fríggjadagur 26. mai 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 100 - 26. mai 2006
Johs. Andr. Næs
Ein tíð er nú liðin, síðan eg
varnaðist, at Janus Mohr
var hildin uppat at arbeiða í
Útvarpi Føroya. Tað kennist
saknur í Janusi.
Soleiðis var eisini, tá ið Ívar
Iversen fór. Tað var ein fløvi við
røddum teirra, og innihaldið
varð borið fram so natúrliga,
sum sótu teir í stovuni saman
við tær, sjálvt um evnini, teir
arbeiddu við, vóru eitt sindur
ymisk. Tað fløvaði nú fyri
stuttum at hoyra Ívar siga frá
barnaárum sínum.
Janus hevur ikki verið so
lítið av einum »pioneri« í
Útvarpinum hesi 20-30 árini,
hann hevur arbeitt har – tey
fyrstu árini í frítíð síni, áðrenn
hann varð settur í fast starv.
Tann gløggi stjórin Niels Juel
Arge sá, hvar Janus hevði síni
evni og sín áhuga. Og eftir tí
mynstri varð Janus settur í
starv. Nú var frítíð arbeiði
og arbeiði frítíð hjá Janusi.
Soleiðis gekk Janus upp í
sínar sendingar og sítt arbeiði.
Ein fyrimynd hjá mongum.
Sendingarnar hjá Janusi
Mohr vóru altíð gjølla fyrireik
aðar, og Janus dugdi væl at fáa
dugandi fólk at samarbeiða
við seg um tað, sum teimum
var hugur á. Hann kendi fólk
um alt landið, og sjálvur var
hann væl kendur.
Í sendingum sínum fevndi
Janus um musikk, um sang
og sálmar. Tær vóru andligar
og mentunarligar: Morgun
andaktir hvønn morgun,
sálmar og sangir hvørja viku,
gudstænastur hvønn halgidag,
tað heilaga evangeliið hvørt
leygarkvøld og føroyskir sang
ir hvønn sunnudag kl. 13.40.
Janus Mohr hevði ein týdn
ingarmiklan ans fyri miðvíst
at taka upp og varðveita okk
ara sálma- og sangskatt, so
at tú úr hesum keldum kanst
taka fram tað, sum tær nýtist
í sambandi við tað evni, tú
viðger á hesum øki. Og tað er
næstan ikki tað lag – ið hvussu
er í sálmabókini – sum Janus
ikki sjálvur dugir, og hann
hevur tí verið til stóra hjálp hjá
teimum, hann samarbeiddi
við um sendingar.
Sendingarnar hjá Janusi eru
teirra millum, sum fólk flest
lurta eftir. Hesa ábyrgd hevði
Janus, og hann røkti hana
væl. Eitt dømi lýsir hetta. Ein
húsmóðir við fullari stovu av
fólki ein sunnudag kl. 13.40
sigur hart við myndugleika:
»Nú tiga tit, tí nú kemur
Janus!«
Ein av teimum góðu álit
ismonnum er farin úr Út
varpinum. Vit eru mong í
landinum, sum bera Janusi
Mohr bestu takk fyri gott og
trúfast arbeiði.
Leygarmorgunin 8. apríl fekk eg tey
tungu boðini, at mín elskaða omma
var farin.
Eg var sjálvsagt gott klár yvir, at
omma ikki var heilt ung longur, og
at hon ikki hevði havt tað so gott ta
seinastu tíðina. Men at eg skuldi missa
hana nú, kom heilt óvart á meg.
Seinast eg sá ommu var nýggjárs
morgun, áðrenn eg fór við flúgvaranum
aftur til Danmarkar eftir jólafrítíðina,
og hóast vit fáar dagar frammanundan
høvdu hildið hennara 84 ára føðingardag,
vardi tað meg ikki, at hettar var síðstu
ferð, eg skuldi síggja ommu á lívi.
Hon var hendan morgunin frísk og væl
uppløgd, gekk og trippaði runt um meg,
spurdi um eg nú hevði minst til alt, um
eg hevði fingið nokk av fiski við, um
eg ikki vildi hava ein bita, áðrenn eg fór
og gav mær eitt par av ullintum hosum,
sum hon sjálv hevði bundið og bað Gud
geva mær heilsuna at slíta tær. Men
sjálvt um hon gekk soleiðis og hjálpti
mær við at blíva ferðaklár, visti eg eisini
væl, at tað var við tungum hjarta, at hon
gjørdi tað, og at hon ynskti, at eg ikki
skuldi avstað aftur longu.
Eitt tað besta omma visti, var at
fáa meg heim í feriu, og eitt tað besta
eg visti, var at koma heim og síggja
hana standa stórsmílandi í túninum og
bíða til eg kom oman av flogvøllinum
og fáa eitt stórt klemm og ein muss
á kjálkan frá henni. Tí var tað eisini
við einari serstakliga tómari kenslu, at
eg kom heim til jarðarferðina, og fyri
fyrstu ferð upplivdi, at ongin omma
stóð stórsmílandi í túninum og tók
ímóti mær við opnum armum. Og
serliga tungt er tað at hugsa um, at eg
ongantíð skal uppliva hennara gleði
aftur og ongantíð fáa eitt klemm og
ein muss frá henni aftur.
Eg og omma hava altíð havt eitt
ótrúliga tætt forhold, og omma hevur
altíð verið nakað heilt serligt fyri meg. Eg
havi stórt sæð alt mítt lív búð hjá ommu
og abba, og eingin kundi hugsa sær eitt
tryggari heim og ein betri uppvøkstur,
enn eg havi havt. Sjálvt um omma og
abbi vóru rættuliga gomul, tá eg bleiv
fødd og kom í húsið hjá teimum, tóku
tey ímóti mær við opnum ørmum og
hjørtum. Eg eri gott klár yvir, at tað til
tíðir má hava verið strævið hjá ommu,
at hava havt ein nýføðing at taka sær
av, og kanska ikki minni strævið, tá eg
bleiv tannáringur. Men ongantíð hevur
omma klaga (gramt seg) um nakað, eg
havi, um ein kann siga so, aldrin følt
meg sum eina byrðu, men meira sum
eitt ynskibarn og altíð fingið allan tann
kærleika og alla ta umsorgan, sum eitt
barn kann ynskja sær og hevur brúk
fyri, fyri at trívast, hava tað gott og føla
seg trygt. Og serliga tryggleikin hevur
verið stórur. Eg minnist meg ongantíð
at hava verið komna heim í eitt tómt
hús. Frá morgun til kvøld var omma til
staðar. Hvønn morgun kom hon upp við
mær og syrgdi fyri, at eg kom í skúla,
og áðrenn eg fór út gjøgnum hurðina,
signaði hon meg og so góvu vit hvørja
aðrari ein muss á kjálkan. Og tá dagurin
var liðugur, og eg skuldi í song, var tað
so deiligt at sleppa inn at sova ímillum
hjá ommu og abba. Har lærdu tey bæði
meg at biðja faðir vár, og aftaná at omma
hevði signað meg, plagdu hon og abbi
at lesa eina søgu fyri mær, ella sjálvi
finna uppá onkra. Og var eg stadigvekk
ikki sovnaðtá søgan var liðug, plagdi
omma at syngja »Eg veit ein góðan
seyðamann« fyri mær, meðan hon lá
og kýndi mær um ryggin.
Alt hettar er sjálvandi ein farin tíð,
og eg eri blivin vaksin nú, men minnini
vil eg altíð hava við mær, og tey hava
verið og eru ein góð barlast at hava við
á víðari ferð í lívinum. Og eitt er so
heilt vist, eg havi onki annað enn góð
minnir um ommu, og tað sama veit eg
er galdandi fyri øll hini í familjuni og
í heila tikið fyri øll, sum kendu hana.
Ongin sum nakrantíð hevur møtt ommu,
kundi annað enn vera góður við hana og
minnast henni alt gott. Tað er so ótrúliga
rámandi, sum Margar Toftegaard lýsti
ommu til jarðarferðina. Hann kallaði
hana fyri »tann lítla konan við tí stóra
hjartanum«. Og tað var akkurát hennara
stóra hjarta og stóri kærleiki til øll síni
medmenniskju og serliga familjuna, sum
gjørdi, at hon var so nemm at vera góð
við. Hon var altíð blíð at koma inn til hjá
fólki og var beinanvegin klár við einum
kaffimunni og onkrum góðum afturvið.
Og tolin var hon sum tey fægstu. Vit
hava eina stóra familju og ofta komu
nógv inn á gólvið samstundis, og tað
kundi blíva nógvur larmur. Men hon
klagaði ikki um larmin og skeldaði
ongan. Hon var bara glað fyri at fáa síni
kæru inn á gólvið til eina og hvørja tíð.
Og hartil hevði omma eina lívsgleði og
lívsstyrki sum ongin annar, eg kenni.
Omma hevur havt nógvar stórar sorgir
í sínum lívi. Hon hevur mist fýra børn
og mannin hjá sær, men hóast tað, misti
hon ongantíð gleðina við lívinum. Hon
var altíð klár at ugga okkum onnur, ið
høvdu mist, hóast hon sjálvt hevði mist
líka nógv sum vit. Tí følist tað eisini so
serliga tungt nú at hava mist ommu. Nú
havi eg ikki hana longur at lena meg
afturat, tá lívið er tungt og keðiligt, og
tað er tað nemliga í hesi løtu. Eg og
restin av familjuni hava mist nakað so
ómetaliga dýrabart í okkara lívi. Tað
er so satt sum tað verður sagt, at tann,
sum eigur nógv, hevur nógv at missa,
og hevur nakar átt nógv, so eru tað vit
øll, sum hava havt gleðina av at kenna
og vera elskaði av ommu ígjøgnum alt
okkara lív. Omma hevur verið ein so
ótrúliga stór og góð gáva fyri okkum
øll, at tað er ringt at seta orð á tað. Til
svarandi er tað eisini ringt at seta orð á
ta stóru sorg og tað stóra tómrúmið, sum
vit sita eftir við nú, ið hon er farin herfrá.
Eg vildi so gjarna havt hana her á jørð
hjá mær altíð; vildi so gjarna ynskt, at
eg kundi uppliva lívsins gleðir saman
við henni, og at hon kundi uppliva meg
blíva útlærda í summar. Men soleiðis
skuldi tað ikki vera. Nú hevur omma
fingið frið og er farin heim til Faðirin í
himmalinum og heim til øll tey, sum hon
hevur mist og hevur longst so innarliga
eftir. Ein dag skal eisini eg møta ommu
aftur, og til ta tíð vil hon liva víðari í
mínum hjarta og upp á tann hátt vera við
mær í øllum mínum gleðum og sorgum
í lívinum. Friður verið yvir minninum
um mína elskaðu ommu.
Ommudótturin Janna
Minningarorð um mína elskaðu ommu
Brynhild Solveig Hansen
fødd 28. desember 1921 andaðist 8. apríl 2006
Ein tøkk til Janus Mohr, útvarpsmann
Føðingar
10. mai fingu Birita og Róði Midjord, Froðba, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 3950 gr.
16. mai fingu Birna Heinesen, Hoyvík og Hans Jákup
Danielsen, Strendur, ein son. Hann var 56 cm. langur
og vigaði 4160 gr.
18. mai fekk Hildur Hansen, Havn, ein son. Hann var
51 cm. langur og vigaði 3500 gr.
18. mai fingu Gerd Jeonhardsen og Henning Rindheim,
Fuglafjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði
3800 gr.
18. mai fingu Marianna B. og Finn Hansen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3200 gr.
19. mai fingu Maren Johansen og Uni Svabo Joensen,
Miðvágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
2900 gr.
19. mai fingu Simona B. og Jóannes Poulsen, Fugla
fjørður, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði
3850 gr.
20. mai fingu Elisabeth Hentze og Hans Albert Hansen,
Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði
3850 gr.
21. mai fingu Annika og Regin Frederiksberg, Salt
angará, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
4600 gr.
22. mai fingu Maiken Lind og Poul Helgi Jacobsen, Nes,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr.
23. mai fingu Súsanna og Sjúrður Skaale, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3300 gr.
24. mai fingu Heidi Haraldsen og Bjarni Prior, Miðvágur,
ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3800 gr.
27. mai fingu Anngerð Knudsen og Petur Kyed Jensen,
Keypmannahavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og
vigaði 3824 gr.
Prógv
Knud Nedergaard-Hansen hevur 18. mai 2006 lokið
prógv sum civ.ing. (cand.polyt) innan framleiðslu og
leiðslu á DTU í Keypmannahavn
Sum fyrsti føroyingur hevur Petur Elias Ellefsen tikið
prógv sum Professions Bachelor í Visuel kommunikation
frá Højer College.
Brúdleyp
Leygardagin 27. mai giftast Vanja Ejdesgaard Bech,
Lopra og Svein Petersen, Hvalba. Vígslan verður í
Vitninum í Hvalba kl. 15.00. Dagurin verður hildin fyri
innbodnum.
Leygardagin 27. mai kl. 14.30 giftast í Osted Missions
kirke Arnstein Niclasen, Århus og Benedikte Højgaard
Jensen, Osted. Brúdleypsadr.: Langtved Færgekro, Munk
holmsvej 138, 4060 Kirke Såby
Dagurin
27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri
øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian
Osvald Viderø varð føddur hendan dagin í 1906
28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gascogne í
Fraklandi. Var ein av kempunum hjá Karlamagnusi keisara.
Tað er um hann, at Sjóvarbóndin yrkti kvæðið Viljorm
Kornus. Hann fór í kleystrið inn at bøta sínar syndir. Seinni
legði hann út aftur í herstríð, men halgisøgan sigur, at hann
á gamalsaldri aftur fór í kleystrið, sum hann sjálvur hevði
grundað. Upprunaliga týskt navn, vilji og hjálmur.
29. mai. Maximinus, deyður í 352. Biskupur í Trier í
Fraklandi. Á ferð til Miklagarðs at royna semju í kirkju
ligum stríði doyði hann.