fríggjadagur 26. mai 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 100 - 26. mai 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Til reiðar til sjálvmorð
Meiri enn hundrað menn
og kvinnur gingu í gjár
mótmælisgongu í iranska
høvuðsstaðnum Teheran,
har tey mótmæltu Vestur
heiminum,
samstundis
sum tey søgdu seg vera
til reiðar at virka sum
sjálvmorðsbumbufólk
fyri at verja heimlandið
og islam, skrivar AP.
Mótmælisfólkini bóru
tekningar av kistum við
amerikanska, bretska og
ísraelska flagginum. Slíkar
mótmælisgongur
hava
verið rættiliga vanligar
tey seinastu árini, men
eygleiðarar siga kortini, at
mótmælisgongan í gjár var
ein greiður boðskapur til
Vesturheimin um, at iranar
eru til reiðar at stríðast fyri
at varðveita ta umstríddu
kjarnorkuverkætlanina.
– Hóttanin frá USA
hevur
givið
okkum
nógv størri undirtøku
og sannført okkum um,
at vit hava rætt. Vit eru
til reiðar at stríðast ímóti
teimum, um tað so kostar
okkum lívið, segði ein av
mótmælismonnunum við
AP. Tað er ikki greitt, hvør
skipaði fyri mótmælinum,
men hildið verður, at tað
var hernaðarligi felags
skapurin Basiji, sum fær
stuðul frá stýrinum í Tehe
ran.
Góðtekur ikki
atfinningar
Forsetin í Hvítarusslandi,
Aleksander Lukasjenko,
hevur enn einaferð víst,
at hann góðtekur ikki
atfinningar ímóti sær ella
stjórnini.
Nú hevur hann biðið
dómsvaldið hjálpa sær
at steingja skrivstovuna
hjá Helsingforsnevndini,
ið er tann størsti manna
rættindafelagsskapurin í
Hvítarusslandi. Í einum
drúgvum
skrivi
frá
løgmálaráðnum stendur,
at felagsskapurin er farin
út um tær heimildir, sum
hann hevur fingið frá
myndugleikunum, og at
hann eisini hevur brotið
fleiri lógir.
– Stjórnin roynir at
steðga tí seinasta lógliga
mannarættindafelagsskap
inum í landinum. Vit hava
stalinistiskar tíðir í Hvíta
russlandi, tí nú verða
fólk ikki einans revsað
fyri sínar gerðir, men
eisini fyri sínar tankar,
sigur Tatjana Protko í
Helsingforsnevndini við
vesturlendskar
tíðinda
stovur.
Aleksander Lukasjenko
góðtekur ikki atfinningar.
Omman fiskaði ólógliga
Ein 66 ára gomul kvinna
í norðurnorsku bygdini
Varangerbotn fór seinasta
vikuskiftið oman í eina á
at vita, um sleingitráðan
var í lagi, men tað skuldi
hon ongantíð havt gjørt.
Alt vísti seg at rigga,
sum tað skuldi, tá hon
slongdi fyrstu ferð. Hon
helt kortini, at hon skuldi
royna eina ferð afturat, og
tá tók. Tað vísti seg at vera
ein laksur, og tá hann var
fingin upp á bakkan, legði
kvinnan hann í bilin og
fór aftur til hús.
Lítla løtu seinni bankaði
onkur á dyrnar heima hjá
kvinnuni, og tá hon lat upp,
stóðu tveir løgreglumenn
uttanfyri. Teir høvdu fing
ið fráboðan um, at hon
hevði fiskað ein laks uttan
veiðiloyvi, og tí løgdu teir
hald á tráðuna og laksin.
Sambært
útvarpinum
NRK ivast kvinnan ikki í,
at tað var ein øvundsjúkur
granni, sum hevði ringt til
løgregluna. Hon sigur við
útvarpið, at hon er til reiðar
at taka við revsingini, um
hon so skal í fongsul fyri
ólógligan fiskiskap.
Síðani 1988 eru minst
127 politiskir fangar
píndir til deyða
undir tí harðrenda
hernaðarstýrinum
í Burma. Fleiri lond
vilja hava málið fyri
ST-trygdarráðið
Burma
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er felagsskapurin Assi
stance
Association
for
Political Prisoners (AAPP),
sum í einari nýggjari frá
greiðing avdúkar lagnuna
hjá 127 politiskum fangum
í Burma ella Myanmar,
sum landið eisini verður
rópt. Frágreiðingin avdúkar
eisini, at meiri enn eitt
túsund politiskir fangar sita
í fongsli og kunnu fáa somu
lagnu sum tey 127.
AAPP krevur, at trygdar
ráðið hjá ST viðger støðuna
í Burma, og tað verður gjørt
nú. Fyri átta døgum síðani
var ST-varaaðslskrivarin í
politiskum viðurskiftum,
Ibrahim
Gambari,
í
Burma, har hann hitti and
støðuleiðaran Aung San
Suu Kyi, sum hevur sitið
í húsavarðhaldi í 11 ár
seinastu 17 árini. Verandi
varðhaldsdómurin fer úr
gildi í morgin, men eyg
leiðarar ivast ikki í, at
hann verður longdur, so
hon framvegis skal sita í
húsavarðhaldi.
Síðani Gambari var í
Rangoon, hava fleiri lond
biðið hann greiða trygd
arráðnum frá støðuni í
Burma, og tey vesturlendsku
stórveldini hava eisini hert
trýstið á hernaðarstýrið.
Men Kina og Russland eru
ímóti, at ST-trygdarráðið
skal viðgera spurningar
um mannarættindi, og tí er
lítið, sum bendir á, at nakað
kemur burturúr har, skrivar
Reuter.
– Kina roknar Burma
sum ein part av sínum øki
í Asia og er tí ímóti allari
uppílegging, og fyrr enn
Kina og hini grannalondini
broyta hugsan, gerst einki,
sigur leiðarin í politisku
deildini hjá Amnesty Inter
national í Noregi, John
Peder Egenæs, við Dags
avisen.
Píning, morð
og forfylging
Í frágreiðingini hjá AAPP
eru skjøl, sum prógva, at
minst 127 politiskir fangar
eru píndir til deyða í
Burma síðani 1988. Sagt
verður, at tað er rættiliga
vanligt at pína fangar undir
avhoyringum, og at fleiri
verða send í arbeiðslegur.
Í løtuni eru 1.156 politiskir
fangar í landinum, og sam
bært frágreiðingini er vandi
fyri, at allir verða píndir.
Ein amerikanskur felags
skapur,
sum
arbeiðir
við
viðurskiftunum
í
Burma, vil sambært AFP
vera við, at minst 1.000
politiskir fangar eru deyðir
í burmesiskum fongslum
seinastu 18 árini.
AAPP vísir eisini á, at
hernaðarstýrið kúgar ávísar
minnilutar í landinum. Ta
seinastu tíðina hava myndug
leikarnir hert átøkini ímóti
Karen-fólkinum,
sum
er ein av teimum størstu
minnilutunum í Burma,
og sum hevur stríðst ímóti
hernaðarstýrinum. Bara ta
seinastu vikuna eru umleið
15.000 fólk rýmd frá húsi
og heimi, skrivar AP.
– Heimurin er komin
á eitt vegamót, har vit
mugu taka støðu til, um
vit skulu fara burtur frá
kjarnorkuvápnum, ella um
uppaftur fleiri lond skulu
hava slík vápn.
Tað sigur stjórin í altjóða
kjarnorkueftirlitinum,
Mohammed
ElBaradei.
Hann sigur, at stórveldini
noyðast at sleppa sínum
kjarnorkuvápnum ella at
góðtaka, at onnur lond
royna at útvega sær somu
vápn.
– Vit hava valið ímillum
at fara burtur frá kjarn
orkuvápnunum
ella
at
góðtaka ein heim við 20
–30 kjarnorkuveldum, sum
John F. Kennedy spáddi í
sekstiárunum, sigur ElBara
dei.
Politiskir fangar verða
píndir til deyða í Burma
Kann enda við 30 kjarnorkuveldum
Í Burma eru mótmælisgongur bannaðar. Her eru tað burmesar, sum búgva í Japan, ið mótmæla hernaðarstýrinum í
heimlandinum. Kvinnan á myndini er andstøðuleiðarin Aung San Suu Kyi.
Mynd: Reuters