis
ini verið við til at tryggja
bólkinum heiðurslønir á
bæði Nordic og Danish
Music Awards, millum ann
að besti bólkur úr norður
londum í 2004.
Heilt live
Outlandish eru á løtuni á
konsertferð kring Danmark.
Bólkurin hevur á ferðini
Århus bólkin Gypsies við
sum konsert tónleikarar. Á
hesi konsertferðini hevur
Outlandish lagt dent á at
spæla heilt live, her eru eingi
samples ella forritaði pettir,
men livandi tónleikarar, ið
spæla livandi tónleik.
Outlandish er góðsku
poppur og teirra luttøka á
G! átti tí ikki at tikið nakran
av bóli. Tí høg góðska er
nakað sum G! Festivalurin
ferð eftir ferð hevur lagt
dent á, er grunnleggjandi
eginleikin, ið teir bólkar,
ið festivalurin bjóðar fram,
skulu hava.
Outlandish eru eitt tað størsta danska poppnavnið í løtuni
Outlandish á G!:
Politiskur poppur í heimflokki