fríggjadagur 26. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 100 - 26. mai 2006
Runt allan heimin
leggja fólk nú inn ICE
í telefonbókina í síni
fartelefon. ICE er ein
stytting fyri »In Case
of Emergency« og
er meiningin, at tað
skal verða lættari at
koma í samband við
tey avarðandi, um
viðkomandi hevur
verið út fyri óhappi
Telefon
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tey flestu eiga eina fartelefon
og ganga ofta við henni uppi
á sær. Tí er tað natúrligt, um
eitt óhapp er hent, at ein fer
í fartelefonina at leita eftir
teimum nærmastu at ringja
til. Tá kann tað verða torført
at finna rættan persón, og
tí er hugskotið um ICE
sprottið.
Tað er sera einfalt at
leggja ICE inn sum navn í
telefonbókina í fartelefonini
og síðani nummarið til tað
fólkið, tú vil at tey, ið finna
teg skulu ringja til.
Upprunaliga er hugskotið
komið úr Bretlandi, har ein
portørur varð troyttur av
trupulleikanum at royna at
fáa fatur á teimum avarðandi.
Tá óhapp eru hend, er tað
ofta at fólk hava mist vitið
ella eru so skelkað, at tey
ikki kunnu tosa sjálvi. Hann
helt tí, at eitt altjóða navn
skuldi gerast, so at lættari
er at finna rætta fólkið at
ringja til.
Hetta er so ICE – sum
týtt til føroyskt merkir »í
neyðstøðu«.
Jan
Rasmussen,
ið
arbeiðir sum lækni á
Landssjúkrahúsinum, heldur
at tað ljóðar sum eitt gott
hugskot at leggja hetta inn
í fartelefonina.
Í
Føroyum
stendur
sjáldan á at fáa fatur í
teimum nærmastu, av tí at
samfelagið er so lítið, og øll
kenna øll. Men føroyingar
ferðast nógv, og tá kann tað
verða ein tryggleiki
at hava ICE innlagt í
telefonina.
Tá
er
eisini
týdningarmikið at
ein minnist til at seta
00 298 framman
fyri
nummarið,
so at til ber at fáa
fatur á føroyskum
fólkum. Og helst
skal ein eisini siga
við viðkomandi, at
tú hevur lagt hann
ella hana inn í
telefonina sum tín
ICE.
Nýggja Kringvarps-
nevndin hevur eftir
núverandi uppskoti
ikki rúm fyri
Kristiliga Lurtara- og
Hyggjarafelag (KLH).
Aðalfundurin hjá
KLH harmast um
hetta. Fundurin varð
hildin á Skála í gjár
KRINGVARPSLÓG
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Aðalfundurin hjá KLH var
í Meinigheitshúsinum á
Skála í gjár. Um 50 fólk vóru
møtt til fundin. KLH er eitt
felag, sum ráðgevur teimum
loftbornu fjølmiðlunum.
Endamálið hjá felagnum
er at varðveita og verja
tær kristiligu sendingarnar,
sum verða sendar, og
finnast at sendingum,
sum eru skaðiligar fyri ta
kristnu trúnna. Á fundinum
í gjár varð serliga tosað
um at verja børn móti
sjónvarpssendingum við
ósømiligum
innihaldi.
Funnist varð at sendingum
við óhóskandi kynsligum
innihaldi og harðskapi.
Uni Næs, formaður, legði
fundarfrágreiðingina fram.
Hann kom millum annað inn
á tær nýggju avbjóðingarnar,
sum eru fyri framman.
– Endamálsorðingin hjá
felagnum er góð, og hana
eiga vit at halda fast við,
segði Uni.
Janus Mohr heiðraður
Janus Mohr hevur starvast
í útvarpinum síðani 1975.
Nú hann gevst, valdi KLH
at heiðra Janusi við einari
sømdargávu fyri hansara
arbeiði. Hann hevur gjørt
nógvar andaligar sendingar
í útvarpinum, millum annað
hevur hann staðið fyri
morgunlestrinum og “Hetta
Heilaga Evangeliið skrivar”.
Janus Mohr var sera glaður
fyri gávuna, sum var ein
kekkur áljóðandi 10.000
krónur.
Fundarluttakarar nir
høvdu møguleika at gera
viðmerkingar til tað, sum
varð borið fram. Eitt av
hjartamálunum hjá nógvum
var, at fáa tær andaligu
sendingarnar endursendar.
Víst var á, at sjónvarpið
endursendur mestsum allar
føroyskar sendingar uttan
tær andaligu.
KLH hevur havt ein
lim í programnevndini
hjá útvarpinum og hjá
sjónvarpinum,
men
í
uppskotinum til nýggja
Kringvarpslóg hevur KLH
ikki fingið tryggjað nakran
nevndarlim.
Andrias
Petersen, løgtingsmaður
fyri Javnaðarflokkin og
formaður í Løgtingsins
mentanarnevnd, greiddi
fundarluttakarunum frá
lógaruppskotinum. Andrias
fegnaðist um, at útvarpið og
sjónvarpið er lagt saman. –
Tað skuldi verið gjørt longu
í 1984, segði hann.
Ein nevnd verður mannað
við sjey nevndarlimum, sum
skulu virka sum millumliður
millum landsstýrismannin
og
Kringvarpsstjóran.
Kringvarpið
fær
eitt
umboð, løgtingið skal
velja
4
nevndarlimir,
og
landsstýrismaðurin
skal velja formannin og
næstformannin.
Sambært Andriasi skal
hetta gera Kringvarpið
politiskt óheft. Fundar-
luttakararnir stúrdu fyri, at
KLH onga ávirkan fer at
fáa við nýggju lógini, men
Andrias Petersen vísti á, at
tað skuldi verið løgið, um
eingin nevndarlimur verður
í nýggju nevndini, sum
umboðar sjónarmiðini hjá
KLH.
Løgtingið fer væntandi
at taka málið upp aftur, tá
ið tað kemur saman aftur á
Ólavsøku.
Janus Mohr móttekur sømdargávuna frá Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelag Mynd: Heini S.
Kristiansen
KLH vil hava nevndarlim
í Kringvarpsnevndini
Legg ICE inn í tína fartelefon
Hetta er eitt dømi um hvussu tað kann síggja
út tá ein hevur lagt ICE inn í telefonbókina í
fartelefonini. Her er tað nummarið til Sosialin.
ALS hevði í
fjør eitt avlop á
knappar 10 mió kr.
Samstundis er talið
av arbeiðsleysum
føroyingum minkað
niður um 750
ALS
Tíðindaskriv
Arbeiðsloysið er minkað
fyrstu 4 mánaðirnar í 2006
í mun til somu tíð í fjør.
Sambært hagtølum hjá
Arbeiðsloysisskipanini
vóru
tilsamans
1.023
arbeiðsleys
seinast
í
apríl 2005 í mun til 748
arbeiðsleys seinast í apríl
2006.
Samlaðu
útgjøldini
fyrstu 4 mánaðirnar í 2006
eru 7,7 mió. kr. lægri enn
fyri sama tíðarskeið í fjør.
Hetta er ein lækking á góð
19 prosent, og sannlíkt
er, at samlaða útgjaldið í
2006 lækkar samanborið
við undanfarna ár.
Samlaðu inngjøldini í
2005 vóru góðar 124 mió.
kr. í mun til umleið 106
mió. kr. í 2004. Talan var
sostatt um eina hækking á
17%. Tó skal havast í huga,
at fram til 1. juli 2004 var
ALS-gjaldið 0,75%, men
eftir hetta bleiv tað broytt
til 1%, sum tað eisini var
fyri alt árið 2005.
Samlaðu útgjøldini av
arbeiðsloysisstuðli í 2005
var góðar 116 mió. kr. í
mun til 107 mió. kr. í 2004.
Talan gjørdist sostatt um
eina øking í útgjaldinum
á 9 mió. kr., ella góð
8%. Til samanberingar
kann nevnast, at samlaðu
útgjøldini
av
arbeiðs-
loysisstuðli frá 2003 til
2004 øktist við 59%.
Við einum ársúrslitið í
2005 uppá 9,7 mió. kr.
gjørdist eginognin við
árslok slakar 500 mió. kr.
Hálva milliard
í eginogn