Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 100 - 26. mai 2006 ] Leikliga avrikið boðaði ikki frá niðurflyting, tá ið skálamenn vunnu á NSÍ, sum hevði ilt við at fáa samanspælið at rigga Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Lagið var gott á Skála sunnu­kvøldið. Eftir langan tronga í landskappingini og kós móti botninum, eydn­ aðist tað at vinna fjórð­ ingsfinaluna í steypa­kapp­ ingini. Harvið hevur Skála fyri fyrstu ferð nakran­tíð kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu. Hjá NSÍ hevur tað eftir trilvandi fyrstu umførini leingi gingið væl. Í góðveðr­ inum á Skála hóskvøldið var Skála leikliga omaná. Umframt 1-0 sigurin var tað ikki minni týdningarmikið hjá skálamonnum at stað­ festa, at teir leikliga eru á veg móti meiri enn tí, sum sæst á støðutalvuni, og ikki minst móti meiri enn tí, sum teir vístu móti ÍF mánakvøldið. NSÍ hevði bóltin nógv, men avrikið var vónbrot. Íblásturin var lítil, og hjá nógvum var talan um avrik væl undir tí, sum tað eigur at verða roknað við. Jústinus R. Hansen og Bogi Løkin, sum seinastu ferðirnar hava verið sentralir miðvallarar, vóru ikki millum teir fyrstu ellivu. Tað varð betri, tá ið Jústinus R. Hansen beinan­ vegin eftir steðgin varð settur á sentralt pláss, men NSÍ varð ongantíð rættulig hóttan. Einasta málið fekk heima­ liðið beinanvegin. Bólturin varð stungin fram ímillum. Levi Hanssen megnaði at halda Pól Thorsteinsson so mikið aftanfyri seg, at bólturin kundi stikla eina ferð, áðrenn ungi maðurin smekkaði til úr átjan metr­ um, og tað sang í meskun­ um aftanfyri Jens Martin Knudsen. Levi hevur ikki spælt so nógv higartil í ár. Eftir lítlu úrtøkuna í landskappingini hevði Johan Nielsen um­skip­ að Skála liðið. Bogi Greger­ sen, sum fleiri ferðir ikki hevur verið serliga skarpur frammanfyri mótstøðu­mál­ inum, var á beinkinum. Levi loysti av, og hann taðaði væl fyri sær sjálvum. Í vinstra verjuborði var Arnholdt Berg, sum leingi hevur verið skaddur, og í vinstra borði á miðvøllinum stríddist Debus Danielsen sera væl. Størst týdning av øllum hevði tað fyri Skála og dystargongdina og úrslitið, at liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, eftir lang­ an skaðasteðg var aft­ur á sentrala miðvallar­pláss­ inum. Hann var eyð­sýnd­ asti spælarin av øll­um. Pauli bakkaði upp í verju­ partinum, fangaði eina rúgvu, megnaði at halda upp á bóltin og spæla skila­ gott runt og eisini at leggja framrættaðar sendingar og ikki minst at stýra viðspæl­ arunum. Í 1. hálvleiki hevði Christ­ian Høgni Jacobsen, sum aftur hesa ferð hevði vána­ligar treytir at arbeiða undir, góðan fluktara eftir innkast, men Vlada Filipo­ vic bjargaði. Eftir steðgin fluktaði Óli Hansen eftir frísparksframlegging, men bólturin fór væl upp um málið. Fimm minuttir undan steðginum var Jónhard Frede­riksberg tætt við at gera mál, men Jens Martin bjargaði til horna. Tá ið tað restaðu tólv minuttir, drønstútaði Pætur Dam Ja­cob­sen í tvørtræið eftir hornasparksinnlegg úr vinstru. Bólturin støkk í svørð­in og aftur í spæl. Harvið helt spenningurin sær inntil síðsta bríksl hjá fram­úr skilagóða Peturi Reinert. Skála spældi seg í hálv­ finaluna, og avrik­ið boðar frá meiri í landskappingini. B liðið, sum teir í Runavíkar kommunu skemta við, knock­outaði B liðið! Start-venjarin situr tryggur Ítróttarliga leiðslan í norska felagnum Start, har Todi Jónsson er ein av spælarunum, hevur fult álit á venjaranum Tom Nordlie, hóast úrslitini hjá Start higartil í ár hava verið vánalig. – Eg havi ikki tosa um hetta við nevndina, men eg havi óav­ markað álit á Tom Nordlie. Venjarar verða sjálvsagt mettir út frá sínum úrslitum, men eg dugi ikki at síggja nakran betri venjara til okkara felag enn Tom Nordlie, sigur nevndarformaðurin í Start, Erik Solér. Start liggur í løtuni næstniðast í tippuliguni, og sunnudagin spælir felagið á heimavølli ímóti Stabæk, sum liggur sum nummar fimm. Formil 1 koyringin í Monako er tann mest víðagitna koyringin á kappingarárinum, men hon er eisini nógv meiri enn ein kappkoyring. Hetta er savningar depilin fyri kend og rík fólk úr øllum heiminum. Monako Grand Prix er stutt sagt eitt marglætis paradís. Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hetta vikuskiftið verður tann mest klassiska av øll­ um formil 1 koyringum koyrd í Monako. Tað er í Monako, at liðini bjóða sínum høvuðs­stuðl­um á vitjan, og tað er í Monako, at høvuðsstuðlarnir bjóða øllum teimum ríku og kendu á vitjan. Brasiliumaðurin Senna vann koyringina í Mona­ ko seks ferðir, hetta er met – eitt av teimum fáu metunum, ið Senna enn hevur. Men sjeyfaldi heims­meistarin Michael Schu­macher kann við ein­ um sigri hetta viku­skiftið, koma ájavnt við Senna. Men at døma eftir roynd­ ar­koyringini í gjár, so eru útlitini fyri hesum ikki tey allar bestu. Tí Ferrari vóru óvanliga veikir. Michael Schumacher megnaði ein­ ans at koyra 15. skjótastu tíðina, meðan Ferrari liðfe­ lag­in Felipe Massa fekk 10. pláss. Triði koyrarin í Williams- Cos­worth, Alexander Wurz var skjót­astur í roynd­ar­ koyr­ingini. Hann koyrdi skjótasta umfarið við fáum sekundum eftir at koyra, hetta eftir at triði koyrarin hjá Honda, Anthony Davidson, ið hevði ligið fremstur, rendi á og misti eitt hjól. Fremsti maður í kapp­ ingini um heims­meist­ araheitið Fernando Alonso koyrdi 4. skjótasta umfarið í sínum Renault. Meðan vinnarin frá 2002 Juan Pablo Montoya varð 3. skjót­astur. Símun mátti noyðast við javnleik Íslendska felagið Keflavík, har vágbingurin Símun Samuelsen er ein av spælarunum, spældi mikukvøldið javnt í íslendsku landskappingini. Keflavík var á vitjan hjá Grindavík, og liðini fingu eitt mál í part. Tað var Grindavík, sum byrjaði betur, og teir løgdu seg eisini á odda 1-0. Men so kom Keflavík fyri seg og javnaði. Stutt eftir hetta hevði Símun Samuelsen góða roynd, men skotið fór upp um málið. Símun spældi allan dystin í álopinum hjá Keflavík. Skála-NSÍ 1-0 (1-0) Skála reisti seg úr øskuni Nógv meira enn rasarakoyring Eftir at hava verið sigursleysir í heilan mánað, eydnaðist tað hóskvøldið Skála at koppa NSÍ – og harvið tryggja sær atgongd til hálvfinaluna í steypakappingini savnsmynd