Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andreas Danielsen, van­ liga nevndur Andreas í Kálgari, Sumba, and­aðist mikudagin 24. mai, 66 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Sumbiar Kirkju sunnu­­dagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Andreas, kunnu lata Sumbiar Kirkju eina peningagávu. Konta í peningastovnunum. Lydia Dorthea Veturtún, Eiði, fødd Ellingsgaard andaðist á Landssjúrkshúsinum hósdagin 25. mai, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma og omma okkara Hannelina Joensen við Gjógv andaðist og varð jarðað. Tøkk til prestarnar Hera Joensen, Berg Debes Joensen og Emil Olsen fyri góð og troystarrík orð. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Gjáar kirkju, og øllum teimum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Erling, Oda, Jørgin, Hannelina, Elsa og Erling Leygardagin tann 27. mai verður Árni Bech Jensen - millum vinir mest kendur sum Árni Bass - seksti ár. Árni er føddur og uppvaksin í Havn, og sleit hann sínar barnaskógvar úti í Pers­ konugøtu. Mamman, Elisabeth f. Andreasen, vanliga nevnd Bette, kom úr Nesi í Hvalba, og pápin, Jacob Sofus Jensen, var úr Havn. Foreldrini eru nú bæði farin. Árni er næstelstur av sjey systkjum, harav ein doyði sum nýføðingar - bert tveir dagar gamalur. Hini eru Tove, gift við Gullak Madsen úr Kvívík, Sólrun, gift við Levi á Roykheyggi úr Runavík, Bjørga, gift við Inga Jacob­ sen úr Svínoy, Bogi, sum doyði í ferðsluóhappi uppi á Oyggjarvegnum 9. apríl í 1974, og Ása, gift við Kára Skorá úr Kaldbak. Árni er giftur við Maiken f. Nicodemussen úr Skálavík, og hevur hon verið honum ein dyggur stuðul. Maiken kom til Havnar í 1967 og byrjaði at arbeiða hjá Før­ oya Tele, sum tá kallaðist Tele­fonverkið, og har er hon framvegis. Saman eiga tey børnini Jákup, Boga og eftir­nølaran, Erlu. Jákup er giftur við Kristinu f. Schmidt av Viðareiði, og eiga tey tvey børn, Rósu og Áron. Jákup er stjóri í inn­heintingarfyritøkuni, Intr­um Føroyar. Tey búgva í Havn. Bogi er giftur við Fríðu f. av Fløtum úr Havn, og eiga tey dóttrina Re­bekku. Bogi granskar innan sterkstreymverkfrøði á University of Newcastle Upon Tyne. Tey búgva í Newcastle í Onglandi. Erla lærir í Føroya Sparikassa. Hon býr hjá foreldrunum í Torfinsgøtu í Havn. Sangur hevur fylt nógv í lívinum hjá Árna. Hann byrjaði at syngja bass í Eb­enezerkórinum í 1960 – einans 14 ára gamalur, og har syngur hann framvegis. Annars hevur Árni sungið við í mongum kórum og sangbólkum bæði burturi og heima. Fyrsta kvartettin, hann var partur av, kallaðist Sangbrøður – tað vóru teir: Øssur Berghamar, Finnleif Durhuus, Páll á Lakjuni og Árni sjálvur. Hetta var í sekstiárunum og inn í sjeyti­ árini, at teir sungu seg inn í hjørtuni á mongum føroy­ ingi. Hvør minnist ikki sang­ in: »Eg havi Kristi kærleik«, sum var at hoyra í hvørjari kvøðuljómasending, har Árni tekur aftur í aftur »Havi Hann djúpt í míni sál«. Árni hevur eisini sungið við í Dupultkvartettini í Ebenezer í nøkur ár, har hann framvegis er aktivur. Sum blaðungur – bert fimtan ára gamalur – byrjaði Árni uppá handilslívið hjá P. A. Restorff í Havn, og sum 25-ára gamalur lat hann upp fyrsta teppihandilin í Føroyum. Árni er framúr góður handilsmaður, men hugurin stóð eisini til sjógv­in, og eftir 8 ár, sum sjálvstøðugur handilsmaður, seldi hann handil sín í 1980 og fór á sjómansskúla í Havn, har hann trý ár seinni tók skipsføraraprógv. Nøkur ár sigldi Árni við bátunum hja´sváginum Eiler Jacobsen. Arbeiðslívið hjá Árna hevur verið – so at siga – helvt um helvt sum handsilmaður og sjómaður. Árini frá 2000 til 2005 sigldi hann fyri tað mesta sum kapteinur á trú­boð­an­ arskipunum hjá OM, har tað untist honum at føra øll trý skipini – bæði Doulos, sum hevur eina manning uppá uml. 350 fólk, Logos II, sum hevur uml. 230 fólk og síðani gomlu Norrønu, sum nú eitur Logos Hope og í løtuni liggur í Trogir í Kroatia til umbyggingar. Í apríl 2000 fór Árni við konu óg dóttrini, Erlu, yvir til Manila á Filipsoyggjunum, fyri har at fara umborð á Doulos. Tey ætlaðu at vera um borð í fýra mánaðir, men tíðarskeiðið varð longt til eitt heilt ár, har tey vitjaðu mong lond í fjareystri og komu at kenna ein hóp av fólki. Síðani fóru konan og dóttirin heimaftur, og Árni fór umborð á Logos II, fyrst í Evropu og síðani varð farið yvir til Karibien og Miðameriku. Árni er framvegis siglandi maður. Hann er nú við nóta­ bátinum Ruth, sum svágurin Gullak Madsen eigur. Teir sigla út frá Hirtshals. Um tú spyrt Árna, so sigur hann, at hann hevur livað eitt áhugavert, spennandi og hendingaríkt lív, men sum hann sjálvur sigur: »Uttan signing Harrans er alt sum einki at rokna« og signing Harrans hevur tað nú ikki skortað uppá. Vit ynskja Árna hjartaliga tillukku við føðingardegnum og nógv góð ár framyvir - Má Harrin signa teg og tíni. Árni er burturstaddur føð­ ing­ardagin. Kendur havnarmaður verður seksti Tøkk Eina hjartans tøkk senda vit tykkum mongu, ið gleddu okkum á 90 ára føðingardøgunum 6. og 20. apríl 2006. Kærar heilsanir Helga og Magnus í Miðstovuni Tøkk Øllum tykkum, ið sýndu okkum samkenslu, og øllum tykkum, ið fylgdu Hera Smith til gravar, takka vit hjartaliga. Fyri øll tey avvarðandi Tórunn og Áki Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Símun Højgaard Runavík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Føroya felag móti krabbameini. Ein serstøk tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð, og annars tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu í samband við jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum á G1 á Landssjúkrahúsinum, ið vóru um hann seinastu dagarnar. Familjunnar vegna Hjørdis, Dagny, Bergur, Hallbjørg, Poula og Øssur www.sosialurin.fo