fríggjadagur 26. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnur HB dystin
móti EB/Streymi, er
sigursvanda felagið
aftur á ovastu rók
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var kanska um eina
heldur trilvandi byrjan, tá
HB fór ígongd við kapp
ingarárið. Teir tríggir fyrstu
dystirnir kastaðu bara trý
stig av sær, men síðani
hevur bara gingið ein veg
– frameftir.
Liðið hevur ikki tapt
seinastu seks ferðirnar, og
á Toftum fyri viku síðani
kom ársins fyrsti útisigur
so eisini til høldar. Sam
anlagt hava úrslitini ført
HB somikið langt upp, at
teir nú bert eru trý stig
frá oddinum. Og við góða
málmuninum í huga kann
sjálvur oddasessurin tí tak
ast, nú EB/Streymur kemur
á vitjan.
Hagtølini skiftu
Fram til næsta umfarið í vár,
so skuldi ein heimadystur
móti
EB/Streymi
ikki
verið nakað at óttast hjá
HB. Hagtølini staðfestu
nevnliga, at EB/Streymur
ikki so mikið sum hevði
skorað í Gundadali móti
teimum reyð/svørtu, men
hetta varð broytt við 3-2
sigrinum.
Í HB eru vónirnar kortini
góðar, og teir hava eisini alt
fólkið tókt til oddabrakið.
Seinastu umførini hevur
Krzystof
Popczynski
enntá rokerað eitt sindur
við spælarum, soleiðis at
møðin ikki skal gera seg
galdandi ov tíðliga. Tað
merkti
millum
annað,
at Jákup á Borg ikki var
vøllinum seinast, men lítið
er at ivast í, hann verður
millum teir fyrstu ellivu,
sum HB-venjarin sendir á
vøllin hesaferð.
Hjá EB/Streymi er púra
vist, at Leif Niclasen ikki
verður við. Hann fekk
staðfest beinbrot fyri viku
síðani, og tó at ivamál nú
er um, hvørt hetta kortini
er heilt so álvarsamt, so
er neyvan hugsingur hjá
honum at spæla hesaferð.
Hartil
hevur
Ronnie
Samuelsen ligið sjúkur
við onkrum seiglivaðum
virus, men vónin er í øllum
førum, at hann verður tøkur
sunnudagin.
Talan verður um sannan
toppdyst, nú nummar eitt
kemur á vitjan hjá nummar
tvey í Gundadali
B36 er framvegis
illa skert, og hjá KÍ
er spurningurin,
hvør nú skal fáa
møguleikan í fremsta
plássinum
KÍ-B36
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Felags fyri KÍ og B36,
sum skulu standa fyri fót
bóltsundirhaldinum á Norð
oyastevnu, er, at tað hevur
gingið illa at fingið fulla
úrtøku. Serliga á heimavølli,
har KÍ hevur vunnið ein av
fýra, og B36 hevur vunnið
ein av fimm dystum. Hesa
ferð er B36 fyri fjórðu ferð
á útivølli. Higartil hava teir
fingið fult tríggjar ferðir og
bara tapt eina ferð – 2-0 í
Gundadali móti HB!
Lagið er gott í báðum leg
unum. Eftir kleyvarskapin
í fjør, tá ið bæði KÍ og
B36 vórðu varpað úr steypa
kappingini, eydnaðist tað
báðum liðunum hósdagin
at spæla seg í hálvfinaluna.
Kanska fer meiri at kennast
til steypastríðið í gjár hjá
KÍ spælarunum, enn tað fer
at gera hjá B36 monnunum.
B36 nýtti hálvan annan
tíma at kvalifisera seg til
hálvfinaluna, meðan KÍ
nýtti tveir tímar til sína
kvalifikatión.
Stóri
spurningurin
í Klaksvík er, hvør skal
verða fremsti álopsspæl
arin.
Sinisa
Jovanovic
hevur vikarierað, meðan
Paul Clapson hevur verið
leikbannaður og menisk
skaddur. Eftir reyða kortið
hósdagin er Sinisa Jovano
vic leikbannaður móti B36.
Paul Clapson hevur ikki
vant síðani hann fyri viku
síðani varð skurðviðgjørdur
í knænum.
Ætlanin var, at danski
Christian Lundberg skuldi
hjálpa til í KÍ álopinum á
Norðoyastevnu. Hann kem
ur tó ikki fyrrenn hósdagin
í fyrstu viku. Møguleikar í
fremstu røð eru Hjalgrím
Elttør, Steffan Kalsø og
Kristoffur Jakobsen, sum
gjørdi góða reklamu fyri
sær sjálvum, tá ið hann hós
dagin skoraði tvær ferðir
móti GÍ.
Hóast teir í B36 spæla
uttan fleiri av teimum, sum
hava verið roknaðir at vera
lyklaspælarar, so hilnast
tað væl. Á Svangaskarði
megnaði B36 at vinna 1-
0. Jákup Mikkelsen var
leikbannaður, og landsliðs
spælararnir Ingi Højsted,
Fróði Benjaminsen og Berg
ur Midjord vóru ikki við, tí
teir eru skaddir.
Jákup verður leikbannað
ur móti barndómsfelagnum
í morgin, og eingin av
omanfyri nevndu skaddu
spælarunum verður tøkur.
Hartil er Mikkjal Thoma
sen eisini leikbannaður.
Hann hevur fingið fimm gul
kort.
Leikbannini og skaðarnir
bera við sær, at ungir spæl
arar hava fingið møguleikan,
og teir hava tikið av. Eitt
nú Jóhan V. Gunnarsson og
Jóhan Ellingsgaard. Magn
us Poulsen er leigaður úr
B36 og út á Argir. Treytin
er, at hann skal koma í B36
málið at standa, um B36
ikki hevur annan málverja.
Magnus vardi B36 málið
á Toftum, og hann verður
aftur í málinum á Norð
oyastevnu.
Norðoyastevnuuppgerðin
millum klaksvíkingar og
havnarmenn verður klokkan
18.30 leygarkvøldið. So er
bert eftir at vóna, at Havn
arbáturin og Klaksvíkingur
hava róð, áðrenn fyrsta
bríkslið í fótbóltinum verð
ur.
HB kann taka oddasessin
Jákup heldur frí í Klaksvík
Nr. 100 • fríggjadagur • 26. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Súni skoraði
aftur
Súni Olsen hevur rætti
liga gjørt um seg á
AaB-liðnum, sum stend
ur seg so væl í Viasat
steypakappingini. Sunnu
dagin spældi AaB fyrru
fjórðingsfinaluna ímóti
AGF, og AaB vann
heili 3-0. Súni Olsen
spældi allan dystin á
miðvøllinum hjá AaB,
og tað var eisini hann,
sum setti gongd á mál
skjótingina. Miðskeiðis
í fyrra hálvleiki fekk
AaB brotsspark, og tað
setti Súni Olsen trygt í
málið. Í seinna hálvleiki
økti AaB tvær ferðir. Við
hesum greiða sigri hevur
AaB mest sum spælt seg
í hálvfinaluna í Viasat
Cup, har vinnandi felagið
fær tríggjar milliónir
krónur.
-ek
Barcelona
gremur seg
um ensk
feløg
Spanska
felagið
FC
Barcelona heldur lítið
um framferðarháttin hjá
enskum
stórfeløgum,
sum leita eftir ungum
spælarum í felagnum.
– Vit hava lagt 50
milliónir krónur í okkara
ungdómsdeild, men vit
hava ein stóran trupul
leika av enskum feløg
um, sum jagstra okkara
ungu spælarar og lokka
teir við risastórum pen
ingaupphæddum, sigur
Joan Laporta, forseti í
Barcelona.
Eitt dømi um ein ung
an spælara, sum varð
lokkaður burtur frá Barce
lona á ungum aldri, er
Francesc Fabregas, sum
spælir fyri Arsenal.
-ek
Katrin rør
í World Cup
Føroyski kapprógvarin í
Danmark Katrin Olsen
er í hesum døgum við í
World Cup kapping, sum
verður hildin í Munchen
í Týsklandi. Tær fýra
kvinnurnar, sum van
liga manna danska lætt
vektsfýraran, rógva í
tveimum bátum til kapp
ingina. Katrin Olsen
rør saman við Kiristen
Kirk Jepsen, og tær fáa
harða mótstøðu, tí sera
sterkir rógvarar eru við í
kappingini. Kappingin í
Týsklandi byrjaði í gjár,
og hon heldur fram í dag
og í morgin.
-ek
Stutt sagt