fríggjadagur 26. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 26. mai 2006
11
Seinasta fríggjakvøld
helt Javni 35 ára
stovningardagin á
Hotel Tórshavn. Á
samkomuni vórðu
Diana og Finn í
Puntabyrgi heiðrað
fyri tað slóðbrótandi
arbeiði, tey hava
gjørt fyri at betra
umstøðurnar hjá fólki
við menningartarni
JAVNI
Í samband við 35 ára stovn
ingardagin hjá Javna 14.
mai hevur felagið seinastu
vikurnar roynt at varpað
ljós á umstøðurnar hjá
fólki við menningartarni.
Í sjónvarpinum og bløðum
hevur ein røð av lýsingum
verið at sæð, har ymisk
fólk við menningartarni
hava sagt frá sínum lívi
og ynskum fyri framtíðini,
eisini hava fundir verið fyri
skipaðir, sum á ymiskan
hátt skulu verða við til at
betra umstøðurnar hjá fólki
við menningartarni.
Endabrakið á 35 ára
hátíðarhaldinum
var
síðsta fríggjakvøld, tá eini
300 veitsluklødd fólk í
øllum aldri hittist til føð
ingardagsveitslu á Hotel
Tórshavn. Millum gestirnar
var bæði løgmaður og
og landsstýrismaðurin í
almannamálum. Veitslan
var sum allar javna-veitslur
sera góð og øll hugnaðu
sær óført.
Á veitsluni spældi m.
a. Ælabogin, og tað var
ein fragd at síggja tey í
teirra nýggju búnum, ið
vóru liðugt seymaðir dagin
fyri veitsluna. Ælabogin
hevði vant dúliga seinastu
dagarnar upp undir veitsl
una, og hetta hoyrdist á
framførsluni,
sum
var
avbera góð. Ælabogin fer
seinni í summar á konsert
ferð til Noregs.
Á hvørjum ári letur Javni
ein viðurkenning til tann
ella tey sum á einhvønn hátt
hava gjørt okkurt serstakt
fyri tey við menningartarni.
Á veitsluni var ársins
herðaklapp latið til Dianu
og Finn í Puntabyrgi fyri tað
slóðbrótandi arbeiði, tey
hava gjørt í javna-høpi fyri
betra um umstøðurnar hjá
fólki við mennignartarni.
Herðaklappið
verður
altíð latið við einum brotið
úr yrkingini Barnið, bergið
og blómurnar hjá Karsten
Hoydal:
Sortugrøs og hjálpirót
út av torvu hanga,
Fagrast eru blómurnar
Har ringast er at ganga
Forkvinnan í Javna, Lis
Eklund í Niðristovu, segði
m. a. hetta tá heiðursbræv
og gáva varð handað Dianu
og Finni:
»Við ágrýtni, eldhuga og
toli, við eymleika og kær
leika hava tit ósjálvsøkið
stríðst fyri betri korum til
fólk við menningartarni.
Tann, ið fer til bjarga,
má vita, at álitismaður situr
við endan uppi á eggini.
Soleiðis kenna vit tykkum,
Dianu og Finn. Mangar fag
rar blómur hava tit vunnið
Javna, hóast ofta hevur
verið illgongt.«
Eftir borðhaldið spældi
M’as Blues Band til dans,
og har vóru bæði gamlir
M’as Blues Band slagarar
og nýggir sangir, sum vit
uttan iva fara at hoyra meira
til í framtíðini.
Og soleiðis kom M´as
Blues Band at eiga sein
astu tónarnar í 35 ára hátíð
arheldinum hjá Javna.
Diana og Finn í Puntabyrgi fingu ársins herðaklapp frá Javna, har síggjast tey beint eftir at heiðurbræv er handað, saman við børnunum Ann og Tóri
Jonhard, Mortan og Rói úr Ælaboganum á veg inn á pallin at spæla í nýggjum búnum.
Sum altíð setti M’as Blues Band futt í veitsluna
Tvær eldsálir heiðraðar á Javna-veitsluni
FJM Runavík er ein deild av P/F Tórshavnar Skipasmiðju-samtakinum. Í samtakinum starvast
um 300 fólk við at veita tænastur og sølu av eykalutum til skipaflotan og vinnuna á landi.
Hesar tænastur fevna um stál, aluminium, timbur, máling, beding, mekaniskar tænastur,
tekniska ráðgeving og beinleiðis søla.
Hevur tú hug at koma í skriv-
stovulæru hjá FJM Runavík?
Vit ynskja, at tú hevur miðnáms-
útbúgving ella viðkomandi
arbeiðsroyndir og at tú:
Ert opin og hevur lætt við at
samskifta
Dugir mál (føroyskt, norður-
lendskt og enskt)
Hevur góðan telduførleika
Ert framfýsin og ágrýtin
Kunnleiki til bókhaldsskipanina
Navision er ein fyrimunur.
Tú kemur at starvast á skriv-
stovuni í Runavík. Í lærutíðini
kemur tú at nema kunnleika
innan alt vanligt skrivstovu-
FJM Runavík
søkir eftir
skrivstovunæmingi
arbeiði, t.d. bókhald, lønar-
umsiting, tollavgreiðslu og
ymiskar fyrisitingaruppgávur.
Góður møguleiki er fyri føstum
starvi eftir lokna lærutíð.
Skrivlig umsókn við avriti av
prógvum o.ø. skal sendast til:
FJM Runavík
Postboks 192
620 Runavík
Att.: Frithleif Olsen
í seinasta lagi tann 7. juni 2006.
Hevur tú okkurt at spyrja um
hesum viðvíkjandi, kanst tú venda
tær til Kaysten Rasmussen á
telefon 30 11 90.
FJM Runavík
Fjøruvegur
Postboks 192
620 Runavík
Tel +298 30 11 90
Fax +298 30 11 91
fjm@faroeyard.fo
www.faroeyard.fo