Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 9 – Ólóglig veiða er ein globalur trupulleiki, har neyðugt er at samstarva millum lond og á altjóða stigi fyri at steðga hesum, sigur norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen Ólóglig veiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á tíðindafundi í Lista­skál­ anum miku­dagin varpaði norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, ljós á ólóg­ ligu fiskiveiðina í Barents­ havinum og Irm­ing­arhav­ inum. Hon segði, at ólóglig veiða er ein trupulleiki, sum fiskiveiðitjóðirnar mugu standa saman um at loysa. Samstarv neyðugt – Hetta er ein globalur trupulleiki, og tí er neyðugt við samstarvi millum lond og á altjóða stigi fyri at koma hesum til lívs. Neyð­ugt er við áhaldandi sínámillum upplýsing, har fokus verður sett á henda trupulleika. Helga helt, at fiskiveiði­ tjóðirnar mugu ganga á odda fyri at steðga hesum. – Ólógliga veiðan í Ba­rents­havinum kann elva til, at fiskastovnar fara fyri bakka, og tá fer tað eisini at raka skipini og fiski­ menninar, sum fiska av hesum stovnum, fiskavirkis­ vinn­una og samfeløgini, sum hava hesa vinnu. Ikki væl fyri Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Bjørn Kalsø, sum eisini var á tíð­inda­fund­ inum, var samdur við norska fiski­málaráðharranum um trupul­leik­ar­nar við ólóg­lig­ ari fiski­veiði. Hann ásannaði, at bæði í Barentshavinum og Irm­ ingar­hav­in­um eru trupul­ leikar av hesum slagi. – Kongafiskastovnurin í Irm­ingarhavinum er ikki væl fyri í løtuni, og tað ger ikki støðuna betri, at ólóglig veiða eisini fer fram á hesum leiðum. Bjørn og Helga eru samd um, at fiskiveiðitjóðirnar mugu samstarva um at koma hesi veiði til lívs. – Ein gongd leið er, at londini, sum varða av og umsita fiskiskapin á hesum leiðum, sýta skipum, sum eingi veiðirættindi hava, at fáa útgerð. At halda á Men er í veruleikanum møgu­ ligt at loysa trupulleikan við ólógligari fiskiveiði? – Vit mugu ikki gevast á hendur í hesum stríði, helt Helga Pedersen fyri. Og Bjørn Kalsø var full­ samdur við norska fiski­ málaráðharranum. Helga nevndi møguleikan við sporføri, har fiskurin verður “fylgdur” úr sjónum og út á marknaðin. Hon helt, at krøv um spor­ føri upp á longri sikt kunnu verða við til at minka um ólógligu veiðina. – Sleppur fiskurin, sum hesi skip veiða, ikki á markn­aðin, verður áhugin at fiska minni, segði norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen. Norski fiskimálaráðharrin: Ólóglig veiða kann oyða fiskastovnar – Tað er óaktuelt at steðga veiði við botn­ troli á djúpum vatni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Norski fiski­mála­ráð­ harrin, Helga Peder­ sen, vísir á, at ein av uppgávunum hjá fiskivinnutjóðunum er at útvega mat til heimin Vistfrøði Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var á tíðindafundi í Listaskálanum mikudagin, at útvarpsmaðurin, Dánjál Højgaad, vísti Bjørn Kalsø, landsstýrismanni og norska f iskimálaráðharranum, Helgu Pedersen, uppskotið til skriv­ið, sum danski fiski­ málaráðharrin, Hans Christ­ ian Schmidt, hevði orðað til Greenpeace um bann fyri veiði við botntroli á djúpum vatni. Greenpeace hevur nevni­ liga biðið donsku stjórnina taka undir við, at ST skal banna troling við botntroli á djúpum vatni. Í brævinum framgongur, at danski fiskimálaráðharrin mælir donsku stjórnini til at taka undir við hugskot­ inum. Eitt upplegg Á tíðindafundinum miku­ dag­in legði Bjørn Kalsø, lands­stýris­maður í fiski­ vinnu­málum, dent á, at brævið hjá Hans Christian Schmidt er eitt upplegg, og at endaliga brævið vænt­andi fer at taka fyri­ varni fyri føroyskum og grønlendskum áhuga­mál­ um. – Men skuldi tað hent seg, at eitt tílíkt bann verður sett í verk, fer tað í fyrsta lagi at fáa avleiðingar fyri einar 4-5 føroyskar trolarar, sum hava loyvi at veiða kongafisk í Irmingarhavinum. Bjørn legði dent á, at føroyski fiskiskapurin á djúp­um vatni er undir skip­ aðum viðurskiftum. – Tað er óaktuelt at steðga veiði við botntroli á djúpum vatni. Hinvegin eiga vit málrættað at vera við til at verja um vistfrøðiskipanina, eisini í djúphøvum. Hann vísti á, at føroyskir myndugleikar áður hava stongt leiðir, har kunnleiki eitt nú er um týdningarmikil koraløkir. – Vit fara at afturvísa einum slíkum kravi um at banna veiði við botntroli á djúpum vatni, segði Bjørn. Matur til heimin Norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, var samd við Bjørn Kalsø um, at fyrilit skal takast fyri vist­frøði­skipanini í djúphøvum. – Hinvegin eiga vit sum fiskivinnutjóð at gera nýtslu av tí tilfeingi, sum er í havinum – eisini í djúp­ havinum. Hon vísti á, at neyðugt er í størri mun at varpa ljós á ólógligu veiðina, sum fer fram í Barentshavinum og í Irmingarhavinum. – Vit eiga at stríðast ímóti hesi veiði, sum kann vera við til at taka grund­ arlagið undan ávísum fiska­ stovnum. Helga Pedersen vísti á, at samstundis sum vit eiga fiska av tí náttúrutilfeingi, sum er í havinum, eiga vit sjálvsagt eisini at taka hædd fyri umhvørvinum. – Men okkara uppgáva sum fiskivinnutjóðir er eis­ ini at útvega mat til heim­ in, segði norski fiski­mála­ ráðharrin. Trolveiða í djúphøvum: Sjálvandi skulu vistfrøðilig atlit takast – Sum fiskivinnutjóðir eiga vit at gera nýtslu av tí tilfeingi, sum er í havinum – eisini í djúp­ havinum. Tað eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og norski fiski­mála­ráð­ harrin, Helga Pedersen, samd um Mynd: Vilmund Jacobsen – Vit mugu ikki gevast á hendur í stríðnum ímóti ólógligari fiskiveiði. Krøv um sporføri kunnu upp á longri sikt minka um áhugan hjá veiðitjóvum, heldur norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen Mynd: Vilmund Jacobsen – Sýta vit hesum skipum útgerð, og fiskurin ikki sleppur á marknaðin, minkar veiðihugurin. Tað eru Bjørn Kalsø og Helga Pedersen samd um