Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 7 Síðst í apríl varð 19 ára gamla Anja Falkvard Simonsen úr Sørvági kosin besti røðari í Danmark, tá hon vann kappingina »The Public Speaking Competition«. Røðurnar í kapp- ingini vóru allar á enskum. Kapping Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Anja Falkvard Simonen er fødd og uppvaksin í Sørvági, men býr í løtuni í Danmark, har hon gongur í studentaskúla og ger rættiliga vart við seg. – Eg havi altíð havt lætt við at læra mál. Hetta kemst helst av, at tá eg var lítil, hugdi eg nógv eftir teknifilm á donskum og enskum. Somuleiðis havi eg altíð lisið, skrivað og kommunikera nógv á enskum. Eisini havi eg verið á AFS í Japan í eitt ár, har eg prátaði enskt stóran part av tíðini, sigur Anja Falkvard Simonsen og leggur afturat, at hon dugir flótandi føroyskt, danskt og enskt: – Somuleiðis dugi eg eitt sindur av sponskum og týskum. Og tá eg eri liðug á studentaskúlanum, fari eg at lesa japanskt burturav. Kappingin Tað var felagsskapurin ESU (English Speaking Union), ið skipaði fyri kappingini »The Public Speaking Competition«. Í Danmark fór kappingin fram á avstralsku sendistovuni í Keypmannahavn. – Tað var bara av tilvild, at eg slapp við í kappingina. Lærarin hjá mær hevði hoyrt um kappingina og mældi mær til at royna, og eg so gjørdi, sigur Anja brosandi. Fyrst vóru nøkur innleiðandi umfør. Í hálvfinaluni sluppu seks luttakarar víðari til finaluna – Anja var ein av teimum. Til donsku finaluna skrivaði Anja eina røðu á enskum um fosturtøku. Áhoyrararnir vóru sera bergtiknir av røðuni hjá Anju. – So bergtiknir, at dómararnir kusu Anju at vinna heiðurin sum besti røðari í Danmark. Prinsessa Alexandra var verja til kappingina, áhoyrari til finaluna og handaði Anju eitt blómutyssi, tá Anja júst hevði vunnið finaluna: – Tað kom púra óvart á meg, tá eg fekk at vita, at eg hevði vunnið kappingina. Eg hevði als ikki væntað tað og gjørdist sera glað. Eg havi altíð vitað, at eg dugi væl at tosa og skriva enskt, og tí er tað sera stuttligt at fáa tað staðfest frá øðrum, sigur Anja. Altjóða finalan í London Við hesum heiðrinum kvalifiseraði Anja seg víðari til altjóða finaluna í London. Um 60 luttakarar vóru við úr øllum heiminum til finaluna: – Í London skuldu øll halda eina røðu hvør á fimm minuttir, og evni var »Mapping the global future«. Røðan hjá mær gekk væl, men eg haldi tó, eg kundi havt klárað meg eitt vet betri. Eitt nú fekk eg bert tvær vikur áðrenn at vita, hvat evni eg skuldi skriva um, meðan hinir luttakararnir høvdu vitað tað í tríggjar mánaðir, sigur Anja. Til finaluna í London varð bert vinnarin funnin, og tískil veit Anja ikki, hvat nummar hon var í røðini av teimum 60 luttakarunum. Seinnapartin í gjár fóru ungdómarnir í Havnar Sjónleikarhúsi fyri seinastu ferð á pall við væl umtókta sangleikinum »Oliver«. Á pallinum sóu vit ungdómar við góðum sjónleikarevnum. – Eisini tá hugsað verður um sang og dans. Sangleikur Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Tað er skúlin í Havnar Sjónleikarafelag, sum seinastu dagarnar hevur sýnt fram sangleikin »Oliver« eftir Lionel Bart í Sjónleikarhúsinum í Havn. Sangleikurin snúði seg um foreldraleysa og fátæka Oliver Twist, ið enski rithøvundin Charkes Dickens skrivaði um í 1838. Í leikinum var serligur dentur lagdur á spælið. Pallurin var fyri tað mesta berur, og búnarnir neutralir. Men ungu sjónleikararnir megnaðu til fulnar at fylla pallin við stórum huga og góðum evnum. Somuleiðis var leikurin á tremur við góðum songum, ið allir vórðu framførdir »live«. Og má hetta sigast at eitt satt bragd, um hugsað verður um, at leikararnir bert eru 12-15 ára gamlir. Eingin smæddist burtur – hvørki í leiki ella sangi, sum vórðu bornir fram livandi og lætt. Alt í alt ein góður sangleikur við skapandi sjónleikarum, ið vit vónandi fara at síggja meira til á pallinum komandi árini. Anja Falkvard Simonsen úr Sørvági: – Besti røðari í Danmark Prinsessa Alexandra var verja til donsku kappingina og áhoyrari til finaluna. Tá Anja júst hevði vunnið kappingina, handaði Alexandra Anju eitt blómutyssi. Skapandi ungdómur í Sjónleikarhúsinum Sjónleikararnir livdu seg veruliga við lív og sál inn í leiklutin Leikstjóri: Hedvig Westerlund-Kapnas Leikarar: Oliver: Birita A. Davidsen Skálkurin: Jenny Kragesteen Fagin: Brynhild Weihe Harra Bumble: Jóhanna Magnusardóttir Bill/Frú Corney: Súsanna Holm Poulsen Nansy: Astrið Simonsen Mr. Brownlow: Bjørt Andreassen Bet/Frú Bedwin/Gamla Sally: Heidi Eltør Drongur/Politistur: Marin Búadóttir Ljós/ljóð: Hjalmar Holm og Theodor Kapnas Klaver: Stamen Stanchev Raddarvenjari: Sanne Storm Týtt leikin til føroyskt: Bergur Rasmussen. FAKTA Røðan hjá Anju til donsku finaluna: Freedom of Choice G ood evening, ladies and gentlemen. My name is Anja, and I would like to speak to you about the freedom of choice; the freedom of choice concerning a rather touchy and controversial issue; namely, abortion. Now, to start out with some background information: the American state of South Dakota recently passed a bill banning abortion; this has sparked an intense debate about the future of the Roe v. Wade Supreme Court ruling of 1973 which stated that most laws against abortion violate a constitutional right to privacy, and thus, the Roe v. Wade ruling effectively legalized abortion. But ever since that day, the right to free abortion has been under constant attack – the South Dakota ban being the most recent and most extreme. The abortion ban states that only if the woman’s life is deemed to be in danger can she obtain an abortion – the legislation makes no exceptions for cases of rape or even incest. And, get this: it passed without a public referendum. Yes folks, the decision was made completely over the top of people’s heads. For a nation that prides itself on being founded on the ideals of freedom, democracy and equality for all, its arguments for banning abortion just reek of hypocrisy. The anti-abortion lobbyists are blatantly ignoring and undermining three important points in this case: 1) Reproductive Freedom is a Fundamental Human Right 2) Legalizing Abortion Does Not Increase its Occurrence 3) The Most Effective Way to Reduce Abortions Is to Reduce Unintended Pregnancies The South Dakota ruling is nothing but a calculated step towards overturning Roe v. Wade – and should it really be overturned, America would most likely face a total nationwide abortion ban. Wanting to reduce the abortion rate is an admirable thing, but it is not a goal best achieved by banning the procedure. Just look at The Nederlands – they have the least restrictive abortion rules, and the lowest abortion rates in Europe. Statistics have proven that if you want to reduce the abortion rate, you should focus on contraception – it should be obvious that if children are not conceived in the first place, abortion won’t be necessary. Apparently, this is not as obvious to the current government, who advocate an “abstinence-only”- based sexual education programme in schools. Can you smell the hypocrisy yet? How can those who oppose abortion under any circumstances also simultaneously oppose comprehensive sex education and use of contraceptives? They seem more interested in punishing women for having sex than they are in ‘saving the unborn’, as they claim they are doing. We are but human beings, and it is human nature to make mistakes. It is also human nature to want to have sex. We need to deal with the facts here, not with some utopian alternate reality. It is a fact that women in desperate situations will try to get an abortion anyway, and if it is not freely and legally available, it will only drive them to have it done unsafely, and thereby endangering their lives. Closing our eyes to the problem will not make it go away; we can’t legislate our way out of this issue. Reproductive freedom is a fundamental human right – I cannot stress this fact enough. Whether other people may or may not agree, be that based on ethic, moral or religious standpoints, they have no right making the decision for any woman. We may never be faced with the dilemma – but that does not mean that we should automatically assume that nobody else will. Like, for example: how can a rich, white man presume to know what is best for a poor, black working mother? Isn’t it up to her to decide? Isn’t that what the right of the individual and freedom of choice is all about? So who granted any bureaucrat the right to decide for her? Abortion is never an easy choice. It can sometimes be the best choice – But it is always a woman’s choice.