fríggjadagur 26. mai 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 100 - 26. mai 2006
Boðskapurin frá landsstýrismanninum í al
manna- og heilsumálum um, at stuðul nú
verður latin, soleiðis at 136 nýggj eldra
búpláss kunnu útvegast í fleiri kommunum,
er at fegnast um. Hetta lættir nógv um
trupulleikan, sum ikki hevur havt hægstu
raðfesting.
Tað gav at bíta, nú so nógv tos hevur verið
um undirsjóvartunlar - seinast tunnilin í Sand
oynna. Ikki tí, vit síggja væl - sera væl - tørvin
bæði sandoyingar og suðuroyingar eisini
hava á at fáa fast samband við meginøkið,
so landið alt kann knýtast saman í eina eind.
Hetta fer heilt víst eisini at føra til sparingar á
so nógvum økjum, so at fleiri midlar tá eisini
verða til at raðfesta eldraøkið hægri.
Men harfyri mugu vit sýna teimum trupulleik
um ans, sum vit hava her og nú. Vit mugu ikki
lata okkum taka av fótum, men eisini viðgera
trupulleikarnar sum eitt nú fólkaskúlin hevur
eins og eldraøkið.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu
málum og samgongan annars eigur rós upp
iborið fyri hetta stigið at útvega 136 nýggj
eldrabúplass. Næsta stigið, ið eigur at verða
tikið - umframt at nøkta allan tørvinum á
økinum - verður at skapa umstøður fyri at
byggja eldraíbúðir.
Nógv eldri fólk vildu fegin skift sín bústað
um við eina eldraíbúð - og á tann hátt høvdu
við eisini bøtt um íbúðartørvin annars.
Eftir hetta stigið hómast nú málið, sum er at
nøkta allan tørvin á eldrabúplássum - sum
er minsta kravið vit kunnu seta okkum, um
vit vilja kalla okkum eitt vælferðarsamfelag
- og tað var ikki verrið um komið var væl og
virðiliga á mál fyri 2015!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt stórt framstig!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Landsstýrismaðurin
hevur tikið avgerð um
at játta studningslán
Ellis- og
røktarheim
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna-
og heilsumálum, gjørdi
mikudagin av at geva
9 umsóknum tilsøgn um
studningslán til bygging av
eldrabúplássum.
Hetta fer at útvega 136
nýggj eldrabúpláss kring
landið.
- Tað er álagt mær sambært
lóggávuni at hyggja eftir
tørvinum á eldrabúplássum
kring landið, og tað er út
frá hesi fyritreyt, at eg havi
gjørt av at veita stuðul, sig
ur Hans Pauli Streøm. Suð
ulin verður latin til hesi
øki:
Suðurstreymoy: Bygg
ing av ellis- og røktarheimi
við Hoyvíkstjørn til 24 bú
fólk, studningslán 12 mió.
kr.
Røktarheim á Boðanes
hamri til 24 búfólk, studn
ingslán 12 mió. kr.
Reststuðul til røktarheim
ið Tjarnargarð, kostnaður
280 tús. kr.
Í alt hevur landsstýrismað
urin gjørt av at veita góðar
24 mió. kr. til verkætlanir í
Tórshavnar kommunu, sum
fara at geva í alt 48 nýggj
búpláss.
Suðuroyggin: Bygging
av eldrasambýli á Tvøroyri
til 16 búfólk, studningslán
800.000 kr.
Bygging av røktarheimi
í Vági til 24 búfólk, studn
ingslán 12 mió. kr.
Hesar játtanir skuldu
gjørt at allur tørvurin í Suð
uroynni verður nøktaður.
Vestari partur av Heima
røktarøki 2, sum fevnir um
Vestmanna, Kvívík, Leynar,
Stykkið, Skæling, Vágar og
Mykines:
Bygging av eldrasambýli
í Sørvági til 10 búfólk,
studningslán 500 tús. kr.
Bygging av ellis og røkt
arheimi í Vestmanna til
24 búfólk, studningslán 12.
mió. kr.
Hesar játtanir skuldu
gjørt at allur tørvurin í Vág
um og Norðstreymi verður
nøktaður
Norðoyggjar: Bygging
av eldrasambýli í Svínoy til
8 búfólk, studningslán 400
tús. kr.
Eysturoyggin: Víðkan
av eldrasambýlinum í Gøtu
frá 10 til 16 búpláss, studn
ingslán 300.000 kr.
Henda játtan skuldi gjørt
at allur tørvurin í Eystur
oynni verður nøktaður
Talan er sostatt um til
sagnir uppá íalt góðar 50
mió. kr., ið sum nevnt fara
at geva 136 nýggj eldrabú
pláss tey næstu 2-3 árini.
Tørvskanningin,
sum
varð handað landsstýris
manninum í juli 2005 vísir,
at tørvur er á 151 eldra
búplássum kring landið.
Við hesum er nærum
komið á mál, og fegnast
landsstýrismaðurin um, at
politiskur vilji er frá bæði
lands- og kommunumynd
ugleikum til at taka hesi
stóru stig til frama fyri
okkara gomlu, sum hava
hesa røkt og umsorgan fyri
neyðini.
136 nýggj eldrabúpláss kring landið
Landsstýrismaðurin
í Almanna- og heils
umálum, Hans Pauli
Strøm, hevur fingið
undirtøku í landsstýr
inum og samgonguni
fyri eini ætlan um at
byggja ein Økisdepil
fyri sinnisveik í Suð
uroy
Almannaøkið
Ætlanin er at gera ein Økis
depil fyri sinnisveik í til
knýti til ætlaðu byggingina
av einum røktarheimi í Vági,
sum kommunurnar í Hovi,
Porkeri, Vági og Sumba
verða felags um. Økisdep
ilin fyri sinnisveik verður
tó bygdur og rikin sum ein
landsstovnur burturav.
Henda ætlanin er grund
að á tilmæli frá Psykiatriska
deplinum á Landssjúkrahús
inum og Deildini fyri sinn
isveik í Heimarøktini og
Serforgini. Tað hevur longu
verið greitt, at tørvurin er
stórur á serligum átøkum
fyri sinnisveik í Suðuroy.
Tað verður millum annað
staðfest í tørvsmetingum,
sum landsstýrismaðurin hev
ur fingið frá Psykiatriska
deplinum og Heimarøktini
og Serforsorgini í februar
í ár.
Ætlanin við hesum nýggja
stovni er at samskipa bæði
sosialpsykiatrisk bústað
ar- og virknistilboð og
økispsykiatriskar fyribyrgj
andi og eftirviðgerandi
tænastur fyri sinnisveik í
Suðuroy.
Støddin á stovninum
verður ætlandi 8 sosial
psykiatrisk búpláss og 2
umlættingarpláss, umframt
høli til virknistilboð, økis
psykiatriska viðgerðar-
og ráðgevingartænastu og
ein miðstøð fyri stuðuls
skipanina fyri sinnisveik,
sum er í oynni.
Málið verður lagt fyri
løgtingið eftir ólavsøku,
og er ætlanin at samskipa
byggingina mest møguligt
við ætlaðu byggingina av
røktarheiminum í Vági.
Byggja økisdepil fyri sinnisveik í Suðuroy
- Tað er álagt mær sambært lóggávuni at hyggja eftir tørv
inum á eldrabúplássum kring landið, og tað er út frá hesi
fyritreyt, at eg havi gjørt av at veita stuðul, sigur Hans
Pauli Strøm. Hann hevur júst tikið avgerð um at játta
stuðul soleiðis, at 136 nýggj eldrabúpláss verða skapt